Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 231 - 28. november 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Seinnapartin í gjár skrivaðu leiðslan í SEV og leiðslurnar í MT Højgaard Føroyar og J & K Petersen Contractors undir ein sáttmála, sum setir skjøtil á Eiði 2 Orkuútbygging Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Nýggi stjórin á SEV, Hákun Djurhuus, hevur longu sitið við borðið og verið við til at gjørt fyrstu avtaluna fyri SEV, sjálvt um hann ikki tekur við fyrr enn ársskift­ ið. Talan er um byggisáttmála av norðara parti av Eiði 2, sum sambært sáttmálanum kostar 44,4 milliónir krónur. Arbeiðið fer í gongd fyrst í komandi ári, skrivar SEV í tíðindaskrivi. Norðari partur av Eiði 2 fevnir um at leingja tunnilin, sum gongur úr Eiðisvatni suður um Norðskálatunnil­ in vestarumegin á Eystur­ oynni. Tunnilsstrekkið úr Eiðisvatni gongur sum er 6,6 kilometrar suðureftir, og tað skal leingjast 2,5 kilometrar upp í 9,1 kilo­ metrar. Tunnilin endar sostatt í fyrstu atløgu ein hálvan kilometur sunnan fyri munnan á Norðskálatu nlinum. Sáttmálin fevnir eisini um at gera ein vega­ tein oman til eitt arbeiðs­ pláss skamt niðan fyri munnan á Norðskálatunlin­ um. Tá norðari partur av Eiði 2 er liðugur, verður mett, at framleiðslan á Eiðisverkin­ um økist 10 prosent ­ úr 40 milliónum kilowatt­tímum upp í góðar 44 milliónir kilowatt­tímar um árið. Seinni er ætlanin at halda fram at bora tunnilin níggju kilometrar afturat suður til Selatraðar, um Yvirfriðing­ arnevndin gevur loyvi til tað, tá árinskanningarnar eru gjørdar. KOMST TÚ IKKI INN Á PEDAGOGÚTBÚGVINGINA? TÚ KANST ENN NÁA TAÐ! Ð Ð Ð Far undir tína dreymaútbúgving í februar ella august – og til eina bíliga leigu í Århus. Komið tann 3. desember kl. 19.30 í Miðlahúsið í Tórsgøtu 1 har cand. theol. Jens Maibom Pedersen, fyristøðumaður á Diakonháskúlanum, heldur eitt upplegg um útbúgvingarnar á háskúlanum saman við Beintu Joensen, sum hevur tikið útbúgving á skúlanum. Øll eru vælkomin. Vit borðreiða við kaffi og smákøkum. Tann pedagogiska diakonútbúgvingin: Diakonur: Pedagogútbúgving við siðalæru, religiónspedagogikki og sálarrøkt. Hópur av áhugaverdum møguleikum fyri starvsvenjing. Viðurkend av yrkisfeløgum ájavnt við vanliga pedagogútbúgving. Útbúgvingin gevur rætt til danskan SU. Í løtuni er lestrarstuðulin 6503 kr. um mánaðin. Tann diakonala eftirútbúgvingin: Ársskeiðið: Gev tíni útbúgving ein diakonalan profil. Fakliga uppkvalifisering og persónliga menning. Kostnaður um mánaðin: 4580 kr. Íroknað undirvísingargjald, egið verilsi við wc og baðirúmi og seks máltíðir um dagin. Diakonútbúgvingarnar eru í kveikjandi háskúlaumhvørvi við kristnum felagslívi. Tlf. (0045) 8627 4122 www.diakonhojskolen.dk Beinta Joensen Jens Maibom Pedersen Føroya SymFoniorkeStur Familju- og jólakonsert við fjølbroyttari skrá, m.a.: »kavamaðurin« Frásøgufólk: Jensina Olsen  Sangsolistur: Bára Berghamar Danielsen FØROYSKIR JÓLASANGIR, 200 børn syngja  Solistur á gittara: Alvi Joensen Ítróttarhøllin í Runavík, leygardagin 1. des. kl. 16.00 Ítróttarhøllin á Hálsi, sunnudagin 2. des. kl. 16.00 Atgongumerki á kr. 75,- fyri vaksin og kr. 50,- fyri børn fáast í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Havn og Runavík reproz SEV gjørt sáttmála um Eiði 2 Leivur Hansen, stýrisformaður í SEV, skrivar her undir byggisáttmála um Eiði 2. Hetta hendi seinnapartin í gjár. Tað verða MT Højgaard Føroyar og J & K Petersen Contractors, sum í felag gera verkætlanina