týsdagur 4. desember 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Rákið
Sosialurin desember 2007
Petra vil heldur baka
pannukøkur við børnu
num enn standa við
høvdinum niðri í wc
kummuni og skrubba.
Tí betalir hon einari
útlendskari kvinnu
svartar pengar fyri at
vaska heima hjá sær.
Petra er bert ein av
mongum føroyingum,
sum keypir sær svarta
reingerðarhjálp
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
myndir: Sunva Eysturoy Lassen
– Eg arbeiði fulla tíð og fái ikki frí
fyrr enn um 17-18 tíðina. Tá er ikki
nógv eftir av degnum. Men tað er
so tann tíðin, eg havi til at keypa
inn, gera døgverða, rudda, vera
saman við børnunum og hjálpa
teimum við skúlatingum, vaska
klæðir og leggja tey uppá pláss, og
samstundis syrgja fyri, at eg sjálv
eri úthvíld til næsta arbeiðsdag. Og
egin frítíðaráhugamál kann man
bara gloyma, tí tað er absolut
eingin tíð til tað, greiðir Petra frá.
Petra er ein kvinna í fjørutunum.
Hon býr í miðstaðarøkinum og hev-
ur trý børn. Arbeiði hjá manninum
ger, at hann ofta er noyddur at vera
uttanlands, og tí er hann ikki nógv
heima. Petra arbeiðir sjálv fullan
dag í einum handli í Havn og hevur
langar dagar. Hon arbeiðir eisini
hvønn leygardag.
Tí var tað ikki ein tung avgerð at
taka, tá hon frætti um eina damu,
sum ynskti at gera reint fyri fólk.
– Vit sótu og prátaðu um hetta í
eini kaffipausu fyri umleið einum
ári síðani. Ein kona greiddi frá, at
hon var komin í samband við eina
útlendska kvinnu, sum bíðaði eftir
arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroy-
um, og sum fegin vildi gera reint
fyri fólk. Eg segði beinanvegin, at
eg hevði kunnað hugsað mær tað,
sigur Petra.
Tað gekk slag í slag, og áðrenn
long tíð var gingin, hevði Petra
fingið samband við útlendsku
kvinnuna, sum nú kemur heim til
Petru at gera reint umleið fjúrtanda
hvønn dag.
Ikki yvirskot sjálv
Petra er ikki ein dovin kona. Sam-
bært henni sjálvari hevur hon bert
lært at raðfesta. Og hon heldur ikki,
at reingerðin eigur at raðfestast
hægst.
– Tá eg var yngri, og bert hevði
eitt barn, var eingin trupulleiki. Tá
gekk eg og rann við einum klúti
allan dagin, og eg orkaði tað væl.
Men nú, sum bæði árini og børnini
eru blivin fleiri, eins og arbeiðstíðin
er longd, havi eg ikki óavmarkaða
orku. Og eg vil heldur leggja dent á
onnur ting enn reingerð, staðfestir
Petra.
Hon sigur, at hon nú tekur børnini
og seg sjálva fram um alt tað
praktiska arbeiðið, sum altíð skal
gerast í einum húsarhaldi.
– Óruddiligt umhvørvi er stress-
andi at vera í. Og tá eg fyrr kom
heim, og alt húsið var bumbað og
trongdi til ein ordiligan umgang,
kundi eg gott missa móti, tí hvar
skuldi eg byrja? Og so var eg
allatíðina kedd um alt tað, sum eg
ikki náddi. Tí er tað ein harrans
lætti, at tað kemur ein dama inn,
sum kann hjálpa mær við at halda
heimið reint og ruddiligt, so eg
kann nýta tíðina til onnur ting,
greiðir Petra frá.
Hon sigur, at hon nú til dømis
kann baka pannukøkur við børnu-
num um kvøldi, eftir at skúlatingini
eru gjørd, ístaðin fyri at standa við
høvdinum í wc-kummuni og
skrubba ella renna runt við eini
tvøgu. Og tað er ein broyting, sum
øll familjan hevur varnast.
– Børnini hava ongantíð sæð
vaskihjálpina, tí hon kemur, ímeðan
tey eru í skúla, og eg sjálv eri til
arbeiðis. Men tey merkja, at
mamma er glað, tá eg komi heim,
og at eg havi stundir at seta meg
við teimum, so vit kunnu hugna
okkum saman. Tað hevði eg hvørki
yvirskot ella tíð til fyrr, staðfestir
Petra, sum ikki eina løtu hevur
angrað, at hon setti seg í samband
við útlendsku damuna.
Petra ringir til kvinnuna eftir
tørvi. Tað er umleið fjúrtanda
hvønn dag. So kemur hon og ger
reint í 4-5 tímar. Hon fær 100
krónur um tíman, og peningin fær
hon í hondina.
– Onkur hevur sagt, at hetta er at
útnytta fremmandu kvinnurnar,
sum koma til Føroya. Men har eri
eg ikki samd. Hon fær 100 krónur
um tíman, svart. Tað er dupult so
nógv sum eg tjeni, tí eg fái 100 kr
um tíman, og so fer skattur av. Og
eg haldi eisini, at tær eru glaðar
um bara at sleppa at gera okkurt, tí
– Tað er irriterandi, at eg
altíð má biðja mannin um
pengar, um eg havi hug
at keypa mær okkurt.
Eg kenni meg sum ein
snúltara, sigur Maria,
sum tí hevur tikið av
tilboðnum um at hjálpa
føroyskum kvinnum við
at gera reint heima við
hús. Maria hevur í langa
tíð bíðað eftir arbeiðs
og uppihaldsloyvi í
Føroyum
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
myndir: Sunva Eysturoy Lassen
– Tá eg hitti mannin hjá mær, var
eingin ivi. Hann var maðurin fyri
meg, og í nøkur ár ferðaðust vit
aftur og fram ímillum Føroyar og
mítt heimland. Men sum tað gjørd-
ist meiri seriøst, tók eg avgerð um
at flyta við honum til Føroya, greið-
ir Maria frá. Hon sigur, at hon
skjótt fall fyri hesum løgna og
sjarmerandi landinum.
Tað er nú long síðani, at parið
flutti til Føroya, men framvegis
bíðar hon eftir svarið frá myndug-
leikunum um arbeiðs- og uppi-
haldsloyvi í Føroyum.
– Tað er skjótt at gerast dovin, tá
tú einki hevur at gera í so langa
tíð. Sum er, havi eg einki at fara
upp til, so eg nýti nógva tíð til at
sova. Tað er frustrerandi, tí eg vil
jú fegin sleppa til arbeiðis, bæði
fyri at hava okkurt at gera, men
eisini fyri at koma í samband við
onnur fólk. Men tað havi eg ikki
loyvi til, sigur Maria.
Arbeiðir svart
Fyri nøkrum mánaðum síðani kom
hon í samband við eina aðra
útlendska kvinnu, sum er gift til
Føroya. Hon greiddi Mariu frá, at
tað er stórur tørvur á vaskihjálp í
privatum heimum, og hon spurdi,
um tað var nakað, sum Maria
hevði kunnað hugsað sær.
– Eg tók av, tí eg orki ikki at sita
fyri einki allan dagin. Nú havi vaski-
arbeiðið, og tað ger stóran mun í
mínum lívi. Maðurin er jú til arbeið-
is allan dagin, so um eg ikki arbeiði,
siti eg bara einsamøll inni. Nú havi
eg okkurt at fara til, og eg føli, at eg
geri nyttu, greiðir Maria frá.
Hon er við jøvnum millumbilum
og vaskar fyri eitt húski. Hon bæði
ruddar, støvsýgur, vaskar gólv og
wc, pussar vindeygu og tekur sær
av øðrum fyrifallandi vaskiarbeiði,
alt eftir hvør tørvurin er.
– Mær dámar hetta væl, tí eg
veit, at hetta er eitt týdningarmikið
arbeiðið. Eg síggi ein ítøkiligan
mun, tí tá eg komi, er alt skitið og
óruddiligt, og tá eg fari avstað aft-
ur, skínur alt. Og eg veit, at familj-
an setur stóran prís uppá, at eg
havi verið har, greiðir Maria frá.
Hon kundi saktans arbeitt fyri nógv
fleiri húski, enn hon ger, men hon er
bangin fyri, at tað kann elva til
trupulleikar við uppihaldsloyvinum.
Tí hevur hon avmarkað seg til ikki at
taka ov nógvar uppgávur á seg.
Munur á arbeiðsgevarum
Maria greiðir frá, at hon eisini í
heimlandinum fekst eitt sindur við
at gera reint fyri fólk. Men hon
staðfestir, at tað er stórur munur á,
hvussu fólk fara við vaskihjálpini í
heimlandinum í mun til, hvussu
tað er her.
– Heima verða vaskihjálpir ikki
roknaðar fyri nakað serligt, og
arbeiðsgevarar tosa bara við teg,
um tú ikki hevur gjørt arbeiðið nóg
væl. Men eftir at eg hevði verið og
vaskað fyri føroysku familjuna
fyrstu ferð, ringdi konan til mín
aftaná, og takkaði mær so miriliga
fyri arbeiðið, eg hevði gjørt. Eg
Børnini fram um skrubbuna
Eg má hava okkurt at gera