týsdagur 4. desember 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 4. desember 2007
Jólanissur, einglar, djór og
matrósar í Sjónleikarhúsinum
Í nakrar vikur hevur Sjónleikaraskúlin hjá Hedvig Westerlund-Kapnas og Barbaru Christophersen verið í
gongd við fyrireikingarnar til Leikhúsjól. Nú vit fara inn í desember mánað, er Sjónleikarhúsið komið í
veruligt jólahýri. Her eru nissur og einglar, men eisini djór og matrósar. Piparnøtur standa á borðinum, og
jólatónleikur hoyrist um alt húsið. Vit eru øll sera spent til jóla! Uttan at avdúka ov nógv kunnu vit siga frá,
at Leikhúsjól í ár fer at sýna onkran gamlan kendan klassikara, men at tað eisini verða nýggir gestir at hitta á
pallinum – úr djóraheiminum. Harumframt fara vit at síggja ein leik úr einum landi, har man ikki heldur jól.
So tey, sum koma at hyggja eftir Leikhúsjólum í ár, kunnu vænta sær eina fjølbroytta og spennandi skrá við
nógvum sangum og tónleiki - Bendar Spónir spæla Live!Við í Leikhúsjólum í ár eru ikki færri enn 43
leikarar, sum allir gleða seg at fara á pallin í Sjónleikarhúsinum at spæla sjónleik, tónleik og at syngja fyri
Føroya fólki. Frumframførsla av Leikhúsjólum 2007 verður hósdagin 6. desember og spælt verður til og við
20 desember. Atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn og tey kosta 60 krónur.
46
Hiti • Ventilatión • Sanitet
Stórt úrval av goðsbað
Tel 309 310
demich@demich.fo
www.demich.fo
Fartelduna
fært tú hjá okkum
Tú og
— vinna hvørjaferð!
Les meira á www.ekort.fo
KBI sp/f · Klingrugarður 2 · FO-700 Klaksvík · Tel: 470 200 · Fax 470 201 · kbi@kbi.fo
Luftlykil
KraftverK luftlykil
½” við toppum
einans
kr. 3.375,-
Biga ...smartari og betri!
Staravegur 5 • FO-100 Tórshavn • tlf. 31 48 40
fax 31 48 60 • biga@kallnet.fo • www.biga.dk
Wc útstillingsmøbil
fyrr 55.200
NÚ ENaNS 29.500