fríggjadagur 23. november 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 23. november 2007
51
lýsingar
Vegna vaksandi virksemi, sóknast
vit eftir arbeiðsmanni.
Vit vænta at tú:
• Ert arbeiðssamur
• Ert álítandi
• Ert fyrikomandi
• Ert samarbeiðsvilligur
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv
• eitt gott arbeiðsumhvørvi í eini fyritøku í
menning.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú ringja til
Oddur á telefon 505882.
Arbeiðsmaður
Kongshavnar El-Virki
Gulasteinsvegur 30 · FO-610 Saltangará
t-postur: kev@kev.fo
Handilslærlingur
Vit sóknast eftir einum lærlingi til
okkara HVS-handil.
Tín førleiki
Vit vóna at tú ert fyrikomandi, íðin, nærlagdur,
sjálvstøðugur og skilur týdningin av góðari
kundarøkt. FHS ella onnur miðnámsútbúgving er
ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit
Eitt starv har ið tú saman við øðrum kemur at taka
tær einum spennandi og fjøltáttaðum handli. Tú
fært møguleika at hjálpa og leiðbeina kundum
okkara, samstundis sum tú fært ábyrgd og møgu
leika til at menna okkara handil – Stutt sagt eitt
spennandi starv í einari fyritøku í støðugari
menning.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum er,
mánadagin 10. desember.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at ringja til
okkara á tel. 312 000
Maria Poulsen pf
Postmoga 182
FO-110 Tórshavn
Húsasøla frá Spanien
www.suninvestmentsl.com
Linda Ros · Tel 0034 646 930 757
T
or
du
r
J.
N
ic
l
a
s
e
n
Ábyrgdarfullur
Verjir skapanarverkið
Miðflokkurin sjálvandi
www.midflokkurin.fo
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Profilurin
Navn: Tordur J. Niclasen
Bústaður: Eiði
Familjuviðurskifti: Giftur við Sigrun Gunnarsdóttir,
og vit eiga trý børn, Maria, Pætur og Heini
Starv: Fyristøðumaður á Eysturoyar Røktar-og
ellisheimi.
Í summar var eg, saman við synunum báðum, á veiðu-
ferð í Eystur Grønlandi. Vit sigldu við einum 27 fóts báti
norð móti Nansens fjørðinum. Við á ferðini var ein dani
og grønlendskur veiðumaður. Dýrdarveður, spegils-
blankir firðir, ísfjøll og ísur so langt eygað rakk.. Ei heldur
fóru vit til húsar »ongul í reyv« – nei, 3 narhvalir
(tannhvalir) vórðu harpuneraðir og fingnir til høldar.
Stórsligin og ógloymandi túrur við mongum uppliv-
ingum.
Komnir nakað ávegis suðureftir á heimferðini, peikar
grønlendski veiðumaðurin móti landi og spyr um vit
síggja eina lítla oyggj einar 2 fjórðingar úr landi. Jú , tað
gjørdu vit. Og so sigur hann hesi orð, sum brendu seg
fast í sinnið: »Fyri 10 árum síðan var eingin oyggj at
síggja – tí tá var hon fjald av einum gletstchara«.
Segði nakar »dálking«??
Miðflokkurin tekur umhvørvisspurningin í álvara og
stuðlar avgerðum og tiltøkum sum minkað um dálking!.
Hetta ásannandi, at tað er okkara ábyrgd og skylda at
geva børnum og eftirkomarum okkara góð kor at liva
undir.
Sum ein av stovnarum floksins fegnist eg stórliga um ta
undirtøku flokkurin hevur millum veljaran.
Ein undirtøka, sum er neyðug, um flokkurin framhaldandi
skal hava ávirkan.
Miðflokkurin verjir virðini – og tað er av týdningi at vita!
Ikki sannheit?
Veitst tú, at:
• Framstandandi vinnulívsfólk í Føroyum
taka undir við Kyoto
• Hóast ein meiriluti í løgtinginum tekur undir við
at seta Kyoto í gildi, torir løgmaður ikki at fremja
tað í verki.
• Miðflokkurin á løgtingið, hevur tikið undir við
øllum uppskotum, umhvørvinum at frama.
Orsaka av at Virksemi okkara økist, søkja vit eftir skrivstovufólki til eitt
áhugavert og fjølbroytt starv.
Tú kemur at arbeiða við øllum vanligum skrivstovuuppgávum, so sum at
fakturera, bókað og avstemma, lønaravgreiðsla.
Vit vænta okkum, at tú hevur royndir í skrivstovuyrkinum, teldukunnleika til
vanligu office forritini, dugir enskt, hevur samstarvsevni og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt.
Starvið verður at seta skjótast til ber. Løn sambært avtalu.
Ynskjast fleiri upplýsningar, ber til at ringja til Páll Larsen, tlf. 777076
Umsóknir skulu verða okkum í hendi seinast 14. desember 2007 kl. 16.00
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til
Marine Harvest Faroes P/F
Ternubrekkan 1
695 Hellurnar
Ella sum teldupostur til pall@marineharvest.fo
Skrivstovufólk fulla tíð til
Marine Harvest Faroes P/F
www.marineharvest.com
Marine Harvest er størsta alifelag í heiminum, og verður
triði hvør aldur laksur framleiddur í einum Marine Harvest
felag. Í Føroyum rekur Marine Harvest 4 alibrúk og eina
smoltstøð, og framleiða vit 6.000 tons av laksi um árið.
8MZP_RaZPa^2XWMÊ[W_UZ_
Z[bQYNa^#
kl. 9.30 á Parnassinum á Hotel Hafnia.
cccR[XWMRX[WWa^UZR[