Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 233 - 30. november 2007 Stutt Sagt Fundur um ísbjarnir Norska stjórnin hevur nú tikið stig til ein fund, sum skal viðgera støðuna hjá ísbjarnunum, nú veðurlags­ broytingarnar hótta við at taka lívsgrundarlagið undan bjarnunum. Fundurin verður í Tromsø á vári í 2009, og har verða umboð úr teimum fimm londunum, sum hava ísbjarnir. Tey eru Noreg, Russland, USA, Kanada og Danmark, sum í hesum før­ inum umboðar Grønland. Norska stjórnin vísir á, at ísbjarnirnar ferðast um lan­ da­ og sjómørk, og tí mugu londini finna eina felags støðu til møgulig verndar­ tiltøk. Val aftur útsett í Libanon Herfyri varð forsetavalið í Libanon útsett til í dag, men í gjár boðaði ting­ formaðurin frá, at valið kann heldur ikki vera í dag, og at tað fyribils er útsett til tann 7. desembur. Libanon hevur ikki havt nakran for­ seta síðani seinasta fríggja­ dag, tá Emile Lahoud fór frá, tí hansara valskeið var liðugt tá. Ætlanin er at velja ein forseta, sum er sinnaður at skerja sýrisku ávirkanina á libanskan politikk, men higartil hava flokkarnir ikki funnið nakran, sum teir kunnu semjast um. Summ­ ir eygleiðarar hava sagt, at ósemjan kann enda við borgarakríggi, men polit­ ikararnir royna at sissa fólkið og siga, at teir fara at finna eina neyðsemju um forsetaembætið. Viagra er gott valagn Í Teilandi hava myndugleik­ arnir hert reglurnar fyri, hvat flokkar og einstakling­ ar kunnu loyva sær at brúka fyri at tekkjast veljarunum í einum valstríði. Men herdar reglur hava vanliga við sær, at ferð kemur á hugflogið, og soleiðis er eisini í hesum sambandi. Í hvussu er siga talsmenn hjá landsins stør­ sta flokki, PPP, at valevni hjá einum øðrum flokki bjóða eldri monnum viagra­ tablettir aftur fyri teirra at­ kvøður. Ein talsmaður hjá tí skuldsetta flokkinum við­ gongur, at teir hava givið eldri monnum viagra­tablett­ ir, og sjálvur dugir hann ikki at síggja nakað skeivt í, at flokkurin hjálpir teimum eldru. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Kunnu vit ikki semjast um, at palestinar fáa egið sjálvstøðugt ríki, eru dagar Ísraels skjótt taldir (Ehud Olmert, forsætisráðharri) útlond Tey 56, sum vóru við rutuflogfarinum úr Istanbul til Isparta í morgun, komu ikki vegin fram. 12 kilometrar frá flog­ vøllinum datt flog­ farið niður ­ Bjargingarliðini hava funnið vrakið, og har var einki livandi. Tað vóru tey stuttu boð­ ini, sum stjórin í Atlasjet, Tuncay Doganer, hevði til tíðindafólkini, sum vóru komin at frætta, hvat var hent rutuflogfarinum og teimum, sum við vóru. Boð­ ini frá stjóranum vóru, at øll tey 49 ferðafólkini og manningin, sum taldi sjey, høvdu latið lív. Turkiska flogeftirlitið sigur, at flogfarið hvarv av radaranum hjá flogvøllinum í Isparta, stutt áðrenn tað skuldi seta seg. Tá hevði flogskiparin biðið um lend­ ingarloyvi, men so hoyrdist ikki meiri frá flogfarinum. Nógv fólk vóru komin á flogvøllin í Isparta at taka ímóti fólki, sum vóru við flogfarinum, og fleiri teirra máttu fáa sálarliga hjálp, tá tað frættist, at flogfarið var dottið niður. Tað sama var í floghavnini í Istanbul, hað­ ani vanlukkuflogfarið var farið. Felagið Atlasjet, sum átti flogfarið, sigur, at flogfarið var í góðum standi, og at tað vóru ikki tekniskir trupul­ leikar, sum elvdu til vanlukkuna. Turkiski sam­ ferðsluráðharrin segði fyrrapartin, at vanlukkan skal kannast gjølla. Bjargingarliðini funnu vrakið 12 kilometrar frá flogvøllinum í Isparta (Mynd: Polfoto) - Har var einki livandi dodge this! ring 214500 kom og royn teg Á paintball-bana okkara í grótbrotinum í glyvursnesi. hug at skjóta stjóran? væl egna til virkir, t.d. upphiting til jólaveitsluna! tatanka@tatanka.fo Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið