týsdagur 4. desember 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
-
Rákið
Sosialurin desember 2007
Meðan vanligu kundarnir bara
síggja lítla handilshølið, er alt húsið
á tremur av blómuhandli - bæði
kjallari, veg- og miðhædd, og enntá
eisini í úthúsinum, har kransagrønt
verður goymt. Hvør sentimetur er
stúvstappaður við alskyns pakke-
nellikum, sum Brynhild og hini trý
starvsfólkini í Árstíðunum brúka til
ymsu árs- og høgtíðirnar.
- Føroyar eru so fjarskotnar, at vit
mugu hava eitt hampiligt lagur,
sigur hon, meðan vit ganga upp
trappurnar og koma inn í eitt rúm
við einum longum borði og
dekoratiónspynti úr enda í annan.
Og hon vísir á einar 10 spannir,
sum standa spjaddar út yvir gólvið,
sorteraðar við jólakúlum, koglum,
turkaðum blómum, bondum og
sloyfum – alt í heitum jólalitum.
- Túsund dekoratiónir verður tað
til í jólamánaðinum, sigur Brynhild,
meðan hon letur skápshurðar upp
og peikar á stakkar av nýggjum
reyðum, hvítum og svørtum
stakum, føtum og skjularum.
- Tey siga at litirnir í ár eru lilla,
svart, grátt og hvítt. Vit gera eisini
altíð nakað av modernaðum, men
ongin ivi er um, at vit yvirliva upp á
tað traditionella reyða og grøna.
Reyði silkikjólin
Og meðan hon vísir runt í dreka-
húsinum, fortelur hon um árini,
sum fóru. Um veitsluna leygar-
kvøldið, har tey hátíðarhildu 25 ára
dagin hjá handlinum og 60 ára
føðingardag hennara. Og hon
fortelur um tilveruna sum
blómuhandlari, ið nú lækkar móti
endanum. Tí hon orkar ikki meira
og leingist aftur til serøkið, har hon
starvaðist fyrstu 20 árini av
arbeiðslívinum sum sjúkrahjálpari.
- Tú skuldi sæð meg leygarkvøld-
ið. Í reyðum silkikjóla úr Aberdeen
og keyptum hári úr Onglandi, for-
telur Brynhild livandi, meðan hon
poserar úti á gólvinum og forklárar
um kjólan. Og hóast hon eigur átta
ommubørn og eitt langommubarn,
er tað lætt at ímynda sær hana
veitsluskrýdda og herliga eina
lívliga nátt í góðum vertskapi.
Fekk tríggjar mánaðir
Vit sessast millum nelikur og liljur
og fáa ein kaffimunn, saman við
restunum av kransakøkuni frá
leygarkvøldinum. Fyri 25 árum
síðani vendi Brynhild tryggu tilver-
uni bakið, og hóast hon onki vistu
um tað at vera sjálvstøðugt vinnu-
rekandi ella um blómubindarí, tók
hon stigið og læt upp blómuhandil
í Havn.
- Upprunaliga hevur mær altíð
dámað væl at dekorera. So eg
keypti mær eina bók um blomstur-
bindarí og fekk samband við nakrar
leverandørar gjøgnum Volker
Behrens, sum hevði blómuhandilin
Floru. Eitt sindur frekt blakaði eg
meg bara út í tað, sigur Brynhild og
minnist, at Volker gav henni bert
tríggjar mánaðir í bransjuni.
Broyttar blómutíðir
Hesi 25 árini, Brynhild hevur havt
blómuhandil, er nógv broytt. Til
dømis er tað púra vanligt í dag, at
ungir menn í 30’unum koma inn og
keypa eina bukett – ikki til konuna,
men til sín sjálvs, tí teir halda
blómur vera vakrar. Eisini ungu
brúðrarnar eru broyttar.
- Tær vita akkurát, hvat tær vilja
hava. Og tær duga sera væl at
velja, sigur Brynhild, sum heldur
størsta skrekkin vera eina kedda
brúður.
- Brúðarbukkettin kann ikki
broytast, tí hon verður heintað
beint uppundir vígsluna. Tað hevur
so ómetaliga stóran týdning, at
kjóli, blómur og alt hitt er perfekt
hendan størsta dagin í lívinum,
sigur Brynhild.
Eisini í blómuheiminum er tað
mótin, sum ger av, hvat er inn tær
ávísu árstíðirnar og høgtíðirnar.
Seinastu mongu árini hevði tað
einfalda verið fyrimyndin. Men
Brynhild hevur varhugan av, at
rákið er um at venda.
- Í løtuni er tendensurin, at
borðprýði og tílíkt skal vera so
einfalt, at tað nóg illa sæst. Ein
long blóma í einum smølum vasa
hevur verið at sæð á konfirmatións-
borðunum í eini tíggju ár, og tað er
faktiskt nokkso keðiligt. So eg rokni
við, at vit fara at gera eitt sindur
meira burturúr komandi árini,
greiðir Brynhild frá.
Fylgir familjunum
At vera blómuhandlari er eitt sind-
ur átøkt starvinum sum prestur,
soleiðis at skilja, at tú fylgir familj-
unum í nærumhvørvinum í lívsins
og ársins lág- og hátíðum. Ungi
drongurin, sum keypir eina for-
elskaða rósu. Tá tvey góð koma
inn og bíleggja blómur til
brúdleypið. Tá tey doypa og
konfirmera børnini. Og so allir
brúðar-, forsónings-, og
mammudagarnir, fyri ikki at
gloyma spontanu bukettirnar. Og
natúrliga fylgja blómurnar okkum
eisini í jørðina aftur.
- Umstøðurnar eru so smáar her
hjá okkum. So ofta kenna vit ørind-
ini, tá ið fólk kemur á gátt. Vit laga
okkum automatiskt til støðuna, og
vísa á tann hátt okkara virðing.
Viðhvørt fara vit afturum við fólki,
so tey ikki standa mitt í øllum og
blomstrað, sigur Brynhild. Stillis-
liga greiðir hon frá, at í vikuni tók
hon ímóti einum foreldrapari, sum
hevði mist eitt barn.
- Lítla barnið liggur nú úti í kapelli-
num á einari vakrari legu av blóm-
um, sum á eini summarong.
Sorgina kunnu vit ikki taka frá teim-
um, men vit royna altíð at gera tað
so pent, sum til ber, hugleiðir hon.
- Nógv kunnu vit venja okkum
við, men ikki at børn og ung fólk
doyggja. Tað fer beint inn í hjarta-
kúluna, serliga í sambandi við
Á jólum eru
kundarnir reyðir
Hóast rákið sigur svart og lilla, eru kundarnir til tað meira
traditionella, sigur Brynhild Gaard Joensen, sum fyri 25
árum síðani keypti sær eina bók um blomsturbinding og
læt blómuhandilin Árstíðirnar upp