Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 55 tíðindi FERÐING Ongantíð áður hevur tað gingið so væl at selja ferðaseðlar til árliga jólatúrin hjá Norrønu. Hesaferð fara umleið 1000 føroyingar til Edinburgh í døgunum 3. til 6. desember. Á skránni er gott undirhald umborð við m. a. Jens Marna Band, Stanley Samuelsen og ikki minst Hilmar Jan Hansen. Eisini verður góður matur og góð tax-free tilboð. Norrøna liggur í Edinburgh í 25 tímar áðrenn leiðin gongur heimaftur til Føroya. Sum øllum kunnugt so hevur baldruta veðrið í seinastuni ført við sær, at Norrøna í løtuni siglur uttan stabilisatorar, og hetta eru tey á Smyril Line sera hørm um. At vit sigla uttan stabilisatorar hevur ikki nakað við trygdina at gera, men kann føra við sær at tað rullar meira enn vanligt um so er, at óveður er. Á Smyril Line bíða tey nú spent eftir veðurforsøgnini fyri komandi viku. Norrøna fer at sigla eftir umstøðunum, og ætlanin er at leggja leiðina til Skotlands soleiðis at silgt verður framvið skotsku strondini við kós til Edinburgh. Tað fer at taka umleið 11 tímar at sigla frá Havnini til skotsku strondina. Túrurin við Norrønu tekur í alt 24 tímar hvønn vegin. Tað er ikki vanligt hjá reiðaríðum at ferðafólk fáa pengarnar aftur um so er at útlit eru fyri ringum veðrið, men her vil Smyril Line gera eitt undantak hesaferð. Um so er at fólk ynskja tað, so eru tey vælkomin til at ringja til Smyril Line. Um so er at broytingar koma í skránna, so verða tær lýstar í Rás 2 og ÚF í vikuskiftinum. Stórt úrval av leikum og jólaprýði! Her finnur tú altíð røttu gávuna! Øll jólavøra nú - 25% Allar leikur nú - 25% Langur leygardagur 1. desember Opið er til kl. 17 Vit bjóða kaffi o.a. 430 Hvalvík · tel 42 23 94 · okhammer@post.olivant.fo www.okheilsola.com útvald jólavøra nú - 50% Nú nærkast frá­­ferð­­in til jólatúrin til Edinburgh