týsdagur 4. desember 2007síða 48
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 4. desember 2007
Barnakapping
Frá 1. til 24. desember, á aftastu síðu, fer Sosialurin at hava ein
spurnarkapping í blaðnum við spurningum úr brettspælinum Manna.
Spælið verður skipað soleiðis, at hvønn dag, verða tríggir spurningar at
finna her á síðuni. Fyri at verða við í kappingini, mást tú svara
spurningunum og senda teir við telduposti til: manna@sosialurin.fo innan
annan dagin eftir kl. 08. Minst ein av spurningum má vera rættur. Eitt
brettspæl av Manna verður burturlutað hvønn dag og vinnarin verður
kunngjørdur í blaðnum dagin eftir.
Av misgáum skrivaðu vit ikki røttu tíðarfreist í mánadagsblaðnum, so tit
kunnu senda svarini til fyrstu tríggjar spurningarnar innan mikumorgun kl.
08.00. Vinnarin verður kunngjørdur í blaðnum mikudagin.
48
1. Hvar búðu Jósef og Maria, áðrenn Jesus var føddur?
2. Hvussu æt eingilin, sum segði Mariu, at hon skuldi føða Jesus?
3. Hvør var kongur í Judea, tá ið Jesus varð føddur?
Svarini til hesar spurningar skulu vera okkum
í hendi hósmorgunin kl. 08.00. Vinnarin
verður kunngjørdur í blaðnum hósdagin.
Piparnøtirnar
fært tú hjá...
Piparnøtirnar
fært tú hjá...
Tlf 312161 • gron@gron.fo • www.gron.fo
Farteldur úr 4.999,-
Góð jólatilboð