Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 22. november 2007 47 70 ár Fríggjadagin tann 23. november verður Niels Nolsøe í Vági 70 ár. Móttøka verður í Ljómhúsinum kl. 16 - 19 har øll eru hjartaliga vælkomin at koma at heilsa upp á Niels. Mikudagin 28. november fyllir Jósvein Østerø, Klaksvík 70 ár. Dagurin verður hildin í KFUM & K í Klaksvík frá klokkan 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ár Mánadagin 26. november fyllir Petur Andrew Petersen, fyrrverandi prestur í Keypmannahavn, 80 ár. Móttøka verður í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv leygardagin 24. november frá klokkan 14 til 17. 85 ár Tórsdagin 22. november verður Elspa Joensen á Sevmýru 85 ár. Dagurin verður hildin heima hjá ommusoninum, Petur Joensen á Børkugøtu 6 í Trongisvági, fríggjadagin 23. november frá kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Sunnudagin 30. desember kunnu hjúnini Ann Arnadóttir og Hjørleif Dahl, Norðskála, halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Eydnuni á Oyrarbakka leygardagin 29. desember kl. 13-17. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 422353 ella 222403 innan 7. desember. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 23. november hava Lina og Sigurd Højgaard í Runavík gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í heiminum á Lyngvegi 5. frá kl. 7.00 til 15.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 23. nov kunnu hjúnini Hannemia og Jens Juel Sólbjørg halda diamantbrúdleyp. Dagurin verður, um Gud vil, hildin leygardagin í Skálanum frá kl 18, hvar øll, sum vilja gleða okkum eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 24/11/07 giftast Vanja Højgaard, Saltangará og Jørmund Skoradal Saltnes. Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni kl. 14. Døgurði verður fyri innbodnun kl. 17.30. Vælkomst verður í sjókafe´ini í Runavík kl. 22. Øll eru hjartaliga vælkomin :) Leygardagin 29. desember kl. 16 giftast í Sumbiar Kirkju, Beinta Lisberg, Sumba og Rógvi Joensen, Oyri. Veitslan verður í VB-Húsinum kl. 18. Tey sum vilja gleða okkum vi› at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. +45 27483492 (Beinta), +45 21783141 (Rógvi), 370529 (Sumba), 422208 (Oyri), innan leygardagin 8. desember. Vegna vaksandi virksemi, sóknast vit eftir arbeiðsmanni. Vit vænta at tú: • Ert arbeiðssamur • Ert álítandi • Ert fyrikomandi • Ert samarbeiðsvilligur Vit kunnu bjóða tær: • eitt spennandi og avbjóðandi starv • eitt gott arbeiðsumhvørvi í eini fyritøku í menning. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú ringja til Oddur á telefon 505882. Arbeiðsmaður Kongshavnar El-Virki Gulasteinsvegur 30 · FO-610 Saltangará t-postur: kev@kev.fo