týsdagur 20. november 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 225 - 20. november 2007
SAMBAND
NielS peterSeN
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
At ÍF eigur góðar
flogbóltsleikarar
á kvinnusíðuni, er
ongin ivi um, tí tær
liggja greitt á odda
og eru ósigraðar eftir
fimm dystum
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Innan fáar dagar hava ÍF-
kvinnurnar
megnað
at
vunnið
tveir
truplar
útisigrar,
báðar
við
settúrslitunum 1-3. Tann
fyrri var í Kollafirði, móti
KÍF og tann seinni var í
gjárkvøldið
í
nýggju
høllini í Klaksvík, móti
Mjølni.
KÍF á triðja plássi
Við ósigrinum í vikuskift-
inum móti ÍF, megnaðu
tær úr Kollafirði ikki at
leggja sjógv millum seg og
vágaliðið Drátt. Liðini ligg-
ja nú bæði á seks stigum,
og kappingin harðnar um
plássini, nú flestu liðini
hava fingið spælt nakrar
dystir.
Tap á nýggjum
undirlagi
Hóast
Klaksvíkskvinnur
hava fingið nýggja glæsu-
liga høll at spæla sínar
dystir í, megnaðu tær ikki
at koma á stigatalvuna
heldur hesa ferð. Hetta er
teirra fjórði dystur, og enn
hava tær onki stig vunnið
sær, eins og Fleyr, ið liggur
á
síðsta
plássinum
í
Meistara deildini. Mána-
dagin tóku Mjølnir móti ÍF,
og
eisini
úr
Klaksvík
megnaðu
ÍF
at
vinna.
Úrslitið varð, fyri aðru ferð
innan fáar dagar, 3-1 til
kvinnurnar úr Fuglafirði.
TB megnaði at halda
tørn í teir fyrstu
bóltarnar í hvørjum
setti, men so drógu
sørvágskvinnur frá
tvørákvinnum og
vunnu settið, hetta
var gongdin í øllum
settunum, hóast TB
royndi at svara aftur,
men tað gekk striltið
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Sørvágskvinnur í SÍ hava
av sonnum fingið ferð undir
vengurnar. Tær eru nú kom-
nar uppá átta stig og eru
vælspælandi fyri tíðina. Tað
eru tó enn eitt vet upp til
oddaliðið úr fuglafirði, ÍF.
SÍ var betur
Tað tók umleið ein góðan
tíma at avgreiða dystin í
meistaradeildini hjá kvinn-
um sunnudagin.
Tað stóð javnt á, teir fyr-
stu bóltarnar, men so heldur
ikki meira enn tað. Unga
TB-liðið stóðu ikki SÍ mát í
dag og máttu tessvegna taka
til takkar við ósigri.
SÍ eru komnar uppá átta
stig, fyri fimm dystir, og
eru tað tvey stig færri enn
oddaliðið ÍF, fyri somu
mongd av dystum. So ikki
kann sigast annað enn at
tætt er í toppinum. Og skul-
di annað liðið snávað, so er
skjótt hjá einum øðrum at
sníkja seg upp ímillum, og
blandað seg í toppstríðið.
Livst so spyrst.
TB tapa aftur
TB kvinnur tapa sín fjórða
dyst í kappingini, og tær
hava fýra stig, eftir seks
dystum. Tær hava frí í næsta
vikuskifti, so tær fáa longri
tíð at fyrireika seg til dystin
móti Mjølni í Klaksvík um
fjúrtan dagar. Har ætla
tvørákvinnur sær at vinna,
hoyrist av Tvøroyri. –Vit
vilja venda trilvandi gongd-
ini og ynskja at leggja
sjógv ímillum okkum og
botnin,
sigur
Katrin
Petersen,
ein
av
álitisleikarunum á unga
TB-liðnum.
SÍ-TB 3-0 (25-19, 25-13, 25-16)
SÍ gjørdi bart
Ikki kann sigast ann
að enn at tað gongur
væl hjá flogbóltinum
í Sørvági. Ikki
bara kvinnurnar
visa styrki, men
so sannuliga eisini
mennirnar, ið liggja
á odda, hóast teir
hava spælt fleiri
dystir enn liðið á
øðrum plássi, ÍF
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Sørvingar høvdu vitjan av
Fram, úr Havn, og havna-
menn sluppu avstað aftur,
sum teir komu, við ongum.
Tað var SÍ, ið setti dag-
skránna í Sørvági, og gjør-
du teir tað eisini so
sannførandi, sum at vinna
greiðan 3-0 sigur.
Ongin ivi
Havnamenn royndu at bíta
frá sær, men lítið batti, tí
SÍ vóru teir neyvaru, og
fóru eisini við stigunum,
sum prógv um tað. Fyrsta
sett var hampuliga javnt,
og endaði tað eisini 25-
22, men hini bæði settini,
ið tá írestaðu, vóru ikki
líka jøvn. SÍ vann tey bæði
við ávíkavist 25-15 og 25-
21.
Annað vikuskiftið
á rað noyðast
havnamennirnar at
lúta fyri Klaksvík
ingunum, ið aftur
hesa ferð vunnu
tryggan 30 sigur
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Fleyr hevur tað trupult í
meistaradeildini í ár. Teir
hava spælt fimm dystir í
ár og hava tapt teir allar.
Næstur teimum eru hitt
havnarliðið, Fram, við
tveimum stigum, tí við
sigrinum í gjár hálaðu
Mjølnir seg uppá fýra stig,
ið er ájavnt ÍF, men tó við
einum dysti meira enn
fuglfirðingar.
Sjónligari munur
Í Havn var Mjølnir nógv
tað besta av liðunum, og
somuleiðis var støðan í
Klaksvík. Munurin var
kanska enn meira sjónlig-
ur, í øllum førum um man
hyggur at støðunum í
hvørjum einstøkum setti.
Kappingin harðnar
SÍ er á odda í Meistara-
deildini hjá monnum, men
teir hava spælt tveir dystir
fleiri enn Mjølnir og tríggj-
ar fleiri enn ÍF, so tá allir
írestandi
dystirnar
eru
spældir, fæst óivað nærri
ábendingar um, hvussu
støðan møguliga fer at laga
seg í bestu flogbóltsdeildini
hjá monnum.
Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-12, 25-16, 25-22)
Mjølnir hevur munin
SÍ-Fram 3-0 (25-22, 25-15, 25-21)
Gongur væl hjá SÍ
KÍF-ÍF 1-3 (22-25, 17-25, 25-20, 17-25)
Mjølnir-ÍF 1-3 (16-25, 19-25, 26-24, 24-26)
Tvær
ferðir 3-1
savnsmynd