fríggjadagur 30. november 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 30. november 2007
39
Uppstillingarfundur
og hugnakvøld
Verður í Eiriksgarði í Dali 7. desember 2007 kl. 20.00.
Við verður tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum.
Møtið fjølment!
Nýggir limir kunnu tekna seg.
Sandoyar Sýslu
Javnaðarfelag
Bygdarfelagið Glæman
Sølustevnan verður í Glæmuni í
Kvívík leygardagin 1. des. 2007
Byrjað verður kl. 10.00 og
endað verður kl. 18.00
Tey luttakandi eru hesi
Startrade v/ Ragnar Isaksen Kvívík
– Klæðir v.m.
Rannvá & Beinta Kvívík
– Smykkir v.m.
Biosol
– Reingerð v.m.
Prisma v/Gunnbjørt og Heidi
– Undirklæðir
AmWay
– Náttúrproduktir
Hilda av Oyri
– Ymiskt jólaprýði
Alvilda Simonsen
– Ymiskt heimabundið
Elsy Joensen
– Ymiskt handaligt
Brynhild Joensen
– Ymiskt heimabundið
10 flokkur
– Tombola
Tupperware
Eisini verður Glæmu-Café har
okkurt gott verður til matnað.
Sølustevna
Lærlingur til Ítróttur á Glyvrum
Søkt verður eftir lærlingi til Ítrótt á Glyvrum
Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði
innan sølu av ítróttarútgerð. So ert tú ein m/k,
sum hevur áhuga innan hetta økið, kunnu vit
bjóða tær eina spennandi lærutíð hjá okkum
Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport-
og Sport Direct samtakinum og hava vit 3
ítróttarhandlar. Umframt handilin í Glyvrum
hava vit eisini ein í Tórshavn og ein í Klaksvík.
So ert tú ein fryntligur persónur við áræði og
ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond
í tá á stendur ert tú vælkomin at søkja hetta
lærupláss. Lærutíðin er 2 ár við HH prógvi og 3
ár við FHS prógvi.
Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at
senda til:
Ítróttur á Glyvrum
Glyvrarvegur
FO-625 Glyvrar
Lærlingur/starvsfólk
til Thomas Dam
Tórshavn
Søkt verður eftir lærlingi/starvsfólki
til Thomas Dam ítrótt í Tórshavn.
Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði
innan sølu av ítróttarútgerð. So ert tú ein m/k,
sum hevur áhuga innan hetta økið, kunnu vit
bjóða tær eina spennandi lærutíð hjá okkum
Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport-
og Sport Direct samtakinum og hava vit 3
ítróttarhandlar. Umframt handilin í Tórshavn
hava vit eisini ein á Glyvrum og ein í Klaksvík.
So ert tú ein fryntlig/ ur persónur við áræði og
ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond í,
tá á stendur, ert tú vælkomin at søkja hetta
lærupláss/starv. Lærutíðin er 2 ár við HH prógvi
og 3 ár við FHS prógvi.
Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at
senda til:
Thomas Dam Ítróttur
Niels Finsensgøta 5
Boks 268
FO-110 Tórshavn
Aðalfundur
Maskinmeistarafelagið hevur aðalfund í
mars mánaða 2008.
Nærri verður lýst seinni.
Nevndarval
Til tess, at virknir limir, ið ikki kunnu møta á
aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu,
ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir
og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í
seinasta lagi 15. desember 2007.
Tó kunnu uppskot til nevndarlimir eisini
skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.
Nevndin
Runavíkar
Býráð
KunngeRð
um broyting av
býarplaninum
fyri elduvík og Skála
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
seinast broytt 13. mai 1997, verður við hesum
boða frá, at býráðið á fundi 31/05-07 hevur
viðtikið at gera broytingar í býarplaninum fyri
Elduvík og Skála.
Elduvík
Broytingin umfatar, at broyta ein part av B-øki-
num vestan fyri Skúlan til F1-øki, og at broyta
G1-øki á matr. nr. 74 til B-øki .
Broytingin umfatar Matr. nr. 74 og matr. nr. 256
Elduvíkar bygd.
Skála
Broytingin umfatar at strika eina gongugøtu av
matr. nr. 257a, soleiðis at matr. nr. 257a verður eitt
samanhangandi grundstykki.
Broytingin umfatar Matr. nr. 257a Skála bygd.
Broytingarnar eru til skjals á kommunuskriv-
stovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðar-
skeiðnum 28. november til 19. desember 2007.
Broytingarnar í Elduvík eru eisini til skjals í
svørtutalvunum í Elduvík og Funningsfirði,
Og broytingarnar á Skála eru eisini til skjals í
svørtutalvunum á Skála og í Skálafirði.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu verða Býráðnum í hendi í seinasta lagi 19.
februar 2008.
Saltangará, 27. november 2007
Frá Heilafelagnum
Jólahugni verður
týsdagin 4. desembur 2007 kl. 18.00
í MBF-Húsinum, Íslandsvegur 10, Tórshavn.
Kostnaður 25 kr.
Havið lítlan pakka við (fyri uml. 20-30 kr.)
lýsingar