týsdagur 4. desember 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Rákið
Sosialurin desember 2007
handlar, men tá var ikki vanligt at
senda pengar til ávís endamál í
sambandi við jarðarferðir.
- Tað var tann reini ørskapur, tí
hvørt mansbarn sendi blómur ella
krans, sigur Brynhild, sum heldur
tað vera sera positivt, at fólk senda
pening til vælgerandi endamál.
- Vit hava úr at gera, og ongin fer
í grøvina uttan blómur. Tey nærm-
astu keypa altíð, og peningurin
kemur teimum livandi til góðar og
hjálpa nógvum felagsskapum.
Vit eru serfrøðingar
Spurd, um eitthvørt er, sum tey
seta eina serliga æru í, greiðir
Brynhild frá, at í sambandi við
jarðarferðir hevur tað stóran
týdning, at tey avvarðandi kunnu
líta á, at tey ikki nýtast at hugsa
meira um blómurnar, tá ið tey hava
bílagt tær.
- Vit fortelja teimum, at vit taka
okkum av øllum, bæði kapellið, at
leggja blómurnar pent á kistuna og
at pynta upp í kirkjuni. Hetta hevur
stóran týdning, tí tey hava als ikki
yvirskot til at taka sær av blómum
og kransum, sum bara verða løgd
inn á gólvið heima ella í kirkjuni.
Vit eru serfrøðingar á økinum, og
gera hetta hvørja ferð, eisini jóla-
aftan, um tað skuldi verið, sigur
Brynhild.
Detta av jólaaftan
Sum sagt er tíðin í drekahúsinum
farin at halla. Brynhild ætlar at selja
handilin og koma víðari.
- Onki menniskja trýr, hvussu
strævið tað er at vera blómuhandl-
ari, sigur hon. Og yngri starvsfelag-
in, Elin, tekur undir við henni, með-
an hon hampar nakrar plantur, sum
komu við Norrønu í morgun,
tríggjar dagar ov seint.
- Tað egnar seg í øllum førum ikki
til eitt vanligt familjulív, skoytir hon
uppí, og tær vísa til gravarferðir
fyrsta jóladag og langa fríggjadag.
- Jólini liggja vit fullstendiga
avdotnar undir jólatrænum, siga
tær at enda og flenna hjartaliga.
Skrivað hevur: Rigmor Dam
Myndir: Sunva Eysturoy Lassen
Túsund dekoratiónir verða handaðar um skivuna í
desember.
– Men stuttligast er at avgreiða bíleggingar til
reseptiónir, tí tær skulu allar vera ymiskar. So tá
sleppa vit veruliga at royna okkum, sigur Brynhild