mánadagur 26. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 229 - 26. november 2007
tíðindi
Bókanýtt
Lagt til rættis: Dorit Hansen
Tvær sera ymiskar og forkunnugar
bøkur, sum vísindaliga viðgera
Bíbliuna, hvussu hon er komin til
og hvussu hon er týdd og tulkað
ígjøgnum øldir. Talan er um
bókina „Føroyskar bíbliutýðingar
og týðingarroyndir“ hjá Elsu
Funding, gudfrøðingi, sum Turið
Sigurðardóttir hevur ritstjórnað,
og um bókina „Guds orð ella orð
um Gud. Tekstur og søga í
Bíbliuni“ hjá Hans Andriasi
Sølvará, søgufrøðingi.
Føroyskar bíbliutýðingar
Elsa Funding er fyrsta føroyska
kvinnan, ið gjørdist prestur. Bókin
Føroyskar
bíbliutýðingar
og
týðingarroyndir
er
kanning
hennara av føroyskum týðingum
av bíbliuteksti frá byrjanini í 1823
og fram til 1990.
Viðgerðin er tvíbýtt: tíðin fram
til 1908 og tíðin 1909-1990.
Týðararnir í tí fyrra skeiðinum
eru slóðbrótarin Schrøter og teir
Hammershaimb, Jóan Petur uppi
í Trøð, Fr. Petersen, Jógvan
Poulsen, Símun av Skarði og A.
C. Evensen. Í hesum skeiðinum
varð
støðið
lagt.
Í
seinna
skeiðinum
eru
tey
trý
høvuðsnøvnini Jákup Dahl, sum
fram um aðrar skapti føroyskt
bíbliumál; Victor Danielsen, ið
týddi alla Bíbliuna; og K.O.
Viderø, sum týddi Gamla Testa-
menti. Teir yngstu týðararnir eru
Axel Tórgarð og Hans J. Joensen.
Høvundurin leggur fyri við
vandaligari gjøgnumgongd av
vesturlendskum bíbliutýðingum
søguliga og ástøðiliga. Hetta er
fangandi lesnaður hjá øllum, ið
hava áhuga fyri tulkingarfrøði
(hermeneutikki)
og
týðingar-
frøði.
Orð um Gud
Hans Andrias Sølvará, søgu-
frøðingur, hevur skrivað bók, har
hann varpar ljós á nakað av tí,
sum kritiska bíbliugranskingin er
komin eftir.
Bókin snýr seg um tann
varðveitta bíbilska tekstin og í
minni mun um tann søguliga
veruleika, sum fjalir seg aftanfyri
tekstirnar. Víst verður m.a. á, at
tekstirnir í Bíbliuni aloftast eru
skrivaðir av ónevndum høv-
undum langt aftan á eftir tær
hendingar, sum teir snúgva seg
um. At tað ofta er trupult at fáa
innihaldið í tekstum í Gamla
Testamenti at samsvara við forn-
frøðiligar kanningar.
Víst verður eisini á, at einki
upprunahandrit finst av nøkrum
teksti í Bíbliuni. Og at tekstirnir í
Nýggja Testamenti eru varðveittir
í so nógvum og ymiskum hand-
ritum, at granskarar í veruleikanum
ikki vita, hvussu nógvir munir eru
millum tey. Høvundurin vísir í
bókini á hópin av dømum um, at
seinni kristnir avritarar hava broytt,
lagt aftur ella broytt tekstirnar av
gudfrøðiligum grundum.
Ætlanin við bókini er at geva eitt
íkast til aktuella føroyska kjakið
um leiklutin hjá Bíbliuni og kristin-
dóminum í føroyska samfelagn-
um. Hetta er onnur bókin hjá Hans
Andriasi Sølvará, sum Fróðskapur
gevur út í ár. Í mars kom út Adressu-
málið. Donsk-føroysk viðurskifti
undir fyrra heimsbardaga.
Tvær forkunnugar
bøkur um Bíbliuna
frá Fróðskapi
Virksemi okkara økist, og tí søkja vit eftir skrivstovufólki til eitt áhugavert
og fjølbroytt starv.
Tú kemur at arbeiða við øllum vanligum skrivstovuuppgávum, so sum at
fakturera, bókað og avstemma, lønaravgreiðsla.
Vit vænta okkum, at tú hevur royndir í skrivstovuyrkinum, teldukunnleika til
vanligu office forritini, dugir enskt, hevur samstarvsevni og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt.
Starvið verður at seta skjótast til ber. Løn sambært avtalu.
Ynskjast fleiri upplýsingar, ber til at ringja til Páll Larsen, tlf. 777076
Umsóknir skulu verða okkum í hendi seinast 14. desember 2007 kl. 16.00
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til
Marine Harvest Faroes P/F
Ternubrekkan 1
695 Hellurnar
Ella sum teldupostur til pall@marineharvest.fo
Skrivstovufólk til
Marine Harvest Faroes P/F
www.marineharvest.com
Marine Harvest er størsta alifelag í heiminum, og verður
triði hvør aldur laksur framleiddur í einum Marine Harvest
felag. Í Føroyum rekur Marine Harvest 4 alibrúk og eina
smoltstøð, og framleiða vit 6.000 tons av laksi um árið.
jólaborðhald
føðingardagar
konfirmatiónir
familjuveitslur
bindiklubbar
hugnaløtur
1
.
k
l
a
s
s
a
c
a
t
e
r
i
ngss
er
v
i
c
e
Vit gera alt: heitar rættir,
kaldar rættir, buffét, fleiri
rættirs menu, canapéir,
siðbundið og ikki siðbundið.
Ring til á tlf. 454100 ella
tlf. 257448 og fá eitt tilboð.
evagun@hotmail.com