Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 84 - 3. mai 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 Nr. 84 - 3. mai 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 KUNNGERÐ um fyribils bussrutu Kambsdal-Fuglafjørður Tað verður hervið gjørt kunnugt, at Fuglafjarðar býráð á fundi tann 24.apríl 2001 hevur samtykt at fara undir royndarkoyring við ferðafólki millum Kambsdal og Fuglafjørð í eini fyribils royndartíð upp á 2 mánaðar. Koyringin byrjar mánadagin tann 07. mai og heldur fyribils fram til fríggjadagin tann 06. juli 2001, og koyrt verður mánadag-fríggjadag hesar tíðir: Av Kambsdali: Úr Fuglafirði: Kl. 07.40 Kl. 08.10 Kl. 09.30 Kl. 10.40 Kl. 12.00 Kl. 12.30 Kl. 14.00 Kl. 14.30 Kl. 14.50 Kl. 15.25 Kl. 15.40 Kl. 16.00 Kl. 16.30 Kl. 17.45 Kl. 18.30 Kl. 18.45 Kl. 19.30 Kl. 20.00 Kl. 20.30 Kl. 21.00 Bussurin steðgar í Fuglafirði oman fyri skúlan, við Keypssamtøkuna og við skýlið við Føroya Banka og við handilin hjá Haraldsen. Á Kambsdali verður steðgað við húsini hjá Petur Martin Hansen, við bussskýlið og við miðnámsskúlarnar. Einvegiskostnaðurin fyri vaksin verður kr. 10,00 og fyri børn kr. 5,00. Næmingar, sum skulu hava flutning til og frá skúlunum í kommununi, koyra ókeypis. Fuglafjørður,tann 01.mai 2001 Fuglafjarðar býráð Frá Havnar Handverkarafelag Útsetti ársaðalfundurin verður hósdagin 17.mai kl. 19.00 á Hotel Hafnia. Skrá samb. § 25 í lógini: 1. Val av orðstýrara 2. Frágreiðing frá farna árinum 3. Roknskapur til góðkenningar 4. Innkomin mál/lógarbroyting 5. Val av nevnd 6. Val av tveimum grannskoðarum 7. Ymiskt Aftaná aðalfundin verður aðalfundur í Pensións- grunninum við hesi skrá: A. Val av orðstýrara B. Frágreiðing frá nevndini um virki grunnsins í farna ári C. Framløga og góðkenning av roknskapi og fíggjarstøðu D. Støða verður tikin til, hvat gerast skal við møguligt avlop ella hall E. Val av nevndarlimum F. Val av grannskoðara G. Møgulig mál frá nevnd/limum Havnar Handverkarafelag Heimarøktin Eysturoyar Øki Avloysarar Søkt verður eftir summarfrítíðaravloysarum til Heimarøktina í Eysturoynni. Vit søkja eftir sjúkrasystrum og heimahjálparum. Nærri fæst at vita við at venda sær til Økisskriv- stovuna í Runavík, tlf. 449249. Umsókn, saman við avriti av prógvi og autorisa- tión skal sendast sum skjótast til: Heimarøktin Økisskrivstovan Heilsumiðstøðin Box 47 · 620 Runavík Tekning og máling Pláss eru eftir á vikuskiftisskeiðinum frá 25/05 til 27/05 í Havn. Kostnaður 500 kr. u/ tilfar. Hoyvíkar Listaskúli Tlf. 314766 Starvsfólk Fyri ein av kundum okkara, søkja vit eftir einum roknskaparkønum fólki at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt áhugavert fulltíðararbeiði og fevnir um at fyrisita m.a.: • umsita og avstemma ognara- og skuldara- bókhaldið • dagliga bókhalds-, roknskapararbeiði og avstemming • uppseta mánaða- og ársroknskapir og fíggjarætlanir • annars alt vanligt skrivstovuarbeiði Allar skrásetingar verða dagliga førdar á teldu, og er tað avgjørt neyðugt, at umsøkjarin hevur góðan praktiskan og hóskandi teoretiskan kunnleika til skrivstovu-, roknskapar- og telduarbeiði. Kunnleiki til bókhaldsskipanina Navision Finan- sial er ein fyrimunur. Fyri ein, ið kundi hugsað sær eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað arbeiði við góðum arbeiðsviðurskiftum og góðum persónligum menningarmøguleikum, er hetta tað rætta starvið. Løn eftir avtalu. Hevur tú áræði, kann virka sjálvstøðugt og hevur royndir innan bókhalds- og roknskaparyrki, við hóskandi ástøðiligari útbúgving, so er tú tann, vit søkja. Nærri fæst at vita við at ringja tlf. 314700 og spyrja eftir Eilif Petersen ella Jógvan Amonsson. Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógv- um og ummælum verður at senda innan 20. mai 2001 til: P/F Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisorar R.C.Effersøesgøta 26 · Postrúm 191 · FO-110 Tórshavn Tlf. +298 314700 · Telefax +298 313815 E-mail: inpact@post.olivant.fo Dagrøktaravloysari søkist Søkt verður eftir dagrøktara at arbeiða sum gesta- røktari í Dagrøktarskipanini. Nærri upplýsingar starvinum viðvíkjandi fáast frá Dagrøktarskipanini á tlf. 448594. Skrivlig umsókn skal vera Dagrøktini í hendi í seinasta lagi 15. mai 2001. Dagrøktarskipanini í Runavíkar kommunu Heiðavegur · 600 Saltangará Søkt verður eftir fólki Til sandsúgvarar hjá ROHDE NIELSEN A/S sóknast vit eftir fólki við hesum sjóvinnubrøvum: – Fiskiskipari – Stýrimaður 3. stig – Maskinist – Royndur dekkari (skipsassistentur) – Ófulltikin dekkari – Skipskokkur Skipini eru í vinnu WORLD WIDE. Mynstringartíðin er ein til ein – 1/1. Áhugað biðjast um at senda skrivliga umsókn til: ROHDE NIELSEN, FØROYAR Box 1252 · FO 110 Tórshavn Tlf. 318531 Ekspeditrisa Til handilin við Landavegin verður søkt eftir tilkomnari kvinnu til skiftandi vaktir. Ring 22 51 60 ella 31 21 61 Í blandaðum tvímansleiki vunnu Guðri Poulsen og Erland Poulsen, sum síggjast høgrumegin Hjá monnum vóru tað Ragnar Rasmussen og Erland Poulsen, sum dystaðust FM í badminton Fyrrapartin týsdagin skrivaðu Tryggingar- felagið Føroyar og NSÍ undir nýggjan sáttmála, sum ber í sær, at tryggingin triðja árið á rað er høvuðsstuðul hjá NSÍ SPONSORAVTALA tíðindaskriv Nýggi sáttmálin, sum fevn- ir um 2001, er eitt framhald av góða samstarvinum, ið hevur verið millum NSÍ og Tryggingarfelagið Føroyar tvey tey síðstu árini. Fyrsti sáttmálin varð undirskrivaður í 1999, og var hetta ein eitt ára sátt- máli, ið varð longdur í fjør. Nú er so sjøtul settur á triðja árið, og er enn eina ferð talan um ein eitt ára sáttmála, ið fevnir um eina grundupphædd og so ymsar bonusskipanir. Endar NSÍ í landskapp- ingini millum fýra tey fremstu liðini, førir tað við sær ein bonus, alt eftir hvussu ovarlaga á stiga- talvuni tað verður. Nú NSÍ er komið í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið, er eisini ein bonusmøguleiki í tí, tí kemur NSÍ í finaluna, útloysir tað eina upphædd. Báðir partar fegnir – Vit eru glaðir fyri sam- starvið, vit higartil hava havt við NSÍ, sum vit síggja sum eitt lið og felag í menning, sigur Henry Olsen, deildarstjóri á mark- naðardeildini hjá Trygg- ingarfelagnum Føroyar. – Hesi bæði undanfarnu árini hava vit hildið, at vit hava fingið nakað burtur úr sáttmálanum við NSÍ, sum vit síggja sum eitt seriøst og vælskipað felag. Eisini Hans Petur Ell- ingsgaard, formaður í leiðslubólkinum hjá NSÍ, er fegin um, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við Tryggingarfelagið Før- oyar: – Hetta er ein góður sáttmáli, ið vit síggja sum ein munagóðan stuðul til virksemið hjá felagnum, og vit gleða okkum eisini til framhaldandi gott sam- starv, nú hetta er triðja árið, vit hava Tryggingarfelagið Føroyar sum høvuðsstuðul Esther Gaard Hansen og Heidi Andresen hava fyri stuttum verið í Danmark á venjingarlegu SVIMJING Tíðndaskriv Umframt tær báðar svimji- genturnar var eisini venjari teirra, Katrin Johansen, við á venjingarleguni, sum fór fram í døgunum 6. til 8. apríl. 10 svimjarar eru á danska landsliðnum, men hóast venjingin valla fæst harðari, so høvdu føroysku svimjigenturnar ikki trup- ulleikar av hesum. Katrin Johansen sigur annars, at danska landsliðið venur saman eina ferð um mánaðin, saman við venj- arum teirra, Thomas Stub og Berit Puggaard. Før- oyska liðið hevur møgu- leika at luttaka á donsku venjingarlegunum, og einki er at siga til, at hetta er ein risastórur fyrimunur, tá vit enn bara hava tveir svimj- arar á altjóða støði. 9. og 10. apríl vandu tær so við danska felagnum, Kvik, sum er eitt hitt fremsta í Danmark. Her svumu Heidi og Esther sama metratal sum hinir svimjararnir, tó at føroysku genturnar høvdu aðrar starttíðir. Ikki minst mundi tað her kennast lívgandi, at tær ein dag vandu saman við kendu donsku svimji- gentuni, Sophie Skou, sum í løtuni roynir at koma undir kravtíðirnar til HM kappingina, sum verður í summar. Venjingarlegan hjá teim- um báðum er annars ein partur av fyrireikingunum til EM, sum verður í Stockholm í døgunum 31. juli til 7. august. Aðrar fyrireikingar eru sjálvandi eisini á skránni, og verður tann næsta av hesum í Onglandi, har tær skulu lut- taka á British Champion- ships í Sheffield. Hetta verður um knappan mánað Frá vinstru: Matthias Davidsen, NSÍ, Henry Olsen, Trygg- ingarfelagið Føroyar, Heðin Mortensen, Tryggingarfelagið Føroyar, og Hans Petur Ellingsgaard, NSÍ Tryggingarfelagið Føroyarog NSÍ gjørt nýggjan sáttmála Esther og Heidi hava vant við Sophiu Skou Heidi og Esther síggjast her við Sophie Skou ímillum sín. Sophie er ein av fremstu svimjarunum í Danmark, og stríðist í løtuni fyri at koma undir kravtíðirnar til HM