týsdagur 8. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 87 - 8. mai 2001
Nr. 87 - 8. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
C
M
Y
K
Bjørn á Heygum (næst frá vinstru) er útnevndur svenskur
generalkonsul. Her avmyndaður saman við svenska
sendiharranum í Keypmannahavn, Carl-Magnus Hyltenius,
og konum teirra Mynd: Jan Müller
Bjørn á Heygum nýggjur
svenskur konsul
Hósdagin seinnapartin var Bjørn á Heygum,
sakførari úr Havn, settur sum svenskur
generalkonsul í Føroyum á samkomu á
Hotel Hafnia
KONSLASKIFTI
Stefan í Skorini
Bjørn á Heygum tekur við sum generalkonsul í
Føroyum eftir Eyðun á Rógvu Olsen, sum hevur røkt
starvið higartil. Í sambandi við útnevningina av Bjørni
á Heygum til generalkonsul vitjaði svenski sendiharrin
í Keypmannahavn í Føroyum. Sendiharrin, Carl-
Magnus Hyltenius, var við til hátíðarhaldið á Hafnia.
Bjørn á Heygum sigur, at hansara høvuðsuppgáva
verður at taka sær av svenskum áhugamálum í
Føroyum.
– Eg skal í prinsippinum røkja áhugamál Svøríkis í
Føroyum. Harumframt skal eg fáa samband í lag av
ymiskum slagi millum sviar og føroyingar, og eg skal
eisini hjálpa svenskum ríkisborgarum í Føroyum, ið
hava tørv á hjálp, sigur Bjørn á Heygum.
Bjørn sigur seg eisini fara at virka sum eitt millumlið
millum svensku sendistovuna í Keypmannahavn og
fólk, sum sendistovan hevur samband við ella ynskir
sambandi við í Føroyum.
Spennandi uppgáva
Bjørn á Heygum hevur ikki roynt eina slíka uppgávu
fyrr, og hann heldur tað vera spennandi at fáa hana litna
upp í hendur.
– Tað verður óivað læruríkt at hava hesa uppgávuna
sum svenskur generalkonsul, har eg komi at kenna
nýggj fólk allatíðina og fái nýggj sambond við fólk.
Harumframt verður tað við til at víðka persónliga
sjónarringin, sigur Bjørn á Heygum.
Nýggi konsulin ásannar, at hann ikki hevur eins nógv
um at vera sum aðrir konslar í Føroyum, t.d. tann norski
og íslendski. Hinvegin vísir hann á, at tær
grundleggjandi uppgávurnar eru tær somu.
Neyðugt var at fella flagg-
stongina hjá landsstýrinum
fyri at fáa niður Danne-
brog, sum onkur hevði
vundið so fast á stong í
Tinganesi sunnumorgunin
FLAGGSTRÍÐ
Eirikur Lindenskov
Tað voldi helst landsstýrismonnum
og viðhaldsfólki teirra høvuð-
brýggj, at merki dana, Dannebrog,
veiftraði í flaggstong landsstýris-
ins í góðveðrinum sunnumorgunin.
Men hetta gav eisini løgreglu-
monnunum
trupulleikar,
sum
skuldu vera so beinasamir at fáa
danska merkið niður úr flagg-
stongini, áðrenn havnarfólk komu
á føtur sunnumorgunin, tí tann ella
tey, ið vundið høvdu flaggið upp,
høvdu gjørt sær ómak til tess at
flaggið skuldi verða hangandi.
Og tað var tað eisini - líka til fólk
fór í kirkju…
Boð vórðu tá send eftir húsa-
vørðinum í Tinganesi, sum mátti
taka flaggstongina niður til tess at
loysa danska flaggið, sum á hvíta
krossin hevði fingið áskriftina:
Samband!
So er spurningurin, um tað eru
svartir sambandsmenn sum vilja
siga sína hugsan - ella tað eru
skuffaðir fullveldismenn, ið hava
mist álitið á landsins stýri, men tað
meldaði so søgan einki um.
Ein maður, sum Sosialurin hitti á
Tinganesi henda góðveðursmorg-
un segði, at tá Pauli Ellefsen varð
valdur til løgmann fyri 20 árum
síðani 5. januar 1981 brotnaði
flaggstongin - og vóru tað tey, ið
hildu hetta vera eitthvørt tekin.
Men hvat tekin hetta kundi vera,
visti hann ikki at siga.
Tað sum ongantíð hent er áður, hendi
sunnumorgunin: Føroya Landsstýri
flaggaði við donskum flaggi…
Mynd: Eirikur Lindenskov
Tvey ferðslu-
óhapp við
rúsaðum
førarum
Løgreglan í Havn fekk
sunnudagin fráboðan
um tvey
ferðsluóhapp, og í
báðum førum var
bilførarin ávirkaður
av rúsdrekka
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Heilar tvær ferðir sunnu-
dagin var løgreglan í Havn
á ferð eftir bilførarum, ið
høvdu sett seg við róðrið,
hóast teir vóru ávirkaðir av
rúsdrekka.
Fyrru ferð var um fimm
tíðina sunnudagin, tá ein
ávirkaður førari stoytti
saman við ein parkeraðan
bil á Hoyvíksvegnum. Í tí
koyrandi bilinum sótu trý
smábørn á baksetrinum,
men tey vóru tíbetur í
trygdarbelti, so tey fingu
einki stórvegis mein.
Seinnu ferð var tað ein
bilførari, ið eisini stoytti
saman við ein parkeraðan
bil á Bursatanga á Konga-
brúnni
klokkan
ellivu
sunnukvøldið. Hesin førar-
in royndi at flýggja frá
óhappinum, men tað eydn-
aðist honum ikki, tí løg-
reglan fekk hendur á hon-
um beinanvegin. Hon kundi
staðfesta, at bilførarin var
ávirkaður av rúsdrekka.
Báðir førararnir kunnu
vænta sær at missa koyri-
kortið.
Eldsbruni á Argjum
Leygardagin eftir middag
var fráboðan um ein elds-
bruna á Argjum. Tað var
eitt skammlop í eini turki-
trumlu, ið var orsøkin til
eldin. Tíbetur varnaðust
fólk eldin skjótt og boð-
sendu sløkkiliðnum. Eld-
urin varð sløktur, áðrenn
hann gjørdi álvarsaman
skaða.
Umframt
hesi
bæði
ferðsluóhappini og elds-
brunan hevur løgreglan í
Havn havt heili sjey per-
sónar á støðini at sova rúsin
av sær frá fríggjadegnum til
mánamorgun. Hetta talið er
sera høgt og meira enn
vanligt, verður sagt av
løgreglustøðini.
Tveir førarar missa kortið
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Runavík hevur um vikuskiftið tikið tveir
førarar, sum hava brotið ferðslulógina somikið grovt, at
teir missa koyrikortið.
Fríggjanáttina um tvey tíðina varð ein bilførari tikin
fyri at koyra við kenning. Sunnunáttina varð annar
førari tikin í Runavík. Løgreglan máldi ferðina á
bilinum við nýggja lasaratólinum, og hon var 83 km/t.
Førarin fær treytaða frádøming av koyrikortinum, og
tað merkir, at hann bæði skal til teori- og koyriroynd,
verður upplýst av løgreglustøðini í Runavík.
Í Klaksvík verður sagt frá einum friðarligum
vikuskifti. Herverk varð framt á ein handil, har ótangar
høvdu grýtt steinar í rútarnar, og trý fólk svóvu rúsin av
sær á støðini.
Dannebrog í húnarhátt í
Tinganesi