fríggjadagur 30. november 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 233 - 30. november 2007
3. dráttur drigin 26.11.2007
Føroya Landsstýri
26.11.2007 (Happadrátturin)
www.elektron.fo/happadrattur
STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn
Læknaskrivari
Á Medisinska deplinum er eitt fast
starv sum læknaskrivari fulla tíð leyst at
søkja til setan 1. januar 2008 ella eftir
avtalu.
Førleikakrøv:
• útbúgving sum læknaskrivari
• dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir
er krevjandi
• góð samstarvsevni
• góður røkjuskapur
• teldukunnleiki
Nærri fæst at vita um starvið við at
ringja 304500 til Sæunn Ólavsdóttir
Hansen, leiðsluskrivara, lokal 6103.
Umsóknarfreistin er 17. desember
2007 kl. 12.00
Varaleiðari til B8
Umsóknarfreistin er 10. desember
2007 kl. 12.00
Læknaskrivari til Skurðdepilin
Umsóknarfreistin er 12. desember 2007
Radiografur/
røntgensjúkrarøktarfrøðingur
Umsóknarfreistin er 4. januar
2008 kl. 12.00
Ljósmóðir
Umsóknarfreistin er 7. januar 2008
Onnur størv (sí meira á www.lsh.fo)
Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðgongina
Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á
Skurðgongini er leyst at søkja til setan
1. januar 2008.
Starvið er eitt fulltíðarstarv við
tilkalluvaktum frá bústaði.
Vit bjóða:
• eitt áhugavert og avbjóðandi starv
• eitt dynamiskt og fjølbroytt
arbeiðsumhvørvi
• góða og skipaða innlæring
• ávirkan á fakliga menning
Vit ynskja:
ein sjúkrarøktarfrøðing, ið hevur eitt
positivt lyndi, góð samstarvsevni,
fleksibul og ikki bangin fyri avbjóðing-
um.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• royndir innan arbeiði á skurðgongd
Nærri fæst at vita við at ringja 304500
til Annu á Dunga Simonsen, deildar-
leiðara, lokal 5211, lsanndu@ls.fo ella
til Nainu Túgvustein, leiðandi sjúkra-
røktarfrøðing, lokal 5102, lsnaitu@ls.fo
Umsóknarfreistin er 17. desember
2007 kl. 12.00
Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53
lsh@lsh.fo www.lsh.fo
Á Landssjúkrahúsinum
• er sjúklingurin í miðdeplinum
• eru umleið 200 seingjarpláss
• eru umleið 20 læknafakligar sergreinir
• eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir
• eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi
• er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit,
politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering
JavnaðarCafé
Hugnalig JavnaðarCafé verður leygardagin 1.
desember kl. 14 - 18.
JavnaðarCafé’in verður í hølunum á
Hotel Hafnia.
Valevni til løgtingsvalið verða at hitta.
Øll eru vælkomin!
Javnaðarflokkurin
lýsingar
Lesið Sosialin - so eru tit við