fríggjadagur 23. november 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 23. november 2007
37
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Pedagogur og hjálparfólk
til dagstovnin í Hoyvík
Søkt verður eftir einum pedagogi, til stórabólk, at arbeiða 20 um vikuna at byrja 10. desember
2007 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt efitr tveimum hjálparfólkum at arbeiða, tá tørvur
er á tí, at byrja skjótast gjørligt.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum í
Hoyvík, Vegurin langi, 188 Hoyvík í hendi innan hósdagin 6. desember 2007.
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Onnu Mariu E. Antoniussen, stovnsleiðara, telefon 30 22 50
ella 22 88 26.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Starvsfólk til Sandoyar Øki
Hesi størv eru leys at søkja frá 1. januar
2008:
Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á 28
t/viku.
Tvey størv sum heilsurøktarar á 28t/viku.
Eitt tíðaravmarkð starv sum heilsuhjalpari
á 25 t/viku til 31/8-2008.
Heimatænastan Sandoyar Øki er ein
skipan, har heimarøkt, røktarheims-
og sambýlisrøkt er samskipað, og har
starvast verður bæði á stovnum og úti
í økinum. Roknast kann við skiftandi
vaktum.
Økisskrivari
Hartil er eitt tíðaravmarkað starv sum
økisskrivari á 20t/viku leyst at søkja frá
1. januar 2008, ella skjótast tilberð til
31/10-2008
Førleikakrøv
Heilsufakliga útbúgving og teldukunn-
leiki.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
økisleiðaran Ásu Davidsen á tlf.213890
Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráði og avvarðandi yrkisfelag
Umsókn
Umsóknin við avriti av próvskjølum og
CV skulu sendast til:
Heimatænastan Sandoyar Øki
Miðgøta 8
210 Sandur
Stílað: Ása Davidsen, økisleiðari
Umsóknarfreist 7. desember 2007
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Móttøka
Í samband við at Anna Dánjalsdóttir er sett sum leiðari
á Sýnini í Vágum frá 1. desember 2007, bjóðar stýrið til
almenna móttøku
Hósdagin 29. nov. 2007 kl 14 – 16
Í matstovuni á Sýnini
FO-370 Miðvági · TLF 353650 · FAX 353651
lýsingar