Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

www.smaahjerter.dk Ein ørgrynna av klæðum í nógvum kendum merkjum. Til tey barnavinarligu Til tey handigu www.fixahemmet.se/ Alt til eina ordiliga handy-woman. Til tey kreativu www.nordicbeads.com/ Norðurlendsk heimasíða, sum selur tilfar til at gera smúkkur við. Eisini eru vegleiðingar og hugskot til at gera sínar egnu smúkkur. Til tey bindisligu www.garnstudio.com Drops design við øllum teimum vælkendu bindiuppskriftunum. Nú ókeypis og klárar at printa út. Til tey herligu www.smartasaker.se/ Nýggjar praktiskar og herligar uppfinningar, sum kunnu lætta um gerandisdagin. Til dømis hendan ljóta ítróttarfløskan, sum til ber at fylla uppí aftur, hóast vaskið á vesinum er ov lítið til vanligar fløskur – smart, ha? Til tey klikkaðu www.bimbambanana.dk/ Har tú finnur gávuna, tú ikki kundi ímyndað tær var til. Ein klikkaður og stuttligur internethandil. Til tey logisku www.mensa.org Til teirra, sum fáa størri sjálvsálit av at kenna IQ’ið. Kanna tað her og reypa tær so☺. Tekna teg sum lim í Mensa, um IQ’ið er omanfyri 131. Til tey lesandi www.flb.fo/ebi Portalur við tilvísingum til allar tær bestu alfrøðirnar og orðabøkurnar. Til tey lekru www.vanityfair.com Ótrúliga lekkurt altjóða mótablað. Til tey klóku www.nationalgeographic.com Gott og áhugavert vísindaligt blað og heimasíða. Sosialurin desember 2007 Rákið Til tey vøkru www.veckorevyn.com/mode-shopping/ebbas-blogg/ Størsti vælveru-, vakurleika- og mótabloggurin í Svøríki. 41