mikudagur 21. november 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 226 - 21. november 2007
tíðindi
Seyðasýning fyri
Borðoynna
Klaksvík: Aftur í ár verður aftur skipað fyri teirri ser
støku seyðasýningini fyri Borðoynna.
Fyrireikararnir hava ásett komandi leygardag, 24.
november sum seyðasýningardag.
Sýningin verður í høllini við Borðoyarvík, har sýn
ingin fyrr hevur verið fyriskipað. Sýnsmenninir vera
PoulDávur, Emil og aðrir skilamenn.
Aftaná verður væl umtókta borðhaldið við røstum
kjøti. Hesaferð verður tað hildið í kappróðrarneystinum
í Árnafirði.
sb.
Keypssamtøkan fær
grundøki
Klaksvík: Á býráðsfundi komandi týsdag fer Tekniska
Nevnd í Klaksvíkar býráð at mæla til, at Føroya Keyps
samtøka fær grundøkið norðan fyri Statoil at byggja
á.
Tekniska Nevnd mælir til, at Keypssamtøkan fær
grundøkið norðan fyri Statoilstøðina í Klaksvík.
Hetta merkir aftur, at nakað av bátaplássinum á landi
skal ruddast.
Eitt annað mál er um byggjan av tollbúð í Norð
havnini. Avtala er gjørd við tollvaldið, at byggjast skal
tollstøð í Norðhavnini.
Út frá einum skitsuuppskoti eru tvey tilboð komin
inn. Avsettar eru 1,8 mió. krónur til byggingina av toll
støðini.
Næsta uppskot til fíggjarætlan fyri 2008 kemur
eisini fyri býráðið. Tað eru ymsar broytingar gjørdar í
mun til fyrsta uppskotið.
Sambært tí næsta fíggjarætlanaruppskotinum javn
vigar fíggjarætlanin við einum halli, eftir avdráttir,
upp á góðar 12 mió. kr.
Á býráðsfundinum týsdagin eru 11 mál á skránni.
sb.
Umsíðir er líkt til at Keypsamtøkan í Klaksvík fær líkinda
umstøður at virka undir
Óttast deyðan á
bókasavninum
Klaksvík: Tey sum heldur hava hug til bøkurnar, enn
at fara á býráðsfund, fáa eitt gott høvi til hetta týs
kvøldið í komandi viku.
Hetta kvøldið verður nevniliga eitt tiltak á Klaks
víkar Bókasavni, har tosað verður um eina ávísa bók.
Hesuferð verður tað danska skaldsøgan ”Den som
blinker er bange for døden” hjá Knud Romer.
Hetta er fyrsta skaldsøgan hjá Knud Romer og er
um barnaárini á Falster. Hann hevði ein truplan upp
vøkstur millum annað tí, at mamman var týsk og ikki
góðtikin í danska samfelagnum.
Bókin hevur fingið fleiri heiðurslønir, og var eisini í
uppskoti til bestu donsku bókaútgávu í 2006.
Bókasavnið hevur fleiri eintøk av bókini til útláns,
men fyri at so nógv sum gjørligt kunnu læna bókina
áðrenn bókakvøldið, er lánitíðin 14 dagar, verður
sagt.
Tiltakið á bókasavninum byrjar kl. 19:30.
sb.
Eftir at hava kannað
málið gjølla síðani
í summar, hevur
p/f Løkir nú keypt
Statoil Føroyar frá
norska felagnum
Statoil ASA. Sølan
fór fram mánadagin
og er gjørd umvegis
nýstovnaða Ognar
felagið Megd
eigaraskifti
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðarnes, Havn: – Vit
síggja stórar møguleikar
fyri vøkstri í hesum før
oyska
oljufelagnum.
Tí
meta vit, at hetta er eitt
skilagott keyp, sigur Petur
Háberg Jacobsen, nevndar
formaður í Løkir.
Tað hevur verið gitt um
tað í eina tíð, men á tíðinda
fundi í gjár vórðu tíðindi
váttað: Løkir hevur keypt
Statoil!
Ætlanin er, at Statoil skal
rekast á sama profesjonella
hátt sum áður. Bæði stjóri
og starvsfólk verða tey
somu, men tað verður kort
ini ein rættiliga stór broyting
framd: Navnið.
Statoil hevur verið í Før
oyum í eini 80 ár undir skift
andi nøvnum. Nú felagið er
selt, er avtala gjørd um at
føroysku eigararnir sleppa
at brúka navnið í hálvtannað
ár aftrat.
Men ætlanin er, at Statoil
Føroyar skal fáa eitt nýtt
navn í næstum.
Hetta navnið skal eisini
verða við til at geva tí ein
sjálvstøðugan
føroyskan
samleika í framtíðini, sigur
Niels Juel Nattestad, stjóri í
Statoil Føroyar.
Hann hevur verið stjóri
tey seinastu 12 árini, og
verður maðurin sum skal
føra nýggja felagið víðari
fram á leiðini.
Felagið er sterkt, og skal
gerast ein enn sterkari aktør
ur í Føroyum, lovar stjórin.
Gott brand
Á tíðindafundinum í gjár
upplýsti Petur Háberg Jacob
sen, at síðani Løkir varð
stovnað fyri einum ári síð
ani, hava tey alla tíðina havt
eyguni opin fyri møguleik
um at gera íløgur í føroyskt
vinnulív.
Rættiliga skjótt fingu teir
eyguni á Statoil, og seinastu
mánaðirnar hava samráð
ingar verið um eitt møguligt
keyp, saman við Corporate
Financedeildini hjá Føroya
Banka.
– Vit mettu, at Statoil Før
oyar at ein av hesum spenn
andi
íløgunum.
Felagið
hevði hóskandi stødd, góð
an umsetning og ikki minst
góða leiðslu og góð starvs
fólk.
– Nú fær nýggja felagið
so møguleika at halda fram
við virksemi sínum og ger
ast enn betri. Statoil Føroyar
hevur verið og fer at verða
eitt gott brand, slær nevnd
arformaðurin í Løkir fast.
Umsetningurin hjá felag
num var 620 mió krónur í
fjør, og svarar hetta til eina
góða helvt av oljunýtsluni í
Føroyum. Eginpeningurin
var við árslok í fjør uppá 55
mió krónur.
Gott samstarv
Statoil hevur fram til mána
dagin verið á norskum hond
um. Men við avtaluni mill
um Ognarfelagið Megd og
Statoil ASA er allur parta
peningurin nú vorðin før
oyskur.
Umframt keypið av Stat
oil hevur Løkir somuleiðis
gjørt avtalu við p/f Faroe
Bunkers í Fuglafirði. Hetta
er eitt oljufelag undir stovn
an, og sum hereftir verður
skipað so, at tað og Megd
verða sama felag.
Í Ognarfelagnum Megd
eru umframt hesi bæði, eis
ini partafeløgini Vinnan,
Havsbrún, Framherji, Krún
borg, Normek, Palli hjá
Mariannu og Bergfrost.
Men møguleiki er eisini
hjá øðrum íleggjarum at
koma uppí Megd.
– Áhugin er so mikið stór
ur, at ognarparturin hjá okk
um í Løkir væntandi fer at
liggja um eini 20 % tá
avtornar.
– Hini prosentini fara
aðrir íleggjarar og fyrrver
andi eigararnir í Faroe
Bunkers at eiga, sigur
nevndarformaðurin í Løkir.
Petur Háberg Jacobsen
fegnast eisini um, at hand
ilin er avgreiddur í góðum
samstarvi millum leiðandi
feløg í føroyska vinnulívi
num.
– Prísin, hann halda vit
innanveggja, sigur hann.
Statoil komið á f
- Statoil skal finna sína egna samleika í framtíðini, sigur Niels Juel Nattestand, stjóri í Statoil Føroyar (uttast vinstrumegin).
Undir liðini á honum situr Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í Løkir, Bergur Poulsen frá Faroe Bunkers og John Rajani frá
Corporate Finance-deildini í Føroya Banka
Mynd: Jens Kr. Vang