mánadagur 26. november 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 229 - 26. november 2007 ]
Nógvir eru um boðið
Eftir at enska fótbóltssambandið í farnu viku sekkjaði
venjaran Steve McLaren, ganga nógvar søgur um, hvørjir
eru upp á tal at gerast nýggjur landsliðsvenjari. Venjarar
sum Jose Mourinho og Martin O’Neill siga seg ikki hava
áhuga í starvinum. Onnur nøvn, sum verða nevnd í
enskum miðlum, eru Jurgen Klinsmann, Fabio Capello,
Bernd Schuster, Alan Shearer og Harry Redknapp
(myndin).
Juventus var flúgvandi
Í gjárkvøldið vann Juventus heili 5-0 í italsku Seriu A,
hóast liðið manglaði fleiri av sínum profilum til dystin.
Mótstøðuliðið var Palermo, og teir fingu av at vita. Frá
byrjan til enda var tað Juventus, sum sat á øllum, og eftir
at fraklendingurin David Trezegeut hevði skorað fyrsta
málið eftir hálvan tíma, hevði Palermo úr at gera við at
halda tapinum niðri.
Fult umfar hevur
hetta vikuskiftið verið
í Premier League.
Tað var 14. umfar,
og átta av dystunum
vórðu spældir leygar
dagin, meðan tveir
vórðu spældir í gjár.
Áhugavert er at bíta
merki í, at Manchester
United taptu móti
Bolton, og at Everton
vunnu heili 71 móti
Sunderland
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Nøkur
áhugaverd
úrslit
komu í dystunum í Premier
League, hetta vikuskiftið,
har
Manchester
United
misti týdningarmikil stig í
stríðnum um meistaraheitið,
tá teir taptu 1-0 á útivølli
móti Bolton, Newcastle
liðið var fyri eyðmýking á
heimavølli, tá teir møttu
Liverpool, og Everton vann
sín størsta sigur, síðan
1996.
Fyrstu ferð hjá Keane
Venjarin hjá Sunderland
sigur seg ikki hava verið úti
fyri áður, at hava tapt so
nógv og so lætt, og teir
gjørdu leygardagin, tá teir
vitjaðu Everton. Úrslitið
gjørdist heili 7-1, og tað
tóktist ov lætt hjá Everton
leikarunum at spæla seg til
stórar málmøguleikar. Roy
Keane segði á tíðindafundi
eftir dystin, at hann ikki
hevur upplivað nakað líkn-
andi fyrr í sínari karrieru,
og at hann saman við starvs-
fólkunum veruliga hevur
nakað at arbeiða við, áðrenn
næsta vikuskifti.
Villur og skaðar
kosta
Manchester United var á
vitjan hjá Bolton, og tað
skuldi vísa seg, at uttan
Wayne Rooney og serliga
Nemanja Vidic skuldi tað
gerast sera trupult. Vidic, ið
er úti við ryggskaða varð
avloystur av Gerard Pique,
og júst sami Pique var
orsøkin til at Bolton løgdu
seg á odda. Hann markeraði
Nicolas Anelka, og tá høgt
innlegg kemur, loypur hann
vekk frá manninum og tá er
lagamanni hjá málrevinum
at skora, ómarkeraður í Uni-
ted brotsteiginum.
Tætt í oddinum
Hini fýra oddaliðini; Arse-
nal,
Manchester
City,
Chelsea
og
Liverpool
gjørdu øll sína skyldu í
teirra
dystum.
Arsenal
vunnu 2-0 heima á Emirates
leikvøllinum móti einum
treyskum
Wigan
liði.
Chelsea vunnu 2-0 móti
absolutta
botnproppinum
Derby, Manchester City
vunnu sín dyst móti Read-
ing, og Liverpool knústu
Newcastle
3-0,
hóast
úrslitið
kanska
heldur
skuldi verið 7 ella 8-0.
Enskir miðlar kalla inn-
satsin hjá Newcastle fyri
tragi-komiskan. Heilt víst
vánaligasta avrikið í kapp-
ingarárinum, og tað sigur
ikki so lítið, um ein hyggur
eftir hvussu úrslitini hava
follið higartil. Eingin ivi er
tó í at tað fer at verða lættari
at arbeiða, tá hópurin er
skaðafríður. Tað tykist at
vera teirra stóra marra í ár.
Men innsatsurin má gerast
betur enn higartil, tað er
heilt víst.
Moyes vann á Keane
Úrslitini hetta umfarið vórðu:
Arsenal-Wigan
2-0 (Gallas, Rosicky)
Birmingham-Portsmouth
0-2 (Muntari, Kranjcar)
Bolton-Manchester United
1-0 (Nicolas Anelka)
Derby-Chelsea
0-2 (Kalou, Wright-Phillips)
Everton-Sunderland
7-1 (Yakubu 2, Cahill 2, Pienaar, Johnson,
Osman - Yorke) Fulham-Blackburn
2-2 (Murphy, Kamara – Emerton, Warnock)
Manchester City-Reading
2-1 (Petrov, Ireland - Harper)
Middlesbrough-Aston Villa
0-3 (Carew, Mellberg, Agbonlahor)
Newcastle-Liverpool
0-3 (Gerrard, Kuyt, Babel)
West Ham-Tottenham
1-1 (C.Cole - Dawson)
FAKTA
Ayegbeni Yakubu fegnast um 1-0 málið í sigrinum hjá Everton móti Sunderland. Everton vann heili 7-1, og Yakubu skeyt tvey av málunum