týsdagur 20. november 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 20. november 2007
33
DEILDARLEIÐARI
til Heilsuskúla Føroya
Starvið sum deildarleiðari á Heilsukúlanum er
leyst at søkja. Setanin tekur við 1. januar 2008
ella skjótast gjørligt.
Starvið
Deildarleiðarin vísir til rektaran og hevur undir
sær lærararnar á skúlanum.
Ábyrgdarøkið
Deildarleiðarin hevur fakligu og námsfrøðiligu
leiðsluna av útbúgvingunum til heilsuhjálpara
og heilsurøktara um hendur og hevur ábyrgdina
av, at útbúgvingin samsvarar galdandi lógum,
kunngerðum og reglum og hevur undirvísing
arskyldu.
Haraftrat er deildarleiðarin dagligur leiðari
og er rektaranum til hjálpar í øllum málum
viðvíkjandi útbúgvingini.
Førleikakrøv
• Framhaldsútbúgving, ið kann metast við
komandi fyri heilsuhjálpara og røktaraút
búgvingina.
• Vitan um og royndir innan útbúgvingar
viðurskifti innan heilsuøkið og gjarna innan
miðnámsútbúgvingar
• Royndir innan námsfrøði og leiðslu til at
røkja ta dagligu leiðsluna av heilsuhjálpara
og røktaraútbúgvingini.
• Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni
serliga við atliti til at virka við til at skapa eitt
mennandi læruumhvørvi fyri næmingar og
lærarar.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Í næstum flytur Heilsuskúlin til Hovs saman við
miðnámsskúlanum í Suðuroy. Bygnaðarbroyt
ingar kunnu væntast í sambandi við saman
leggingina.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Súsonnu Mortensen, rektara, tlf. 352250
ella 215990, ella við at senda teldupost til
susanna.m.mortensen@skulin.fo
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skal vera Sjúkrarøk
tarfrøðiskúlanum í hendi í seinasta lagi mána
dagin 26. november 2007 kl. 14.00.
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
Jónas Broncks gøta 25
FO100 Tórshavn
att.: Súsanna M. Mortensen, rektari
SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA
Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250
fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo
Pedagogar til
Dagstovnin á Flatinum
Søkt verður eftir
• pedagogum at arbeiða 30 – 35 tímar um
vikuna at byrja 2. januar 2008 ella eftir nærri
avtalu.
Pedagogar, sum verða lidnir í februar mánaði
2008, eru eisini vælkomnir at søkja.
Vit ynskja, at tú
• kann skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí
einstaka barninum
• kann taka ábyrgd og virka í góðum
samstarvi við starvsfelagar og foreldur
• sær møguleikar og avbjóðingar, sum eru í
náttúruni
• verður við til at mynda og menna okkara
pedagogiska umhvørvi
Vit kunnu bjóða
• eitt spennandi arbeiðspláss, har pláss er fyri
ymiskleika
• ein stovn, ið er í støðugari menning
• eitt arbeiðspláss, har tú kemur at hava
ávirkan
Setunarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið á lønarstigi 1117.
Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk
sett í tíðaravmarkað starv.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær
til
• Rosu Prestá, leiðara, á tlf 471030/771030
ella Sólrún Dam, varaleiðara, á tlf 471034
Umsóknir við avritum av prógvi v.m. skulu
sendast beinleiðis til
Dagstovnin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka
ella við telduposti til: dagstoyr@post.olivant.fo
Umsóknir mugu vera dagstovninum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 29. november 2007.
Um stovnin:
Á stovninum eru 88 børn í aldrinum 0 – 10 ár og 23 starvsfólk.
Opið er frá 7.15- 17.15. Stovnurin er skipaðar í 2 vøggustovur,
2 barnagarðsstovur og 1 frítíðarstovu. Umstøðurnar á stovninum
eru sera góðar, bæði innan- og uttandura. Hvør barnastova er ein
sjálvstøðug vælútgjørd eind, umframt eitt stórt felagsrúm, viðtaluhøli,
serstova og ymisk verkstøð. Økið uttanfyri er stórt við nógvum
møguleikum, og stovnurin liggur sera væl fyri, t.d. beint við haga og
fjøru, við skúla, fimleikahøll, svimjihøll og góðum busssambandi.
lýsingar