mánadagur 3. desember 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 3. desember 2007
27
lýsingar
Sálarfrøðingur
Við hesum verður søkt eftir sálarfrøðingi til
Blákrossheimið. Talan er um farloyvisstarv
frá 01.01.2008-31.10.2008
Viðgerðin er er ein sálarfrøðilig og
sosialpædagogisk viðgerð sum mest byggir á
kognitiva broyting, skipað við bólkaarbeiði og
staksamrøðum.
Uppgávur/arbeiðsøki:
• Ábyrgdina av viðgerðini á Blákrossheiminum
• Bólkaleiðari og staksamrøður við búfólk
• Ambulantar samrøður við misnýtarar og
avvarðandi
• Supervisión av starvsfólkum
Førleikar/eginleikar:
• Tú ert útbúgvin sálarfrøðingur
• Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• Tú ert álitisvekjandi og álítandi
• Tú ert fyrikomandi og hevur samstarvsvilja
• Tú vilt arbeiða samsvarandi
blákrosshugsjónini
Vit bjóða:
• Góðar og positivar samstarvsfelagar
• Uttanhýsis supervisión
• Eitt spennandi tvørfakligt arbeiðsumhvørvi,
har tú ert við til at tilrættaleggja arbeiði á
heiminum. Møguleiki er fyri at menna teg
fakliga.
Løn/setanartreytir:
Lønin verður ásett smb. sáttmála. millum
Fíggjarmálaráðið og Magistarafelagið.
Setan:
1. januar 2008 ella skjótast gjørligt.
Umsókn:
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknin saman við prógvum, viðmælum
v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 17.des. kl 12:00, og skal sendast
til
Blákrossheimið
Olga Magnussen, leiðari
Lynggøta 12
FO-100 Tórshavn
Setanarsamrøður eru ætlaðar í viku 51
Meiri fæst at vita um starvið við at venda
sær til leiðaran Olgu Magnussen,
olga@blakross.fo, ella sálarfrøðingin Jegvan
Bæk, jegvan@blakross.fo, á tlf. 315575
Blái Krossur Føroya, Blákrossheimið, ið er eitt viðgerðar-
heim fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar, er stovnsett
av Bláa Krossi Føroya við góðkenning frá Føroya Landsstýri.
Á heiminum eru 9,5 ársverk. Pláss er fyri 15 búfólkum.
Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og
hjálparfelagsskapur, sum hevur til endamáls at hjálpa
menniskjum, ið eru illa stødd av rúsdrekkaávum, at
fyribyrgja misnýtslu av rúsdrekka og øðrum rúsandi
evnum, at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum
umhvørvi, at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til
menniskju.
Lærarastarv í
Eysturskúlanum
Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv
fyri lærara í barnsburðarfarloyvi at byrja 3. januar
og skúlaárið út.
Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið
Talan er um eitt fulltíðarstarv við 25 undirvísingar
tímum um vikuna.
Viðkomandi skal undirvísa í 9. flokki í støddfrøði,
føroyskt, enskt í 5. flokki. Í hesum starvi er neyðugt,
at tú ert til reiðar at arbeiða í tøttum samstarvi í
sjálvstýrandi toymið í 4. – 5. flokki. Ítróttur og
evning eru eisini á tímatalvuni.
Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 –27.4 sambært
avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála
ráðið
Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:
• Í undirvísingini at taka støði í teimum mongu
førleikunum
• At leita eftir sterkum síðum hjá næminginum
• At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt
okkara virksemi
Søkt verður eftir lærara sum:
• hevur læraraútbúgving
• dugir væl at samstarva og samskifta
• áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan
• ikki ræðist nýggjar avbjóðingar
• setir tollyndi í hásætið
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 14. desember
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í
samband við skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard á tlf.
302540 ella 214752.
Eysturskúlin
Tórgarðsgøta 17
100 Tórshavn
Gjáarlon søkir eftir
námsfrøðinGi
oG avloysara
Søkt verður eftir námsfrøðingi og avloysara til
dagstovnin Gjáarlon í Vestmanna at byrja 1.
januar 2008.
Vit sóknast eftir
• 1 námsfrøðingi 20 tímar um vikuna.
Um ongin námsfrøðingur søkir, verður
hjálparfólk sett í staðin.
• 1 avloysara fyri hjálparfólk í farloyvi.
Starvið er tíðaravmarkað frá 1. januar 2008 til
1. januar 2009.
Starvið er ásett til 30 tímar um vikuna fram til
summarfrítíðina; síðan 20 tímar um vikuna fram
til 1. januar 2009
Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og
barnagarði – skipaður til íalt 84 børn.
Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl.
17:15. Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum
leggur dent á at fara væl um umhvørvið inni
sum úti.
Umstøðurnar eru sera góðar bæði innan– og
uttandura.
Vit bjóða
Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit stóran dent á
trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum, og vit
virka alsamt fyri at skapa álit og tryggleika fyri
børn og foreldur. Gerðandisdagurin er somu-
leiðis merktur av, at vit eru ein grønur stovnur.
Vit ynskja
Vit leggja dent á, at tú hevur førleika at arbeiða
sjálvstøðugt, ert ágrýtin og nýhugsandi. Tú
tekur ábyrgd og virkar í góðum samstarvi við
samstarvsfelagar og foreldur, og saman við
okkum ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga
arbeiði. Vit vænta, at tú sært møguleikar og
avbjóðingar fram um forðingar.
Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært
sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær
til Morið A. O. Gardy, leiðara, á telefon 230134
ella Solveig Olsen, varaleiðara, á telefon
230154.
Umsókn og freist
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 14. desember, kl 12:00.
Setanarsamrøður verða í viku 51.
Send eina umsókn við avriti av prógvum og
viðmælum til:
Gjáarlon
Hornavegur 16
FO – 350 Vestmanna
Umsóknir skulu merkjast »Gjáarlon«.
DaGstovnurin Gjáarlon
Frá Vága Javnaðarfelag!
Aðalfundur og uppstillingarfundur
verður í hølunum hjá Ingu Svabo
týskvøldið kl. 20.00
Vága Javnaðarfelag