Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 235 - 4. desember 2007 tíðindi Fólkaræði Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvussu skulu tey, sum hoyra illa, vita, hvønn tey skulu velja á løgtingsvalinum tann 19. januar. Tað er ein spurningur, sum ráðið fyri Ráðið fyri Brekað nú roynir at seta ljóskastaran á í sambandi við, at valstríðið til løgtingsvalið verður harð­ ari og harðari fyri hvønn dag, sum gongur. ­ Tað er torført at fáa innlit í politisk viðurskifti, tá hoyrn­ in svíkur, tí tá er ringt at fylgja við í politiskum orða­ skifti, sigur Nicolina Dahl, sum er hoyribrekað og sum nú ger vart við seg eftir áheit­ an frá Ráðnum fyri brekað. ­ Flestu borgarar fáa kunn­ ing um politisk viðurskifti gjøgnum útvarp og sjónvarp, men hoyribrekað eru úti­ stongd frá øllum tí gerandis­ liga politiska kjakinum, tí tey ikki klára at fylgja við í útvarpi og hoyra ikki tað, ið sagt verður í sjónvarpi, sigur hon ­ Tí er verri hjá einum hoyribrekaðum yvirhøvur at fáa sær eina politiska mein­ ing, leggur hon afturat. Tí heldur hon, at skulu hoyribrekað og deyv hava nakran møguleika at fáa nakað burturúr valsending­ um í sjónvarpinum, krevst, at nakað verður gjørt. ­ Valsendingarnar eru kunnandi og eiga at venda sær til allar veljarar, men hoyribrekað og deyv fáa ikki hesa kunning. Har krevst fyrst og fremst tekst­ ing á sjónvarpi í breiðari merking. Sum minsta mark mugu tíðindasendingar tekstast og tað átti at veri ásett við lóg, at valsending­ ar vera tekstaðar. Alt annað er ódemokratiskt, staðfestir Nicolina Dahl. Hoyrnalykkjur, tulkar og tekstir Nicolina Dahl staðfestir, at politiskur áhugi byrjar í nær­ umhvørvinum og tí eiga allir býráðssalir at hava hoyrnar­ lykkju! ­ Umleið tíggindi hvør føroyingur hoyrir ikki nóg væl og talið er vaksandi. Vit vita, at tað tekur ár frá tí, at brekið byrjar at níva og til fólk leita sær hjálp. Tað sama má vera galdandi hjá teimum, sum sita á valdinum. Hoyrn­ arlykkja eigur sjálvandi at vera í tingsalinum til gagns fyri tingfólk og áhoyrarar. Felagið fyri hoyribrekað heitir somuleiðis á tey, ið skipa fyri valfundum, um at hava hoyrilíkindini í huga og hava hoyrnarlykkju til taks. Samstundis vísir hon á, at teknmálstulking hevur havt ovurstóran týdning fyri tey deyvu. ­ Tað eigur at tryggjast, at tulkarnir fáa bestu umstøður at arbeiða undir í valstríðn­ um. Nú vantar skrivitulking til fólk, ið gerast deyv, eftir at tey eru vorðin vaksin og tí ikki læra teknmál. Skrivi­ tulking er ein avgerandi for­ treyt fyri, at hoyribrekað kunna vera við í politiskum arbeiði. ­ Okkara meining er eisini verd at hava við í kjakinum og okkara íkast er líka nógv vert sum tað hjá øllum øðr­ um. Okkara atkvøða telur líka nógv sum hinar, sigur Nicolina Dahl. Við Rás 2 fríggjadagin segði Barbara á Tjaldrafløtti, at Ráðið fyri brekað ætlar at seta seg inn í viðurskiftini hjá autistum, sjónveikum og hoyribrekaðum og vita, um tey velja, ella, hvussu tey velja. Tíggjundi hvør føroyingur útihýstur frá fólkaræðinum hotelforoyar.fo 4ELsHF HOTELFOROYARFO 5 rættir: s&’ROYSKURTALLERKUR s4OSKANAKKIVI¹SAFRANS˜SOGSAUTE s"ERBERIDUNNUBRINGAOGSV¤NALUNDIRVI¹LAKA¹UMBLOMMUMOGR˜TFRUKTUM POMANNAOGORANGESS˜S s/STAVOLAUVENT s-ANDLUR¤SVI¹KARAMELKREMIOGKANEL¤SI 0R¤SURFYRIHV’NNKR - ÙROKNA¹PR¤SINERRTTIR DRYKKIV’RUROGDANSUR "¤LEGGI¹BOR¹ÕTELELLAÕHF HOTELFOROYARFO *˜L¤'LASSTOVUNIDESEMBER DESEMBER DESEMBEROGDESEMBERBJ˜¹AR'LASSTOVANST˜RAJ˜LAMATSKRÕ T h e F a v o u r i t e R e s t a u r a n t G L A S S T O V A N miðlahúsið í Vágsbotni www.sosialurin.fo Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01 post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo Komst tú ikki inn á pedagogútbúgvingina? tú kanst enn náa tað! Jens Maibom Pedersen, cand. theol og fyristøðumaður á Diakonháskúlanum, heldur eitt upplegg um útbúgvingarnar á háskúlanum saman við Beintu Joensen, sum hevur tikið útbúgving á skúlanum. Mánadagin 3. desember kl. 19.30 Vit borðreiða við kaffi og smákøkum. Fyrilestur í miðlahúsinum Jens Maibom Petersen Øll eru vælkomin Vegna vaksandi virksemi sóknast vit eftir dugnaligum og eldhugaðum lærlingi til amboð og maskindeildina í 2x3 í Tórshavn, at byrja skjótast gjørligt. Vit bjóða eina útbúgving í eini framkomnari fyritøku, har vit við at seta tænastu og góðsku í hásæti virka í einum spennandi og vaksandi virkisøki innan handil. Tú kemur sum lærlingur at virka í einum vælvirkandi toymi av starvsfólki, sum seta tænastuna og gott arbeiðsumhvørvi í hásæti. Starvið inniber, at tú sum frálíður fært ábyrgd av ávísum økjum hoyrandi til deildina. Í tøttum samstarvi við hinar deildirnar verða høvuðsuppgávurnar hjá tær hesar: - søla og innkeyp - kundaavgreiðsla - ráðgeving og vegleiðing - tilboðsarbeiði Lærutíðin er 3 ár um umsøkjarin hevur lokið FHS- prógv, og 2 ár um HH útbúgving er lokin. Vit vænta at tú ert málsøkin, røkin, setur kundatæn- astu í fremstu røð, og hevur evni og viljan at verða ein virkin luttakari millum dugnaligar starvsfelagar. Tú fært eitt spennandi lærupláss, har tú kanst menna tíni evni innan sølu og tænastu á einum stórum og virknum arbeiðsplássi. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu. Umsóknarfreistin er jólaaftan 2007, og skulu umsóknir sendast til: Heykavegur 4 Boks 3038 110 Tórshavn Att.: Jan á Argjum LÆRLINGUR TIL