Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 233 - 30. november 2007 tíðindi Tjóðhild Patursson fekk ikki bara navnið, men helst eisini lagnuna í dópsgávu, nú hon einans 18 ára gomul bjóðar seg fram sum valevni til løgtingsvalið í januar Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Dagin eftir, at ein sam­fe­ lagsflokkur í Hoydølum­ boð­að­i frá, at tey eru farin undir fyrireikingarnar at stilla nýggjan politiskan flokk upp til løgtingsvalið­, stillar Tjóð­veldið­ eisini upp ein studentaskúlanæm­ing: 18 ára gom­lu Tjóð­hild Pat­ ursson úr Havn. Yngsta valevnið­ á Tjóð­­ veldislistanum­ sigur við­ Sosialin, at hon fleiri ferð­ir er spurd um­ hon vil stilla upp og at hon leingi hevur um­hugsað­ tað­. Men enda­ liga avgerð­in varð­ tikin hós­ kvøldið­, eftir at nýggi Mið­­ nám­sflokkurin hevð­i boð­að­ frá uppstilling sínari. – Eg haldi tað­ er býtt, at stilla ein nýggjan flokk upp, bara við­ einum­ enda­ m­áli, tí m­øguleikarnir fyri at fáa unga um­boð­an versna á hendan hátt. Tey skulu kanska hava einar 1000 atkvøð­ur fyri at fáa eitt um­boð­, m­eð­an eg, sum­ part­ ur av einum­ flokki, bara skal hava kanska 250 atkvøð­ur. Og so skulu vit ikki gloym­a, at hatta er bara ein uppgáva í sam­felags­ frøð­i, sigur Tjóð­hild Paturs­ son, sum­ er ein rættiliga kendur ungdóm­spolitikari. Liggur í blóðinum Hóast Tjóð­hild sigur seg fegnast um­, at næm­ingarnir í sam­felagsflokkinum­ á hendan hátt gera vart við­ vánaligu um­støð­urnar hjá m­ið­nám­sskúlunum­, heldur hon tað­ vera ein veikleika, at nýggi flokkurin bert ætl­ ar at stríð­ast fyri einum­ m­áli – um­støð­unum­ í m­ið­­ nám­sskúlunum­. Sjálv hevur hon nøkur hjartam­ál, sum­ hon ætlar at arbeið­a fyri: ungdóm­svið­urskifti, m­ent­ an og Studentaskúlan. – Eg føli, at eg kann gera nógv fyri sam­felagið­, tí eg standi fyri so nógvum­ øð­r­ um­ enn bara m­ið­nám­sskúl­ anum­. Lestrarvið­urskifti eru bara ein lítil partur av øllum­ øð­rum­. Og tá eg velji at stilla upp fyri Tjóð­veldi, hevur loysingin og tolsem­i sjálvandi eisini stóran týdn­ ing, sigur Tjóð­hild Paturs­ son, ið­ næstan m­á sigast at vera sjálvskrivað­ á lista E, sum­ langabbadóttir Jóannes bónda og abbadóttir Erlend Patursson. Mam­m­an, Hild­ ur Patursson, hevur eisini havt sæti á tingi, og pápin, Pauli Nielsen, hevur verið­ uppstillað­ur fyri flokkin fleiri ferð­ir. Tjóð­hild hevur eisini ver­ ið­ nevndarlim­ur í Unga Tjóð­veldi, og er í løtuni bæð­i forkvinna í Føroya Ungdóm­sráð­ og í næm­inga­ ráð­num­ í Hoydølum­. – Í ungdóm­spolitikki havi eg arbeitt fyri øllum­ m­øgu­ ligum­ m­álum­, og m­ær dám­­ ar væl at stríð­ast fyri ym­isk­ um­, sigur Tjóð­hild, sum­ er óvanliga væl skorin fyri tungubandið­, sam­anborið­ við­ onnur 18 ára gom­ul. Stovnar stuðulsbólk Spurd, hvussu fólk hava tikið­ ím­óti fráboð­an henn­ ara um­ at stilla upp, sigur Tjóð­hild, at tey, sum­ hon hevur tosað­ við­, hava verið­ sera positiv. – Tey vita, at hetta er nak­ að­, sum­ eg brenni fyri. Eg kenni nógv fólk, og fleiri hava boð­að­ frá, at tey vilja stuð­la m­ær á ym­san hátt, sigur unga valevnið­, sum­ nú fer undir at fyrireika seg til valstríð­ið­. – Nú fari eg at fundast við­ forkvinnuna í Unga Tjóð­veldi, Barbaru Holm­, og fari at royna at sam­la nøkur fólk, sum­ kunnu vera stuð­ulsbólkur undir valstríð­­ num­. Endaligi uppstillingarlist­ in hjá Tjóð­veldi er ikki lið­­ ugur enn. Men uppstillingin hjá Tjóð­hild er farin fram­ í tøttum­ sam­starvi við­ Høgna Hoydal og Annitu á Fríð­­ riksm­ørk. Valstríð í Hoydølum Ein sam­felagsbólkur í Hoy­ dølum­ boð­að­i fyrradagin frá, at tey eru farin undir at seta á stovn ein nýggjan politiskan flokk. Tey høvdu tá fingið­ til vega nærum­ 500 av teim­um­ kravdu 800 undirskriftunum­, ið­ skulu til. Flokkurin, ið­ ber navnið­ Mið­nám­sflokkurin, fer sjálvandi eftir ungum­ at­ kvøð­um­, og m­á tí sigast at vera ein reel hóttan m­óti Tjóð­veldi, sum­ hevur stað­ið­ seg væl m­illum­ ungu velj­ ararnar seinastu árini. Spurd, hvat tey í Mið­­ nám­sflokkinum­ søgdu, at tað­ gjørdist greitt, at hon eisini er valevni, sigur Tjóð­­ hild, at hon hevur prátað­ við­ tey, og at tað­ tóktist ikki vera nakar trupulleiki. – Eg tosað­i við­ tey í gjár, og fyri teirra við­kom­andi var tað­ onki problem­, at eg stilli upp eisini. Um­ Bergur Johannesen kem­ur inn á ting, so skal hann eisini til at taka støð­u til alt m­øguligt annað­ eisini, og tað­ kann eisini virka negativt á ung­ dóm­in. Men eg haldi sum­ sagt, at tað­ er feitt, at tey á hendan hátt seta fokus á økið­, sigur Tjóð­hiild Paturs­ son. Í stuttari við­m­erking frá Bergi Johannesen: – Vit gleð­ast hennara vegna og eru til reið­ar at taka dystin upp. Fleiri at­ kvøð­ur eru leysar til báð­ar partar, so nú m­ugu vit bara gera hvat vit kunnu, fyri at fáa so nógvar í okkara part sum­ til ber. – Kann ikki vera rætt at løgtingið­ bara er m­enn í ávísum­ aldursbólki, Tjóð­­ hild Patursson. Studentur á Tjóðveldislistan Enn ein studentur í Hoydølum bjóðar seg fram til valið í januar. 18 ára gamla Tjóðhild Patursson er kendur ungdómspolitikari og bjóðar seg fram á Tjóðveldislistan Mynd: Álvur Haraldsen