Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 30. november 2007 13 viðmerkingar Nú hevur løgtingið við að­ ru viðgerð samtykt málið um undirsjóartunnil mill­ um Streymoy og Sandoy, so roknast má við, at vit nærum eru komin á mál. Hetta gevur okkum bjartar vónir um framtíðina fyri sandoynna. Enn er oyggin so væl mannað, at ungfólk í menning alast upp her, og tá nú umstøð­ urnar gerast til, at hesi kunnu koma aftur/verða verandi eftir lokna útbúgv­ ing, so er bæði gleði og útlit fyri ljósari framtíð, eins og onnur fara at flyta higar! Men­ restin hendir ikki av sær sjálvari. Tað standa stórar avbjóðingar fyri framman hjá okkara politik­ arum her í oynni. Eitt er at fáa sjálvt arb­ eiðið gjørt, men líka so tídningarmikið er, at oygg­ in er brynjað til at taka ímóti avbjóðingini, tá arbeiðið er liðugt. Góða ferðasambandið við meginøkið setir krøv um munandi býarætlanir við neyðunum grundstykk­ jum og øðrum, ið hartil hoyrir. Neyðugt verður at hava nokk av hóskandi og pla­ neraðu ídnaðarøkjum, og tað er uppgáva hjá kommununum! Men seinast og yvir øllum er týdningurin av, at vit fáa ein nýggjan og hóskandi kommunu­ byggnað í oynni! So vónandi verða allar virknar og vælviljaðar kreftir í oynni samlaðar nú, so vit eru fullbrynjaði til framtíðina! Ein stórur dagur fyri Sandoynna! Eyðun Mohr VidErø The recently started, International Fellowship will arrange a meeting Saturday, 1 of december. These meetings are intended for all newcomers and foreigners in the Faroes from countries outside Scandinavia and the location for these meetings is in the base­ ment of Meinigheitshúsið in the heart of Tórshavn, i. e. the large red building next to SMS and Føroya Banki. Figures show that quite many foreigners live in the Faroes. The general idea of initiating the community, International Fellowship, in the Faroes, was to find a place, in which people with different culture, background and language than the Faroese, could find a place to meet and talk to people in similar situation. These meetings are organized in a relaxed, informal and cosy atmosphere, in which everyone feels at ease and can talk to others in a similar situation and often with identical experiences. If you have children, you are welcome to take them with you. Meinigheitshúsið has a distinguished playroom. In addition, it is possible to enjoy a cup of coffee and perhaps some homemade pastries for a small fee. All International Fellowship meetings will be on the first Saturday of each month. The forthcoming meeting is thus scheduled 3.00 pm, November 3. in Meinigheitshúsið, the large red building next to SMS and Føroya Banki. If you need more information, please contact Thurid Brend on 581520 Best regards Thurid Brend International Fellowship Støðan er betur enn til valið 2002, umframt at uppskotini hjá landsstýri­ num eru við í fíggjar­ lógini fyri 2008 Sambært miðlunum, so er kaos í tinginum og lands­ stýrið hevur skuldina. Løgtingsstjórin verður tikin sum inntøka fyri pástandinum. Men hvør var so substansurin í tíðindunum? Val er 4. hvørt ár. Tað er eingin nýggjheit, og er støðan øðrvísi enn til onnur val? Til seinasta framløgudag 4. mars 2002 hevði tingið fingið 106 lógaruppskot. Í ár er talan um knapt 100. Í 2002 komu 52 lógar­ uppskot á tingborð frá 15. januar til seinasta framløgu­ dag, sum var 4. mars tað árið. Valið varð útskrivað hálvan mars 2002. Av teimum 52 uppskot­ unum í 2002 komu 40 í tingið frá 26. februar ­ t.e. júst eina viku undan seinasta framløgudegi og minni enn 3 vikur undan, at valið var útskrivað. Av teimum 40 málunum komu 16 uppskot á ting­ borð seinasta framløgudag, sum var 4. mars 2002. Tað vóru tí minni enn tvær vikur at viðgera seinastu 16 málini, saman við øllum hinum, sjálvsagt. Samanborið við støðuna í 2002, so er lítið ónormalt við verandi. Og soleiðis hevur tað altíð verið. Einasti munur er, at valið komandi er 19. januar, og ikki 30. apríl sum í 2002. Tí er alt forskotið 3 mánaðir aftureftir. Vanligt er, at fá mál eru frá ólavsøku til jóla. Í ár var so neyðugt at koma fyrr úr startholinum, tað er eisini gjørt. Tað er einasti munurin. Annars vóru flestu nú framløgdu uppskotini við í yvirlitinum hjá løgmanni, sum tingmenn fingu á ólavsøku í ár. Eingin hevði nakra viðmerking tá. So heldur ikki har er nakað nýtt undir sólini. Tí er kritikkurin nú ikki annað enn vanliga spinnið. Landskassin í góðum hondum Av málum frá landsstýri­ num, sum ikki eru frá­ boðað í fíggjarlógar­ uppskotinum fyri 2008, eru bert tvey – annað er um kringvarpshúsið, hitt er um sendistøðir. Eingi onnur uppskot frá landsstýrinum gera støðuna hjá landskassanum øðrvísi enn ætlað eftir fíggjarlógar­ uppskotinum fyri 2008. Tí er tað reingjan av veruleika­ num og óseriøst at geva fólki ta fatan, at landskass­ in er vorðin eitt sjálvtøku­ borð. At landsstýrið hevur slept endanum. Tað er beinleiðis ósatt. Allar útreiðslurnar til øll uppskotini eru við í fíggjar­ lógini fyri 2008, sum var lagt fyri løgtingið í sep­ tember í ár. At hálvthundrað and­ støðuppskotini afturímóti fara at kosta landinum eina rúgvu av peningi, tað er ein onnur søk, sum andstøðan má svara fyri. Har er sum vera man einki sett av á fíggjarlógar­ uppskotinum fyri 2008. Kaos og hurlivasi í løgtinginum? www.djurholm.fo Bjarni djurholM Val Ásannað verður, at familjan er ein av grundstuðlunum undir einum vælvirkandi samfelag. Tí eiga allar umstøður, sum eru við til at skapa fyritreytir fyri einum vælvirkandi familjulívi, at gerast so góðar sum til ber. Sambandsflokkurin fer støðugt at arbeiða fyri: Teimum sjúku, veiku og gomlu Barnafamiljunum Fyri Sambandsflokkin er vælferðarsamfelagið og tað persónliga frælsið hjá tí einstaka meira virðismikið enn nationalistiskar hugsjónir, og flokkurin fer tí ongantíð at seta vælferðina upp á spæl fyri at gera Føroyar meira sjálvbjargnar. Einki skal gerast í óðum verkum, men flokkurin hevur tað mál, at vit í Føroyum skulu hava sama livistøði sum tey hava í hinum norðurlondunum. Dygdin í einum vælferðarsamfelag verður í stóran mun mett eftir, hvussu samfelagið fer um teir veiku samfelagsbólkarnar. Okkara hjartamál er at varðveita Føroyar sum eitt vælferðarsamfelag hvar tryggleikin og framburður verða sett í hásæti. Vælferðarsamfelagið skal varðveitast EdVa jacoBsEn Val Hetta ljóðar kannska sum ein smart mótsøgn, men er ikki ein óhugsandi veru­ leiki, sum vit úr køldum dreymi, kunnu vakna upp til. Gamaní, so hevur svart­ fuglurin tað ikki so gott ­ men havhestin hava vit so eftir sigur onkur – TÍVERRI so talar mynd­ in ikki so. Hvussu verður við heiða­ fuglinum tá ið flatmaðkur­ in hevur spjatt meir um seg og troðka reyðmaðkin burt­ ur, hvussu verður tá við føðini? Vit mugu taka okkum væl av teimum fuglasløg­ unum sum enn eru eftir og ænsa væl eftir tilhalds­ støðunum hjá teimum fuglasløgunum sum lív­ bjarga sær í øðrum umstøð­ um enn teimum omanfyri nevndu. Jógvan í Løðuni Eiði Skulu Føroyar vera fuglafríðar ella verða tær fuglafríar