Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 235 - 4. desember 2007 tíðindi - Tað verður óluk­sá- liga flóvisligt, sigur Johan Samuelsen, sk­rivari í Ítróttasam- band­inum Fyri Brek­- að ÍSB Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta kann blíva óluksáliga pínligt fyri okkum. Johan Samuelsen er skriv- ari í Ìtróttasambandinum Fyri Brekað, vanliga nevnt ÍSB. Og hann er ógvuliga ørkymlaður í hesum døg- um. Tað er samgonguni, sum hann er ørkymlaður av. Samgongan er nevniliga í ferð við at seta tey brekaðu í Føroyum í eina ótrúliga pínliga og eyðmýkjandi støðu. Næsta ár ætlaði ÍSB at átaka sær at umsita norður- lendsku skrivstovuna hjá ítróttafeløgunum fyri brek- að í Norðurlondum. Fyri at kunna átaka sær uppgávuna, hevur ÍSB bið- ið Mentamálaráðið um 100.000 krónur til eitt hálvt skrivstovustarv. ÌSB hevði eisini fingið Niels Nattestad, vanliga nevndur Natti, at átaka sær uppgávuna. Men nú er ógvuliga óvist um politiski myndugleikin er sinnaður at seta neyðuga peningin av, so at fundurin kann haldast í Føroyum. Ikki ein króna ÍSB hevur verið limur í norðurlendska ítróttasam- starvinum fyri brekað, sum nevnist Nordisk Handicap Idræt, NHI. Londini skiftast um at hava norðurlendsku skriv- stovuna. Og landið, sum hevur norðurlendsku skriv- stovuna, skipar eisini fyri felags norðurlendskum nevndarfundum, har norður- lendskar kappingar, ymisk tiltøk og annars virksemið innan ítrótt fyri brekað í Norðurlondum, verður lagt til rættis og har ymisk felags mál verða viðgjørd. Har verður sostatt norður- lendski álmanakkin í sam- bandi við ítrótt fyri brekað, lagdur til rættis. - Nakrar ferðir hevur stað- ið Føroyum í boði at taka við norðurlendsku skriv- stovuni, men vit hava borið okkum undan, tí vit hava ikki havt nakrar umsitingar- ligar royndir, sigur Johan Samuelsen Næsta ár stóð so aftur ÍSB í boði at leiða norður- lendska samstarvið innan ítrótt fyri brekað. Í hesum sambandi setti ÍSB seg í samband við Mentamálaráðið at greiða frá støðuni. Mentamálaráðið segði, at tað vildi gera alt fyri at fáa 100.000 krónur á fíggj- arlógina fyri 2008, sigur skrivarin í ÍSB. - Vit vórðu sera væl mót- tikin í Mentamálaráðnum og fingu ta fatan, at tað mundi fara at ganga, sigur Johan Samuelsen. Men nú fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd fram, er ikki ein króna sett av til endamálið. Óluksáliga flóvisligt Tí hevur ÍSB nú skrivað fíggjarnevndini bræv, har tey inniliga heita á fíggjar- nevndina um at játta 100.000 krónur til endamál- ið. - Hendir tað ikki, má ÍSB rætt og slætt boða hinum norðurlondunum frá, at vit fáa ikki átikið okkum upp- gávuna, tí politisku mynd- ugleikarnar vilja ikki játtað okkum neyðars 100.000 krónur - Tað harmar okkum almikið, verða vit ein eina- ferð noydd at fara neyðars- ligu og eyðmýkjandi gongd- ina til grannar okkara og siga, at í Føroyum er eingin vilji til at seta neyðuga pen- ingin av á landsins fíggjar- lóg til eitt sjálvsagt norður- lendskt mál, teimum brekaðu at frama. - Vit senda bara drunnin víðari og siga, sum vit pla- ga, at vit eru so fá og smá. ÍSB spyr um hetta ikki er skomm fyri okkum føroyin- gar, bara at spæla við, men ikki gjalda gildið?, -Vit hava verið við í norðurlendska samstarv- inum í ISB í 25 ár og tað er ógvuliga eyðmýkjandi altíð at siga nei. Ìslendingar hava havt norðurlendsku skrivstovuna tvær ferðir og nú standa vit spyrjandi: Verður kortini neyðugt at fara til grannar- nar fyri vestan og heita á teir um at taka á seg ábyrgd- ina, sum annars varð løgd á okkum. - Tað verður óluksáliga flóvisligt sigur Johan Sam- uelsen. - So er tað bara tóm orð og tvætl at tosa um, at vit skulu vera við í norður- lendskum og altjóða sam- starvi, tí tað kostar altso eitt sindur av pengum, leggur hann afturat. - Eg hugsaði mítt, tá ið eg nú ein dagin hoyrdi politika- rar undrast á, at hundraðtals milliónir og kanska milliar- dir verða játtaðar til tunlar, men at tað knípur hjá einum sambýli fyri menn-in-g- artarnað at fáa pening til at skifta vindeygu fyri, sigur skrivarin í ÍSB. Nøkunlunda somu støðu er Ítróttasambandið Fyri Brekað, við at koma sær í, tí 100.000 krónur eru ein ógvuliga lítil og varislig upphædd. Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá lands- stýrismann-inum í menta- málum, Jógvani á Lakjuni, men tað eydnaðist ikki áðr- enn blaðið fór til prenting- ar. Pínligt fyri tey brekaðu í Føroyum Tað verður ótrúliga pínlig, skulu vit enn einaferð noyðast tað eyðmýkjandi gongd til okkara grannalond at boða frá, at vit eru so fá og so smá, at politisku myndugleikarnir ikki vilja játta okkum neyðarsligar 100.000 krónur til eitt tiltak, sum er til frama fyri tey brekaðu, sigur Johan Samuelsen, skrivari í ÍSB Maria Poulsen RØRSMIÐJUR Vit sóknast eftir einum rørsmiði Tín førleiki Vit vóna, at tú ert dugnaligur, íðin, nærlagd ur og sjálvstøðugur. Harafturat skalt tú skilja týdn- ingin av góðum handverki. Afturfyri bjóða vit Tú fært góðar arbeiðsumstøður og eitt menn- andi fakligt arbeiðsumhvørvið. Stutt sagt – eitt starv í einari spennandi og fjøltáttari fyritøku í støðugari menning. Seinasta freist at senda inn umsókn við prógv- um er mánadagin, 17. desember. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkara á tel. 312 000. Maria Poulsen pf Postmoga 182 FO-110 Tórshavn