Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 22. november 2007 41 lýsingar www.kvinnuhusid.fo Hugnaløta í Miðlahúsinum 26. november kl. 20 Í samband við at 25. november er ‘Altjóða dagur móti harðskapi ímóti kvinnum’, skipar Kvinnuhúsið fyri hugnaløtu mánakvøldi 26. nov.kl. 20. Kristine Stricker Hestbech, prestur, fer at hugleiða um: ‘Tað góða lívið’ hvat er eitt gott lív? hvat er eydna? Borðreitt verður við kaffi & køkum. Kostnaður 50kr Øll eru hjartaliga vælkomin! Maskinmeistari søkist til Elfelagið SEV Eitt farloyvisstarv fyri maskinmeistara við elverkið á Strond í Klaksvík er leyst at søkja til setan í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. desember 2008. Starvsinnihald Starvið umfatar rakstur og hald av elverkinum á Strond, viðlíkahald av mobilagrigatum, eins og viðlíkahald av teim fimm smáverkunum á Fugl­ oynni, í Mykinesi, á Skúvoynni, Kolturi og Stóra Dímun, ið tilsamans hava 14 framleiðslueindir. Hartil eru 3 eykaverk, sum eisini hoyra til starvs­ øki. Talan er fyrst og fremst um dagarbeiði, men talan kann blíva um nakað av vaktararbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Arbeiðsstaður Arbeiðsstaðið er á elverkinum á Strond, og arbeitt verður á og út frá hesum arbeiðsstaði til hini elverkini eftir tørvi. Førleikakrøv Tað er ein fyrimunur um tú hevur fulla maskin­ meistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistara­ prógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv og/ ella royndir innan øki. Løn Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Er talan um fulla maskinmeistaraútbúgving er starvið flokkað í lønarflokki 6. Byrjunar­ og endalønin í 6. løn­ arflokki er í løtuni netto ávikavíst kr. 25.624,38 og kr. 27.403,85 um mánaðin. Harafturat verður goldið í eftirlønargjaldi tilsamans ávikavíst kr. 3.203,05 og kr. 3.425,48 um mánaðin. Lønin verður ásett eftir starvsaldri framman­ undan, sum verður roknaður frá próvtøkudeg­ num, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Fólk í tíðaravmarkaðum størvum sum hesum kunnu velja at fáa eftirlønargjaldið útgoldið sum A­inntøka. Umsóknir Vinaliga send umsókn saman við prógvum og møguligum ummælum til: Elfelagið SEV Postrúm 319 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er týsdagin 4. desember 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Jákup Petersen, verkmeistara ella til Berg Didriksen, deildarstjóra á maskindeildini, báðir á telefon nr. 346800. jólaborðhald føðingardagar konfirmatiónir familjuveitslur bindiklubbar hugnaløtur 1 . k l a s s a c a t e r i ngss er v i c e Vit gera alt: heitar rættir, kaldar rættir, buffét, fleiri rættirs menu, canapéir, siðbundið og ikki siðbundið. Ring til á tlf. 454100 ella tlf. 257448 og fá eitt tilboð. evagun@hotmail.com um... ...er lisin -so ert tú við! Lesið Sosialin - so eru tit við