Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-19, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 19. november 2007 35 SØLUFÓLK Vit sóknast eftir dugnaligum sølufólki til sølu av timbur og byggitilfari í Timburhandlinum í Tórshavn, at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðisumhvørvi er í eini nútímans fyritøku, har tú verður partur av einum størri toymi av sølu- og avgreiðslufólki, sum í góðum samstarvi søkja at einum felags máli. Vit krevja at tú ert ein arbeiðissamur og álítandi persónur, sum hevur evnini og viljan at røkka teimum málum, sum tú sjálvur verður við til at seta. Tíni samstarvsevni hava nógv at siga. Samstundis vænta vit at tú hevur fakligu evnini, áræði og kreativitetin, ið skal til fyri at virkað í eini vinnugrein, ið er merkt av sera harðari kapping. Tínar kvalifikatiónir skulu byggja á útbúgving ella royndir innan øki, ið mugu metast at stuðla tær í einum starvi sum sølufólk innan byggitilfar. Vit bjóðað eitt sera spennandi og vællønt starv, har tú innan tryggar karmar verðuliga fært møguleikan at royna tíni evni. Freistin at søkja starvið er 10. desember 2007. Miðjað verður eftir at seta starvið í seinasta lagi tann 1. februar 2008. Nærri upplýsinngar um starvið fáast við at venda sær til Jan á Argjum, sølustjóra á telefon á 311250 ella jaa@timburhandilin.fo. Umsókn saman við viðkomandi skjølum, skal sendast til Timburhandilin, Heykavegur 4, Boks 3038, 110 Tórshavn. P/F Havnar Timburhandil, rekur deildir í Tórshavn, á Kambsdali og í Vestmanna. Umframt timburhandlil rekur fyritøkan eisini 2x3- handlarnar. Í fyritøkuni, sum árliga umsetir oman- fyri 100 milj kr. starvast 60 fólk. >> Stórt jólainnlegg í Sosialinum B o k s 7 6 | F O - 1 1 0 T ó r s h a v n | Te l + 2 9 8 3 4 1 8 0 0 | p o s t @ s o s i a l u r i n . f o Freist fyri at fáa lýsing við í blaðið er týsdagin 27. november. Vit seta fegin lýsingina upp uttan eykakostnað. Lidnar lýsingar skulu verða okkum í hendi innan fríggjadagin 30. november. Jólarákið Fríggjadagin 7. desember 2007 verður stórt eykablað í Sosialinum Broytingar í innihaldinum kunnu koma fyri Temablaðið fer at snúgva seg um m.a. >> Heilsa >> Matur >> Handarbeiði >> Bókmentir >> Ítriv >> Gávuhugskot >> Innrætting >> Jól Joan Abrahamsen Marknaðardeildin joan@sosialurin.fo · tel 34 18 22 Henrietta Hammer Marknaðardeildin henrietta@sosialurin.fo · tel 34 18 21 Gudny Langgaard Marknaðardeildin gudny@sosialurin.fo · tel 34 18 23 Lýsingarstødd Lýsingarprísir >> 1/4 síðu lýsing í litum 2.000,00 kr. >> 1/2 síðu lýsing í litum 4.000,00 kr. >> 1/1 síðu lýsing í litum 8.000,00 kr. Allir prísir eru uttan mvg