fríggjadagur 23. november 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 228 - 23. november 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Sjáldsom
vitjan
Eftir innbjóðing frá japanska
forsætisráðharranum, Yasuo
Fukuda, hevur kinesiski for
setin, Hu Jintao, gjørt av at
fara til Japan at vitja næsta
ár. Seinast ein kinesiskur for
seti var í Japan, var í 1998, tá
Jiang Zemin var í Tokyo,
men vitjanin endaði í ruðu
leika, tí londini fóru at kegl
ast um fortíðina. Síðani eru
fleiri innbjóðingar farnar úr
Tokyo til Beijing, men ikki
fyrr enn nú er nakað komið
burturúr. Politiskir eygleið
arar siga, at tey bæði búskap
arligu stórveldini hava nógv
at tosa um. Eitt nú eru tey
ósamd um rættindini til gass
ið undir havbotninum í
Eysturkinesiska Havinum.
Howard
revsar
felagar
Forsætisráðharrin í Avstralia,
John Howard, viðgekk í gjár,
at tveir týðandi limir í flokki
hansara, Liberala flokkinum,
høvdu medvirkað til at bera
almenninginum ein bókling,
sum knýtir Arbeiðaraflokkin
at islamskum yvirgangsmonn
um. Í bóklinginum, sum
Islamska Fylkingin í Avstra
lia hevur skrivað, takka útgev
ararnir Arbeiðaraflokkinum
fyri at hava stuðlað indones
isku monnunum, sum blivu
dømdir fyri bumbuatsóknina
á Bali í 2002. Atsóknin var
óvanliga ógvuslig og kostaði
202 mannalív. Á tíðindafundi
í gjár segði John Howard, at
teir báðir floksfelagarnir hava
fingið sekkin. Val verður í
Avstralia um vikuskiftið.
Óvanlig
blaðgrein
í Iran
Tað hevur vakt stóran ans í
Iran og aðrastaðni, at eitt
iranskt blað hevur funnist
hvassliga at Mahmoud Ahma
dinejad, forseta. Millum ann
að heldur blaðið, at framferð
in hjá forsetanum er óheppin
fyri iranska samfelagið og
tænir ikki landsins áhugamál
um í altjóða høpi. Blaðið
skrivar eisini, at atburðurin
hjá forsetanum elvir til spjað
ing innanlands. Útlendskir
eygleiðarar halda tað vera
sera áhugavert, at greinin
stendur í einum blaði, sum
verður hildið at hava tætt til
knýti til tann týðandi átrúnað
arleiðaran Ali Khaminei.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Hvussu eg bar meg at við at fáa Birthe Rønn Hornbech
at taka av? Vit hava eitt serligt samband (Anders Fogh
Rasmussen)
útlond
Fleiri høvdu væntað,
at Anders Fogh
Rasmussen fór at
manna stjórnina við
yngri kreftum, men so
varð ikki
Anders Fogh Rasmussen
hevur givið tekin um, hvør
skal loysa seg av sum
floksformann og forsætis
ráðharraevni hjá Vinstra,
men tann nýggja stjórnin
boðar ikki frá tí ættarliðs
skifti, sum fleiri danskir
eygleiðarar høvdu roknað
við.
Kanska heldur tvørtur
ímóti. Tann einasti úr tí
yngra ættarliðnum, sum
slapp upp í part, er vinstra
maðurin Troels Lund Poul
sen,
sum
skal
umsita
umhvørvismál.
Í hinum aldursendanum
var tað óvæntað, at vinstra
kvinnan Birthe Rønn Horn
bech kom í stjórnina, har
hon umsitur innflytara og
kirkjumál. Tað er alment
kent, at Birthe Rønn Horn
bech og Danski Fólkaflokk
urin hava ikki drigið eina
línu í spurningum um inn
flytarar,
og
eygleiðarar
tulka tilnevningina av henni
sum eitt tekin frá forsætis
ráðharranum um, at hann er
sinnaður at snara eitt sindur
frá teirri hørðu kósini hjá
stuðulsflokkinum.
Politiskir eygleiðarar í
Keypmannahavn siga, at
forsætisráðharrin hevur valt
at fáa sær eina stjórn, sum
er sett saman av royndum
politikarum,
samstundis
sum ráðharravalið boðar
frá, at hann vil hava eina
meiri ágangandi stjórn.
1,3 mió. fólk í New
York eru so fátæk, at
tey hava ikki ráð til at
keypa sær mettuna
Felagsskapurin The New
York City Coalition Against
Hunger vil sambært BBC
vera við, at sætti hvør borg
ari í býnum hevur ov lítið til
matna, og at bíðirøðirnar á
matveitingarstøðunum eru
vorðnar 20 prosent longri
hetta seinasta árið.
Orsøkin til gongdina er
sambært felagsskapinum, at
fátækradømið er vaksið í
New York hetta seinasta
árið, samstundis sum tað
almenna
hevur
skert
stuðulin til tey fátæku.
Á matveitingarstøðunum,
sum eru ætlað teimum
fátæku, hava tey spurt, um
fólk halda seg fáa nóg mikið
til egnan tørv. 57 prosent
svaraðu, at tey fáa ikki nóg
mikið. Sambært The New
York
Coalition
Against
Hunger søgdu 48 prosent
tað sama í fjør.
Nýtt og gott gamalt í Danmark
Átta nýggir ráðharrar og ráðharrar, sum skiftu ráðstovu: Ovast
frá vinstru: Lars Løkke Rasmussen, Troels Lund Poulsen, Birthe
Rønn Hornbech og Bertel Haarder. Niðara rað frá vinstru:
Karen Jespersen, Carina Christensen, Jacob Axel Nielsen og
Connie Hedegaard.
12,6 mió. húsarhald í USA siga, at tey hava ov lítið til matna. Tað svarar til umleið 30 mió. fólk
(Mynd: AP)
Sætti hvør New York-búgvi
hevur ov lítið til matna
3. stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen:
Forsætisráðharri: Anders Fogh Rasmussen.
Búskaparráðharri: Bendt Bendtsen.
Fíggjarmálaráðharri:Lars Løkke Rasmussen
Uttanríkisráðharri: Per Stig Møller.
Vælferðarmálaráðharri: Karen Jespersen
Arbeiðsmarknaðarráðharri: Claus Hjort Frederiksen.
Løgmálaráðharri: Lene Espersen.
Heilsumálaráðharri: Jacob Axel Nielsen
Innflytaramálaráðharri: Birthe Rønn Hornbæk
Umhvørvismálaráðharri:Troels Lund Poulsen
Orku og veðurlagsmálaráðharri: Connie Hedegaard
Mentamálaráðharri: Brian Mikkelsen.
Kenslumálaráðharri: Bertel Haarder
Vísindamálaráðharri: Helge Sander.
Samferðslumálaráðharri: Carina Christensen
Matvørumálaráðharri: Eva Kjer Hansen.
Menningarmálaráðharri: Ulla Tørnæs.
Verjumálaráðharri: Søren Gade.
Skattamálaráðharri: Kristian Jensen.