týsdagur 4. desember 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Sosialurin desember 2007
Rákið
1. Perfektionistur
Moralistur og endurskapari: Reagerar instinktivt og er
okkara moralska kumpass. Heldur at tingini kunnu
bara gerast á ein hátt, nevniliga tann rætta. Gongur
høgt upp í smálutir, bæði tá ið hon greiðir frá og í
arbeiðinum. Brúkar ofta orðini má og skal. Er nærløgd
og stundislig. Dámar ikki at fáa at vita, at ein avgerð
er skeiv. Hevur lætt við at rætta onnur. Í samstarvi við
onnur er perfektionisturin ofta tann sum spyr: Hvat tað
rætta er at gera her? Fokuserar upp á tað rætta, tað
sum gevur ein sansaða uppliving av, at tað er perfekt.
Avbjóðing: Royn at koma burtur frá bindandi
gerandisdegnum og kendum umstøðum.
2. Hjálpari
Vinur og umsorgari: Er kenslulig og ein góður
lurtari. Setur sín egna tørv til viks fyri at hjálpa
øðrum. Trívist ikki við, at onnur gera nakað fyri
seg. Torført at siga nei. Tað er sera umráðandi
at hava vinir og fólk um seg. Kann vera sera
arbeiðssom.
Í samstarvi við onnur er hjálparin ofta tann
sum spyr: Hvussu kann eg hjálpa her.
Fokuserar upp á at hjálpa øðrum.
Avbjóðing: Royn at hugsa um egnan tørv og
kenslur.
3. Útinnari
Eggjari og statussøkjari: Er kenslulig, men dugir
samstundis at seta kenslurnar til viks og arbeiða sera
málrættað. Er motiverað fyri at arbeiða, fyri
effektiviteti og at fáa succés. Dugir væl at leggja til
rættis og seta seg sjálva í gongd. Dámar at gera eitt
gott arbeiði og/ella at hava okkurt vakurt, sum onnur
leggja til merkis.
Í samstarvi við onnur er útinnarin ofta tann sum spyr:
Hvat skal gerast her? Fokuserar upp á at koma í
gongd og at røkka málinum.
Avbjóðing: Royn at hava álit á, at onnur duga at
arbeiða sjálvstøðugt.
4. Romantikari
Individualistur og dramatikari: Er kenslulig.
Samanber seg við onnur og er ofta unikk –
tað kann vera í klæðum, stíli ella atburði.
Elskar romantikk, vakurleika og intensitet.
Dámar væl eitt sindur av drama, hevur ofta
listaligar gávur og hugsar ofta um fortíðina.
Í samstarvi við onnur er individualisturin
ofta tann sum spyr: Hvat vantar nú?
Fokuserar upp á tað, sum er skeivt ella
vantar við eini verkætlan.
Avbjóðing: Royn at vera áhaldandi og
prinsippføst.
5. Eygleiðari
Granskari og serfrøðingur: Hugsar og greinar og er ofta
serfrøðingur innan eitt øki. Er ofta einsamøll og brúkar tíð
til ítriv. Hungrar eftir vitan og kunnleika. Brúkar ikki orku
ella pengar óneyðuga. Er objektiv, tignarlig og vinarlig.
Hevur ikki tørv á statussymbolum ella at vera trendy.
Í samstarvi við onnur er eygleiðarin ofta tann sum spyr:
Hvat vita vit? Fokuserar upp á informatión og objektiva
vitan.
Avbjóðing: Royn at vera opinhjartað og til staðar í
kroppinum.
6. Realistur
Skeptikari og loyalistur: Brúkar nógva tíð til at
hugsa og greina. Dámar best reglur og fastar
mannagongdir. Kann vera ábyrgdarfull og
stillfør, men eisini fantasifull og stuttlig. Hevur
lyndi til at síggja ”spøkilsir á alljósum degi”.
Kann hava ilt við at taka eina avgerð. Dugir
væl at síggja ting úr ymsum sjónarhornum.
Loyalitetur og álit hava stóran týdning.
Í samstarvi við onnur er realisturin ofta tann
sum spyr: Hvat kann ganga galið her?
Fokuserar uppá, um nakað kann ganga galið
og um alt er væl umhugsað.
Avbjóðing: Royn at hava álit á at tað gongur
nokk, og at onnur gera tað, sum tey skulu.
7. Lívsnjótari
Ævintýrari og hugskotsfólk: Hugsar og greinar skjótt,
kann vera sera impulsiv, viðhvørt eisini til ampa fyri
onnur. Hugsar ”tað gongur nokk” og at lívið skal ikki
vera keðiligt. Er optimistisk, energisk og sær
møguleikar í øllum. Hevur nógva vitan og áhugamál.
Hevur ofta nógvar gávur.
Í samstarvi við onnur er lívsnjótarin ofta tann sum
spyr: Hvat kunnu vit eisini gera? Fokuserar upp á
møguleikarnar og at tað skal vera stuttligt.
Avbjóðing: Royn at hava nóg mikið í tær sjálvari, at
vera samvitskufull og nærløgd.
8. Avbjóðari
Leiðari og verji: Reagerar instinktivt. Virkar ofta
sum leiðari við einum sterkum vilja. Sigur
tingini beint út og vil hava eitt greitt svar. Hevur
stutt fjús. Kann vera ógvuliga intens og dámar
at dystast. Kann vera ágangandi og áhaldandi
um at tingini skulu gerast á ein ávísan hátt.
Dámar vald, eftirlit, loyalitet og rættvísi.
Í samstarvi við onnur er avbjóðarin ofta tann
sum spyr: Hvørjum stendur tú fyri? Fokuserar
upp á eintýðug svar og rættvísi.
Avbjóðing: Royn at vera góð, hjálpa og at taka tær
av øðrum.
9. Meklari
Friðarelskari og optimistur: Reagerar instinktivt.
Hevur eina dámliga medferð. Er løtt at vera góð við.
Tosar ofta seint og er optimistisk. Sær altíð tað besta
í fólki ella umstøðum. Kennir á sær, hvussu onnur
hava tað. Kann vera eitt sindur afturhaldandi, passiv
og hava trupult við at kenna egnan tørv. Meiningar
hjá øðrum kunnu hava ov stóran týdning.
Í samstarvi við onnur er meklarin ofta tann sum spyr:
Hava vit lurtað eftir øllum sjónarmiðum?
Fokuserar uppá, at øll hava líka stóran týdning.
Avbjóðing: Royn at vera meira virkin og at hava meira
álit á tær sjálvari.
Finn tína typu og kom víðari
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Fyri at fáa tað besta fram í tær
sjálvari, og at læra at brúka bæði
sterku og veiku síðurnar optimalt,
mást tú fyrst kenna serligu eyð
kenni og førleikar tínar. Aldagamla
enneagrammið ímyndar níggju
ymiskar persónligheitir, hvør við
sínari grundleggjandi lívsáskoðan.
Ein teirra líkist tær sera nógv, og
kanska eru fleiri, sum tú kennir teg
aftur í. Enneagrammið er eitt sera
hent amboð til coaching og til
størri sjálvsinnlit. Eisini í mun til
eginleikarnar at samskifta og
samstarva við onnur; tað veri seg í
familjuni, skúlanum, parlagnum
ella á arbeiðsplássinum.
Nógv er skrivað um ennea
grammið, og hvussu vit kunnu
brúka tað sum eitt amboð til størri
sjálvsfatan. Við at lesa profilarnar á
síðunum her, fært tú eina hóming
av, hvør líkist tær mest. Øll hava
eginleikar úr fleiri profilum, summi
kenna seg sjálvi aftur beinanvegin,
meðan onnur ikki eru so greið. Um
tað er torført at finna tín profil,
kanst tú leggja fyri við at sálda teir
frá, sum tú ikki kennir teg aftur í. Tá
tríggjar ella fýra eru eftir, ert tú á
góðari leið.
Tann dominerandi profilurin er
tín motivatiónsfaktorur, sum
stingur sera djúpt. Her verður eisini
hugsað um hugtøk sum vreiði,
skomm og ótta, sum jú ikki eru so
spennandi at verða konfronterað
við. Men tað ber til at mussa
vemmiliga froskin, so prinsessan
sleppur út. Hetta verður gjørt við at
arbeiða miðvíst við at menna
sterku eginleikarnar og at læra
góðtaka og brúka minni hepnu
eginleikarnar á ein skilagóðan hátt.
Vit kunnu ikki vera hvønn annan
fyriuttan. og eingin profilur er betri
enn annar, tí hvør einasti profilur er
eitt ískóyti til heildina. Hetta kemur
serliga væl til sjóndar, tá ið vit
samstarva við onnur, til dømis í
sambandi við verkætlanir og í
toymissamstarvi. Tí ber eisini til at
lesa um tann leiklutin, sum ymsu
profilarnir ofta hava í mun til
samstarv við onnur.
Hvussu uppfata onnur meg, og hvønn leiklut havi eg í samskifti og
samstarvi við onnur? Tað er lætt at seta onnur í bás, og at siga, at tey eru
hendan ella handan typan. Men hevur tú hugsað um, hvør typa tú ert?