Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 23. november 2007 29 tíðindi Havn: Fyrr í hesum mánaði­ num høvdu børnini og starvsfólk­ini á barngarðin­ um við Landavegin eina verk­ætlan, sum snúði seg um havið. Børnini luttók­u sera virk­­ in í arbeiðinum, bæði innan­ veggja og uttandura. Tey vóru millum annað í Sandagerði og fangaðu har alsk­yns sløg av tí, sum livir í sjónum. Var veðrið hinvegin ik­k­i til vildar, vóru tey inni og tek­naðu og litaðu ymisk­t. Alt hetta miðaði eftir at læra børnini um tað, sum livir og rørir seg undir sjóv­ armálanum. Samstundis miðaði hetta fram ímóti eini framsýning, sum varð hild­ in seinasta fríggjadag fyri foreldrunum. Her var nógv gjørt burtur úr. Til ljóðið av tosandi hval­ um vóru myndir, livandi sjó­ dýr, ein stórur hvalur og mangt annað at síggja. Eitt frálík­t tiltak­, sum hug­ tók­ og gleddi børnini, og sum tey seint fara at gloy­ ma. sb. Havið sang yvir teimum gleðiljóð Ein stórur svartur hvalur hoyrir sjálvandi við til eina verkætlan um havið Tað er ikki á hvørjum degi, at børnini fanga ein livandi krabba Børnini fingu nógv nýtt at vita um havið og sluppu eisini at mynda tað Ein balja við livandi djórum var við á framsýningini. Her vóru altíð børn at síggja Framsýningin var væl skipað við troli og øllum tí sum hoyrir havinum til Sandágerði er eitt gott stað til børnini at stuttleika sær í Greitt verður frá teimum ymisku gággusløgunum