fríggjadagur 23. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 23. november 2007
13
viðmerkingar
Er tað rætt at lata FK
byggja í miðbýðnum
í Klaksvík?
Fyri meira enn 30, ja kanska 35 árum síðani, søkti
FK um byggiloyvi í miðbýðnum í Klaksvík, men
minnist meg rætt, so var tá ógjørligt at finna eitt
hóskandi øki til hesa fyritøku - fyritøkan fekk tá ávíst
eitt øki uppi við Borðoyavík, sum teir takkaðu NEI til
- sama øki sum teir fyri stuttum søgdu JA til at
byggja á, men sum tá – av býráðnum - bleiv útlagt til
grønt øki, - og so datt tað niðurfyri.
Nú er so málið aftur til viðgerðar, og ein hevur
kensluna av, at hetta er sum eitt plástur upp á sárið, tí
nú er so ætlanin at geva byggiloyvi á eitt sera centralt
og í forvegin upptikið økið, nevniliga norðan fyri
statoilstøðina við Nólsoyar Páls Gøtu. Økið er ein
forlonging av verandi fiskaríhavn á Stongunum – her
eru nevniliga bátabrúgvar við báta- og bilparkering til
teir sum hesar eiga + oljulevering við meira.
Nú kenni eg av góðum grundum ikki málið betri
enn arðir borgarar, men her er talan um eitt vakurt
øki, og skal byggjast her, so má byggjast við
skynsemi.
Í mínum hugaheimi mugu allar bátabrúgvarnar
flytast á annað hóskandi stað, síðani má útfyllast
nakað út á vágna fyri at geva pláss fyri bygninginum,
tí bygningurin má vera í minsta lagið 40-50 metrar
frá høvuðsvegnum í einari hædd – og við hópin av
parkeringsplássum frammanfyri, annars verður alt ein
sannur ruðuleiki fyri alla framtíð á Nólsoyar Páls
Gøtu. Har tað longu nú er sera óframkomiligt.
Vónandi verður ein góð og virðilig loysn funnin
bæði fyri FK og ikki minst fyri borgararnar í
Klaksvík.
Hvat er tað, sum ger skúl-
an til tað hann er í dag, og
hvussu loysa vit skúlans
trupulleikar?
Vit eiga at hyggja fram-
eftir og menna okkara
skúla, so at bæði næmingar
og lærarar kunna fáa mest
møguligt burturúr.
Landsins mynduleikar
eiga at skapa fortreytir og
geva lærarunum teir røttu
karmarnar at arbeiða undir,
so lærarastarvið verður
meira áhugavert, og nýggir
lærarar støðugt kunnu
leggjast afturat.
Skúlin eigur at verða
lagdur betur til rættis.
Hetta kann fyrst og fremst
gerast við at skipa
arbeiðstíðuna, frítíðina og
lønina betri hjá lærarunum.
Harafturat skal næminga-
talið skipast eftir tørvi, so
at lærarin fær givið sína
vitan, uttan at verða
strongdur. Lærarin má
eisini fáa møguleikan at
fáa skeið og støðugar
útfordringar, so at ein
útvikling veruliga fer fram.
Hetta vil síðani skapa eitt
nøgdsemi hjá bæði lærara
og næmingi, og í síðsta
enda geva úrslit úti í sam-
felagnum.
Nøgdsemi skapar áhuga
og kreativitet og kann tað
vera við til at skapa ein
góðan skúla.
Lat okkum hoyra, hvat
lærarin hevur at siga um
hetta, so vit kunnu arbeiða
móti eini loysn og fáa ein
góðan skúla og harvið eitt
væl útbúgvið samfelag.
So bleiv lygning serverað
einaferð aftrat: Føroyar
fingu onga hjálp úr
Danmark, tá kreppa
rakti landið fyrst í 90-
unum. Væl innballað í
løgnum argumentum
borðreiðir Kjartan
Hoydal við hugleiðingum
um valstríðið upp til
fólkatingsvalið
”Løgnar sagnir partur av
fólkatingsvalstríðnum” kall-
ast grein í Dimmu fríggja-
dagin 16. november. Smá-
yvirskriftirnar í greinini
vísa ætlanina:
- Danmark skal leiða
okkum út í alheimin,
- Danmark skal hjálpa í
ES,
- Rættindi Føroya undir
heitinum ”Danmarkar
Kongsríki Føroyum
viðvíkjandi.”
Tá ein sannførdur tjóð-
veldismaður brúkar hasar
yvirskriftirnar, er málið
klárt:
Tað er at ”prógva”:
- at Danmark roynir at
forða fyri, at Føroyar
sleppa út í heim,
- at Danmark ikki kann
verða Føroyum ein
stuðul, tá tað kemur til
ES,
- at Danmark ikki vil
Føroyum nakað gott.
Ella stutt og greitt, at sam-
arbeiðið í Ríkisfelags-
skapinum skaðar Føroyar
og føroysk áhugamál. Eg
skal ikki viðgera hvønn
setning í greinini, hóast tað
hevði verið tiltrongt, men
bert hyggja nærri at
tveimum pástandum, sum
slett ikki halda.
Lygnin einaferð aftrat
Tjóðveldismenn hava altíð
verið nøkur guddommilig
grenj. Danir gera so, danir
snýta okkum her, danir
mótarbeiða okkum har.
Graml og grenj og national-
istisk tala frá morgun til
kvøld. ”Góða mamma tað
var ikki eg, danirnir teir
fýrdu meg”. Men ikki
bara hava teir verið tvør-
ball, romantikarar og grenj-
utir. Lygnir og falskar
pástandir hava teir (onkur
heiðurlig undantøk eru)
tikið uppí saman. Aftur og
umaftur og fleiri ferðir
aftrat.
Greinin fer – sjálvandi -
aftur til kreppuna í 90-
unum, tá landið vegna ein
hopleysan, men føroyskan
vinnu- og búskaparpolitikk
var um at fara, ella reelt
var farið á húsagang. Fólk
rýmdu av landinum í stór-
um tali.
Greinskrivarin pástendur
so, at royndin at fáa kreppu-
hjálp úr Danmark ”varð
púra avvíst”. Ja, tað ”varð
sópað av borðinum”, sum
hann tekur til.
Hatta er ikki sannheitin!
Alt eftir hvussu tølini
verða roknaði saman, og
hvat verður tikið við sum
hjálp, beinleiðis pengainn-
spræning, eftirgivin lán,
yvirtiknir grunnar og
stuðul úr Danmark, so
liggur talið millum umleið
3 og 9 milliardir krónur.
(Bókin hjá Jørn Astrup
Hansen ”Færøske Banker”
frá 2007 er frálík kelda).
Eg kann í hesum viðfangi
nevna, at ein annar skriv-
andi tjóðveldismaður hevur
serverað somu ósannindir,
enntá í samrøðu við
JyllandsPosten. Tað hendi
tann 15.08.2006 har
konklusiónin um umrøddu
kreppuna í samrøðuni
verður: ”Det står klart for
færingerne, at vi er på
egen hånd. Der er ingen
der kommer og hjælper
os…”
Svar frá gløggum
eygleiðara
Tíbetur eru nógv fólk sum
lesa JyllandsPosten, sum
vita betur. Men hvørja ferð
slíkar grovheitir koma
fram, missa hesir republi-
kanarar (og harvið føroy-
ingar) bara trúvirðið. Svar
kom eisini skjótt, har Erik
Ludvigsen í Aalborg
skrivaði. ”Udtalelsen er i
direkte modstrid med
sandheden. Den danske
hjælp var på 3,1 milliarder
kroner… Løsrivelses
manden Gunnar Hoydal
tilhører den færøske ånds
elite. Som mange andre
åndsfyrster udstyret med
politiske skyklapper”.
(Jyllandsposten 21.08.06)
Grenj og simpul
keypmansrokning
Filosofiin aftanfyri henda
merkiliga hugsingarhátt er
ein undarligur blandingur
av aritmetiskum rokni-
stykkjum, demografiskum
spekulatiónum og vón-
leysum grenji. Argumentið
fyri loysing og fullveldi er
nú hetta:
”Vit sleppa ikki undan,
at í danska kongaríkinum
eru 5 milliónir danir og um
50.000 føroyingar. 100
danir fyri hvønn føroying.
Tað er ikki væntandi, og
heldur ikki rímiligt, at
hesar 5 milliónir skula lata
føroyingar ráða í málum,
sum hava týdning fyri Dan
mark. Tølini vísa, at tað er
tokutala at tosa um javn
bjóðis støðu millum tjóðir
nar í danska kongaríki
num”.
Hatta er eitt argument,
sum einki er vert, og kem-
ur aftur sum ein boome-
rang. Tað sum tjóðveldis-
menn vilja, er jú at fáa sær
eina formelt suverena
republikk at rokast í. Men,
hevur ein mikro-republik í
leysari luft - sum eitt fon í
jet-streyminum - frægari
”javnbjóðis støðu” í mun
til Danmark við 5 millión-
um ella Europa við sínum
umleið 500 milliónir. Tá
verður - við somu lutfals-
rokning, sum vit sóðu
oman fyri - at nú eru 100
danskarar ella 10.000
europearar at standa upp
ímóti fyri hvønn føroying.
Og skal ”republikkin”
virkuliga út í heimin, so
skal man setast í lutfall til
6 milliardir heimsborgarar.
So verður hetta roknistykki
til, at hvør einasti føroying-
ur skal einsamallur upp
ímóti meira enn 100.000
fólkum, um vit brúka sama
logikk, sum greinskrivarin
ger.
So slíkt roknikynstur
kann ikki brúkast sum
argument fyri einum full-
veldi. Hatta kann eisini
vendast við. Man kann
spyrja, er tað ikki gott at
man kann samarbeiða í
Ríkisfelagsskapinum? At
hava 5 milliónir av vælút-
búnum og vinarliga sinnað-
um menniskjum at styðja
seg til í bakhavanum? Í
einum ríkum, demokrat-
iskum og sum heild væl-
fungerandi landi? Nei, ikki
hjá tjóðveldismonnum,
sum altíð hava grenjað og
søkt konfrontatiónina. Jú
meira rok og ballada, jú
betri.
Samarbeiði heldur enn
konfrontatión og grenj
Í flestu førum hevur tað
verið so, at tá føroyingar
bara hava verið nøkulunda
samdir innanhýsis, og hava
biðið um okkurt skilagott,
so hevur danska stjórnin
altíð verið til at tosa við.
Grenj, upplop og konfronta-
tión føra ongan veg.
Hvar komu pengarnir
frá, tá Sjóvinnubankin
skuldi bjargast í 50-unum,
ella Kjølbro nakað seinni,
ella tá landskassin hevði
stórar likviditetstrupul-
leikar? Hvar kom start-
kapitalurin til Realkredittin
frá? Hvør financieraði
størsta partin av pensjón-
unum, sum komu í 58 og
gjørdu Føroyar til eitt
nøkulunda civiliserað
samfelag? Hvar kom 60-
millióna-grunnurin frá?
Hvar komu tær 3 til 9
milliardirnar frá í 1990-
unum frá - pengarnir sum
bjargaðu Føroyum undan
total-ruin?
Tjóðveldismenn vilja
vera við, at pengarnir slett
ikki eru komnir. Ævintýr,
realisma ella grenj?
Javnbjóðis støða???
Verri er við politiska part-
inum í argumentatiónini í
langa setninginum oman-
fyri. Hvat er ein ”javn-
bjóðis støða”? Ein full-
veldis-føroysk rødd kemur
aldri at telja tað sama, sum
til dømis ein ið umboðar
Danmark, Týskland, USA,
ella Kina. Hvørki so ella
so. Loysing gevur ikki petti
meira ”javnbjóðisheit”,
allarhelst tvørtur ímóti.
Politikkur landa millum er
grundaður á økonomiska
og militera makt og sam-
gongur. Eingin tekur eina
mikro-fon-republikk í
álvara, um á stendur.
Tjóðveldismenn gera gjøld-
ur burturúr, at føroyingar
velja tveir limir á Fólka-
ting. Tað svarar heilt væl
til støddina á veljara-
fjøldini. Men danskir velj-
arar velja ongan lim á Løg-
ting, hóast teir eru 100
ferðir fleiri.
Lygnir og illusiónir, ella
bara eitt ævintýr
So, lygning um at Dan-
mark ikki veitti nakra
hjálp, og illusiónin ella
hvørvisjónin um at full-
veldi loysir problemini, er
ein vandamikil ideolog-
iskur cocktail. Best er at
stoyta handan bedøvandi
drykkin í vaskið sum
skjótast.
Løgin ævintýr sum partur av tjóðveldisfávitinum?
Rolf
Guttesen
VinjaRd
johansen
Skúlin eigur at gerast meira áhugaverdur bæði fyri læraran og næmingin
KáRi
Kjelnæs