hósdagur 3. mai 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 84 - 3. mai 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
Nr. 84 - 3. mai 2001
17
gult17 cyan17 magenta17 svart17
ÚT AT KOYRA
Tá Ivan Johansen, fyri
góðum 30 árum
síðan, gjørdi sær ein
lítlan maskinverkstað
í kjallaranum á
Láarvegnum í Havn,
droymdi hann ikki
um at hetta varð
byrjanin til eina av
landsins størstu
bilasølum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Ivan Johansen er føddur í
Sørvági tann 14. mars í
1940. Eftir at hann varð
liðugur við skúlan, fór hann
sum ungur niður til Keyp-
mannahavnar, har hann fór
í læru hjá Tuxam-verk-
smiðjuni, sum gjørdi skips-
motorar. Liðugur við hesa
útbúgving innan maskin-
ídnaðin, flutti hann heim-
aftur og fór at leita sær eftir
arbeiði. Næstu fýra árini
sigldi Ivan sum maskin-
assistentur og meistari,
honum dámdi væl maskin-
arbeiðið og umhvørvið í
maskinrúminum, eins og
sjólívið sum heild.
Maskinverkstað í
kjallaranum
Seinni legðist hann uppá
land, arbeiddi eina tíð Stein-
grím Nattestad í Miðvági,
og á bilverkstøðunum hjá
Vilhelm Nielsen og hjá
Eyðbjørn Hansen í Havn.
Hann giftist við Katrin
Hansen, úr Króki í Havn, og
tey bygdu sær eini hús á
Láarvegnum í 1969. Húsini
vóru eini vanlig sethús við
miðhædd, lofti og kjallara. Í
kjallaranum innrættaði hann
sær ein maskinverkstað, har
hann umvældi motorar,
pumpur og aðrar maskin-
lutir. Hetta var í 1970, og
eftir tátíðar viðurskiftum var
hetta ein rúmligur og væl
útgjørdur verkstaður. Hóast
nógv var at gera, varð eisini
tíð til eitt hugnaligt prát við
kundarnar, meðan arbeitt
varð.
Renault umboð í 1971
Í 1971 varð startskotið til
bilasøluna hjá Ivan Johan-
sen latið av. Hetta var tá
umboð fyri Føroya Banka
vendi sær til Ivan við einum
fyrispurningi
um
hann
hevði hug at hitta ein dana
sum umboðaði fronsku
Renault bilaverksmiðjuna.
Maðurin var í Føroyum og
leitaði eftir einum nýggjum
umboðið fyri Renault bil-
arnar. Hetta var sjálvandi
ein sera spennandi áheitan.
Fundur varð avtalaður, har
møguleikin varð umrøddur
um eina møguliga umboð-
an. Verkstaðurin varð sýnd-
ur fram, og eftir at hava
fundast
nakrar
tímar,
bjóðaði danski umboðs-
maðurin Ivani umboðið.
Hetta var ikki nakað sum
hann kundi átaka sær uppá
standandi fót, tí hóast hann
hevði arbeitt uppá bilar, var
bilhandlarayrkið ikki tað
hann hevði gingið og
droymt um. Men ein avtala
varð gjørd partanna mill-
um, har Ivan tryggjaði sær
at um alt ikki gekk sum
ætlað, kundi hann loysast
frá uppgávuni.
Fyrsti Renault bilurin
Men hetta varsemi skuldi
vísa seg at vera fullkomi-
liga ógrundað. Fyrsti bilur-
in sum Ivan fekk heim, var
ein Renault 12 TL. Mikil
stákan varð tá bilurin stóð í
túninum og skuldi klárger-
ast, spenningurin var stór-
ur, einamest hjá Ivani sjálv-
um, sum nú skuldi royna
seg sum bilasølumann.
Fyrsta søluátakið eydnaðist
væl, lýsing stóð í Dimma-
lætting leygardagin 15.mai,
og bilurin bleiv eftir stuttari
tíð seldur til Olgu Olsen á
Argjum. Hetta var bilurin
sum Jákup Vatnhamar á
Argjum koyrdi taxa við í
Havn í fleiri ár.
Hundrað bilar árliga
Sølan av Renault bilum í
Føroyum gekk óføra væl,
og so at siga øll modellini
Ivan Johansen Bilar
– 30 ár sum bilasøla
Í 1982 flutti fyritøkan hjá Ivan Johansen í hendan 1500 fermetrar stóra virkisbygningin við Hoyvíksvegin
Ivan Johansen byrjaði sum
bilasølumaður í 1971
vóru at síggja á teimum
føroysku
vegunum,
og
sølan
vaks
til
umleið
hundrað Renault bilar um
árið í seinnu helvt av
sjeytiárunum. Hetta økti
sjálvsagt um virksemi í
húsunum á Láarvegnum,
har tað kundi gerast nakað
trongligt til tíðir. Økta
virksemi gjørdi at fleiri fólk
máttu
setast
í
starv.
Samlaða gólvvíddin var
120 fermetrar, sum varð
deild upp í verkstað, eyka-
lutagoymslu og søluskriv-
stovu. Vestanfyri húsini var
bygt eitt rúm til Dinitrol
rustviðgerð, sum í miðal
avgreiddu tveir bilar um
dagin. Í 1975 vóru níggju
fólk í starvi, bókhaldið helt
til uppi á loftinum, og í
miðhæddini búðu Katrin og
Ivan saman við børnunum,
so húskið var karmur um
virksemi hjá fyritøkuni
flestu tímarnar á samdøgr-
inum.
Fær Citroën umboð
Í 1979 varð sølan av Re-
nault og Volvo løgd saman í
Danmark, og somuleiðis í
Føroyum. Bilasølan hjá
Ivan kundi tó eisini halda
áfram við Renault, men
eftir teirra hugsan var nokk
við einum umboð til hvørt
bilmerki í Føroyum. Um
hetta mundi stóð teimum í
boði at fáa umboð fyri
Citroën bilarnar, og tóku
teir heldur av tí. Sølan av
Citroën bilunum byrjaði
tískil eisini í kjallaranum á
Láarvegnum, men við tíð-
ini blivu krøvini alsamt
størri, bæði til verkstað,
bilasølu og umsitingina
sum heild. Hetta hevði við
sær at onnur hølir máttu
finnast, og eitt grundøki
varð keypt við Hoyvíks-
vegin.
Nýggjan
virkisbygning
Í 1982 flutti fyritøkan úr
120 fermetrum á Láarveg-
num, í nýggjan 1500 fer-
metur stóran virkisbygning
á Hoyvíksvegi 63. Har var
mekaniskur
verkstaður,
plátuverkstaður,
mála-
rakabina, eykalutagoymsla,
rúm til rustviðgerð, fram-
sýningarhølir og skrivstov-
ur, eins og eitt stórt par-
keringsøki rundanum hús-
ini. Hetta var helst ikki tann
menning Ivan hevði hugsað
sær tá hann tók av Renault
umboðnum fyri góðum
tíggju árum síðani. Menn-
ingin av fyritøkuni helt
áfram, og í 1984 fingu teir
umboð fyri Mercedes-Benz
og Mitsubishi bilarnar.
Síðst í áttatiárunm arbeiddu
35 starvsfólk í fyritøkuni.
Fyritøkan hevur síðan 1971
útbúgvið bilsmiðir, bæði til
persón og lastbilar, skriv-
stovufólk,
sølufólk
og
goymslufólk.
Gott arbeiðspláss
Búskaparkreppan fyrst í
nítiárunum rakti fyritøkuna
hart, og varð í allar mátar
ein sera stríggin tíð at koma
ígjøgnum. Í 1995 vendi
gongdin, og sølan av bilum
og virksemi annars øktist
so líðandi. Í sambandi við
at Mercedes verksmiðjan
Daimler-Benz, og Chrysler
vórðu lagdar saman til
DaimlerChrysler, fekk fyri-
tøkan í fjør, eisini umboð
fyri Chrysler og Jeep.
At fyritøkan, Ivan Johan-
sen Bilar, er eitt gott ar-
beiðspláss er onki at ivast í,
og uttan góðar starvsfelagar
hevði fyritøkan ikki verið
tað hon er í dag. Fleiri hava
arbeitt í fyritøkuni í mong
ár, sum til dømis Jóhan
Árnastein sum hevur verið
har síðan 1973, og Finn Ru-
beksen síðan 1978. Føð-
ingardagurin verður hildin
fríggjadagin og leygardag-
in, har opið hús verður,
okkurt til børnini, eins og
fleiri góð tilboð verða giv-
in. Eisini verður ein áhuga-
verd framsýning av goml-
um myndum og skjølum at
síggja.
Keldur: Ivan Johansen / Áki
Andreasen
ÚT AT KOYRA
Fyrsta lýsingin hjá Ivan
Johansen var í
Dimmalætting 15.mai í
1971. Fyrsti bilurin varð
seldur tann 24.mai
Tveir Sørvingar. Her handar
Ivan ein nýggjan Renault
Traffic til Richard Leonson
frá Flogfelag Føroya. Myndin
er frá 1976
Her var bilasølan hjá Ivan Johansen frá 1971 til 1982