Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 234 - 3. desember 2007 Hósdagin lótu tveir danskir hermenn lív í einum ógvusligum álopi í Afghanistan. Hesir báðir eru í somu herdeild, sum ungi eiðismaðurin Ólavur Mørkøre. Hann kom sjálvur óskaddur frá álopinum, men hendingin skakaði kortini foreldrini á Eiði: – Vit hoyrdu um álopið, og væntaðu satt at siga, at annar teirra var sonur okkara, sigur pápin, Jógvan í Løðuni Kríggj Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Eiði: Hósdagin í farnu viku fara hjúnini Katrin og Jógv­ an Mørkøre seint at gloyma. Klokkan er farin at nærk­ ast fimm, tá telefonin hjá Jógvani ringir. Tað er kon­ an, sum forfard greiðir manninum frá, at herdeildin hjá soni teirra hevði verið fyri álopi og tveir mans høvdu latið lív. Katrin hevði verið inni á heimasíðuni hjá danska herinum, har greitt varð frá tilburðinum. Men so stóð ein setningur aftrat, og sum veruliga skakaði tey bæði: Danska herleiðslan hevði ikki fingið fatur á teimum avvarðandi hjá tí eina deyða hermanninum. – Eg ivaðist onga løtu í, at tað vóru okkum sum tey ikki høvdu fingið fatur á. Vit vóru bæði til arbeiðis henda dagin, og tí kundi hetta vera orsøkin til, at teir ikki fingu ringt til okkum. – Ja, eg væntaði heilt er­ ligt at fáa deyðsboð av soni okkara, sigur Jógvan, ikki sørt rørdur á málinum. Jógvan fór beina leið til hús at seta seg at bíða eftir telefonboðum frá donsku herleiðsluni. Tá so telefonin ringdi stutt eftir, gjørdist hann hjartkiptur: Nú komu deyðsboðini! Ístaðin var tað konan sum ringdi. Hon hevði júst tosað við eldra sonin, sum hevði fingið vissu fyri, at Ólavur var á lívi. Tað vóru hinvegin tveir av vinmonnum hansara sum vóru falnir í bardaga­ num. – Tá eg fekk hesi tíðindini, gjørdist eg ovurfegin. Eg sendi beinanvegin eina bøn upp til Guds og takkaði fyri, at okkara sonur var á lívi. Samstundis bað eg fyri teimum, sum høvdu mist ein kæran í Afghanistan, greiðir Jógvan frá. Endurreisa landið Hendingin í Afghanistan fór fram um middagsleitið hósdagin og sum kostaði tveimum konstáblum lívið, meðan teir vóru í ferð við eina uppgávu beint norðan fyri býin Gereshk, har suð­ uri í Afghanistan. Henda uppgávan gekk út uppá at gera eina nýggja brúgv, sum skal lætta um hjá fólki at sleppa inn aftur í dalin, soleiðis at arbeiðið kann halda fram við at end­ urbyggja økið. Arbeiðið gekk fyri seg við tveimum deildum, og brádliga verður skotið eftir teirri herdeildini, sum Ólav­ ur er við í. Ólavur var ikki sjálvur við í bardaganum, tí hansara uppgáva er at vera bilførari hjá herleiðsluni. Umframt hetta hevur hann eisini fast vaktartørn yvir dalin, har teir byggja hesar brýrnar. Hinir í herdeildini svar­ aðu beinanvegin álopinum aftur, samstundis sum teir royndu at finna sær skjól. Bardagin millum uppreist­ rarliðini hjá Talebanunum og donsku hermenninar vardi í ein góðan tíma. Hóast hetta, vórðu fleiri teirra særdir í skotbardagan­ um. Teir særdu hermenninir vórðu fluttir á sjúkrahús við tyrlu, men teir høvdu fingið so stóran skaða, at lívið stóð ikki at bjarga hjá teim­ um báðum ­ 21 ára gamla Casper og 22 ára gamla Mark. Skotbardagin fór fram í einum øki, sum fram til sep­ tember mánað í ár var undir leiðslu av Taleban­fólkum. Síðani ISAF (altjóða friðar­ herdeildin) fekk valdið í økinum hevur verið arbeitt við at byggja tað uppaftur, menna tað og skapa trygg­ leika aftur. At tað gongur rætta veg­ in, fáa teir donsku hermenn­ inir prógv fyri í heilum. Fólk flyta aftur til hús síni og smærri búðir lata upp aft­ ur, soleiðis at lívið so spaku­ liga byrjar at gerast vanligt aftur. Veruleikin inn um gátt Henda herdeildin hjá Ólavi fór til Afghanistan í oktober mánaði. Ólavur var fyrst heima í heystfrí, og helt tá føðingardag saman við pápa sínum. Báðir fylla teir sama dag – pápin 67 og Ólavur 22 ár. Eftir hetta gekk leiðin til ófriðarliga landið, har teir donsku hermenninir arbeiða saman við bretskum her­ monnum við at endurreisa landið eftir áralangar bar­ dagar. Hetta er ikki eitt vanligt arbeiði at endurreisa eitt land aftur, tí vandarnir lúra allastaðni: Fremmandu her­ menninir eru óynsktir í landinum av Taleban­herin­ um, og teir verða tí ofta atsøktir í friðarliga arbeiði teirra. ­ Hóast Ólavur bert hevur verið har í nakrar fáar vikur, eru longu tríggir av vin­ monnum hansara falnir!, sigur Jógvan harmur á mál­ inum. At hava ein son so langt burtur frá heimbygdini er eisini eitt prøvilsi fyri for­ eldrini. Og nú herdeildin hjá Ólavi var álopin enn eina­ ferð, kom veruleikin enn einaferð inn um gátt í heim­ inum hjá Katrin og Jógvan á Eiði. – Jú, vandar eru allastaðni. Men tá ein hevur ein son á slíkum staði sum í Afghan­ istan, so gerst hetta á ein­ hvønn hátt ein partur av gerandisdegnum, staðfestir Jógvan. Heim í februar Hóast tey nú høvdu fingið vissu fyri, at teirra sonur framvegis var á lívi, so fingu foreldrini ikki rætti­ liga frið í sálina fyrrenn seks tímar seinni. Um 23­tíðina um kvøldið ringdi nevniliga Ólavur úr Afghanistan og segði stutt frá tí, sum hent var, og vildi soleiðis bara siga teimum har heima frá, at hann hevði tað gott. Eftir at álopið var liðugt, hevði hann sjálvur verið úti á staðnum, har skotbardagin var farin fram, við bili sín­ um. Hansara uppgáva var her at vísa tyrlunum, hvar hermenninir vóru, soleiðis at teir sum skjótast kundu verða fluttir á sjúkrahús. Hóast skjótt varð borið at, lótu tveir teirra kortini lív. – Eg skal siga tær, at sam­ stundis sum vit fegnast um at Ólavur er óskaddur og á lívi, so hava vit samkenslu við teimum foreldrunum sum hava mist. Tað er so undarligt, tá ein væntar sær tey ringastu boðini, og so fær eini gleðiboð ístaðin, at sonurin er á lívi. – Eg dugdi tí sera væl at seta meg inn í staðið hjá teimum syrgjandi foreldru­ num. Tað kundi akkurát tað sama verið vit, sigur Jógvan álvarsamur. Og hann leggur aftrat: ­ Tað eru fleiri sum hvønn dag biðja fyri Ólavi. Hann skal eftir ætlan fara úr Af­ ghanistan í februar mánaði. Og vit biðja bara um, at hann skal koma heilskapað­ ur aftur! Misti tveir vinmenn í skot- bardaga í Afghanistan Ólavur er í danska herinum, og hevur síðani í oktober verið á uppgávu í Helmand landslutinum í Afghanistan. Hetta er vandafult arbeiði hotelforoyar.fo 4ELsHF HOTELFOROYARFO 5 rættir: s&’ROYSKURTALLERKUR s4OSKANAKKIVI¹SAFRANS˜SOGSAUTE s"ERBERIDUNNUBRINGAOGSV¤NALUNDIRVI¹LAKA¹UMBLOMMUMOGR˜TFRUKTUM POMANNAOGORANGESS˜S s/STAVOLAUVENT s-ANDLUR¤SVI¹KARAMELKREMIOGKANEL¤SI 0R¤SURFYRIHV’NNKR - ÙROKNA¹PR¤SINERRTTIR DRYKKIV’RUROGDANSUR "¤LEGGI¹BOR¹ÕTELELLAÕHF HOTELFOROYARFO *˜L¤'LASSTOVUNIDESEMBER DESEMBER DESEMBEROGDESEMBERBJ˜¹AR'LASSTOVANST˜RAJ˜LAMATSKRÕ T h e F a v o u r i t e R e s t a u r a n t G L A S S T O V A N