týsdagur 4. desember 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 235 - 4. desember 2007
Strandfaraskip Landsins hava loyst frá landi í strembanini
eftir at vinna sær ein nýggjan samfelagsligan leiklut.
Til hetta krevst ein víðskygdur stjóri við góðari barlast.
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum verður at standa fyri
umskipan og broytingum á stovninum, ið standast av, at
høvuðsskrivstovan og fyrisitingin verða fl utt til Suðuroyar
1. januar 2008, og at skipan við samferðslusáttmálum skal
setast í verk 1. januar 2009.
Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt tilmæli um framtíðar
virksemið hjá Strandfaraskipum Landsins. Við støði í
hesum tilmæli er avgjørt, at Strandfaraskip Landsins
halda áfram sum landsfyritøka á fíggjarlógini. Skip
og aktiv verða eins og í dag ogn hjá landinum, og
Strandfaraskip Landsins halda áfram sum ein rakstrar-
og ráðleggingareind. Virksemið hjá Strandfaraskipum
Landsins skal ásetast í samferðslusáttmála við
Innlendismálaráðið. Ein stórur partur av arbeiðnum
hjá nýggja stjóranum verður at gera og røkja
samferðslusáttmálar.
Tað er í stóran mun eitt verkætlanarstarv, har tað
ræður um at duga at bróta upp úr nýggjum. Umsøkjarar
skulu hava breiðan førleika, eina holla ástøðiliga
útbúgving og leiðsluroyndir frá privata ella almenna
arbeiðsmarknaðinum. Stjórin skal vera víðskygdur
og ágrýtin, hava góð samstarvsevni og ein mennandi
leiðslustíl.
Strandfaraskip Landsins er ein stórur almennur stovnur
við avgerandi týdningi fyri føroyska samfelagið. Í fj ør
fl uttu Strandfaraskip Landsins 1,1 milliónir ferðafólk.
Á stovninum, sum umfatar samanlagt 29 Bygda- og
Oyggjaleiðir, starvast umleið 170 starvsfólk (120 fulltíðar
størv). Samlaða játtanin til stovnin er umleið 110 milliónir
krónur.
Starvið verður sett sum skjótast fyri eitt 5 ára skeið.
Løn og setanartreytir eru sambært serligari avtalu við
Innlendismálaráðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Innlendismálaráðið. Rúna Joensen, aðalstjóra, ella Hilmar
Høgenni, deildarstjóra, á tlf. 358080.
Umsóknir við CV, prógvum o.ø. skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 17. desember 2007 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Innlendismálaráðið
Tinganes
Postboks 159
110 Tórshavn
sansir.fo
INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
Tel 35 80 80, Faks 35 80 85, Postboks 159
110 Tórshavn imr@imr.fo, www.imr.fo
Stjóri til
Strandfaraskip
Landsins