fríggjadagur 4. mai 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 4. mai 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
24
Nr. 85 - 4. mai 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Ein av týðandi, men
kanska heldur fjaldu
stovnunum í Mið-
býnum, er Býarbóka-
savnið. Virksemið er
nógv, við vaksandi
telduvirksemi. Hølini
eru lítil og tað eru
onnur enn havnar-
fólk, ið hava lánikort
til Býarbókasavnið og
bæði børn og vaksin
nýta spøl, teldur og
lesistovu dúgliga
MIÐBÝURIN
Dagfinn Olsen
Við gongugøtuna í Havn
liggur
Býarbókasavnið.
Heili 14.340 fólk hava láni-
kort har og tað eru ikki bert
havnarfólk.
Hóast heldur trongligt, so
eru hølini hugnalig og í fjør
vóru 79.000 vitjandi á
Býarbókasavninum
og
65.000 útlán vóru. Um-
framt tey vitjandi, so læna
eisini fólk kring landið, tí
gjørligt er at ringja og bí-
leggja sær tilfar.
Gomlu lánikortini eru
søga, alt er á teldu nú.
Bókasavnið kann bjóða
internet, men vísast er at bí-
leggja pláss, tí nógv eru um
boðið. Á Barnabókasavnin-
um eru spæliteldur, ið eru
nógv nýttar. Barnabóka-
savnið er eisini væl vitjað
og serliga hugnaligt meta
tey á bókasavninum tað
vera, at dagpleygumammur
vitja dúgliga við børnum.
Ikki margmiðlar
Ikki er óvanligt aðrastaðni,
at finna fløgur og sjónbond
á bókasøvnum. Men hetta
er ikki at finna á Býar-
bókasavninum. Orsøkin er
einføld: plásstrot.
Á
Býarbókasavninum
verður sagt, at hetta áttu tey
at havt at bjóða, men pláss-
ið er lítið, hóast tey fingu
økt gólvvíddina í 1995.
Men nógv er til av ljóð-
bókum til teirra, ið hava
brúk fyri hesum.
Lesistovan hevur mangt
og ymiskt at bjóða. T.d.
føroysk og útlendsk bløð og
tíðarrit og lesistovan verður
nógv nýtt.
Broytingar
Teldutøknin hevur kollvelt
so mong samfelagsøki og
so er eisini á bókasøvnum.
Á Býarbókasavninum á-
sanna tey, at uppgáva teirra
er at lata kunnleika og upp-
lýsing. Men hóast útsøgnir
um bókadeyða og at teldan
ger av við skriving og við
bókina, so eru ikki tekin
um hetta enn. Á bóka-
savninum siga tey, at hagtøl
vísa, at fólk fara eftir bók-
ini, men tá sláast skal upp,
so er teldan hent og verður
nýtt.
Skúlaungdómurin
nýtir bøkurnar nógv.
Teldan vinnur, tá sláast
skal upp og er hent, tá t.d.
leitast skal eftir útbúgving-
um uttanlands og øðrum.
Fólk duga væl við teldun-
um, staðfesta bókavørðar-
nir.
Eitt ber tó ikki til á Býar-
bókasavninum og tað er at
chatta. Fólk nýta teldurnar
til teldupost, men bóka-
vørðarnir hava greitt - ser-
liga ungfólki – frá, at
chattið hevur ov nógv óljóð
við sær og so við og við
skilja fólk hetta.
Ikki tíðarhóskandi
hølisviðurskifti
Á Býarbókasavninum eru
tey ikki í iva um, at bóka-
savnsvirksemið hevur eina
framtíð, hóast teldur og
annað, men hetta verður
sagt í ásannan av, at hølini
við gongugøtuna eru ikki
tíðarhóskandi og lítið pláss
er.
Trupult ella vónleyst er
hjá brekaðum, illa gongd-
um og mammum við børn-
um at vitja Býarbókasavn-
ið.
Bókasavnið hevur fleiri
bøkur á goymslu, tí rúm er
ikki fyri øllum. Eisini teld-
urnar taka sera nógv pláss.
Hvussu verður við hesum
viðurskiftum er sjálvsagt
ein politiskur spurningur,
men staðfestast kann, at
nógv vitjaðu og nýttu hølini
í Miðbýnum er ikki tíðar-
hóskandi.
Ein lættur háttur at vitja
Býarbókasavnið er at fara
inn á heimasíðuna:
www.byarbok.fo
Fólk fara til bøkurnar,
men sláa upp á teldu
Á Býarbókasavninum eru tey ikki í iva um, at bókasavnsvirksemið hevur eina framtíð, hóast
teldur og annað