Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Rákið Sosialurin desember 2007 Hvør keypir jólagávurnar, ið verða latnar frá tykkum? - Tað er fyri tað mesta Birna, sum ornar jólagávurnar frá okkum. Hvussu nógvar gávur keypa tit tilsamans? - Tað eru í øllum førum 30 gávur, haldi eg. Tað er fyri tað mesta til familjuna, og so til onkrar vinkonur. Plaga tit at keypa stórar gávur til hvønn annan? - Eg haldi ikki, at vit geva hvørjum øðrum so øgiliga stórar gávur. Men tað er ikki heilt fast, tað veldst um hvat okkum manglar. Eru tað egin hugskot, ella fáa tit ein nágreiniligan ynskilista við frá makanum? Birna: - Eg finni altíð uppá gávuna sjálv, men Kári plagar at fáa hugskot frá mær. Nær verða jólagávurnar keyptar? Birna: - Tað er ymiskt, men tað plagar at vera í desember. Kári: - Eg eri í síðstu løtu. Eg keypi altíð gávuna til Birnu 23. desember. Hvør keypir jólagávurnar, ið verða latnar frá tykkum? Eiler: - Tað er konan. Beinta: - Eiler hevur einki við jólagávurnar at gera. Hann keypir bara eina – og tað er til mín. Hvussu nógvar gávur keypa tit tilsamans? - Vit keypa nokk einar 30 gávur, men talið veksur, sum børnini í familjuni leggjast afturat. Plaga tit at keypa stórar gávur til hvønn annan? Eiler: - Nei, tað veit eg ikki. Eg kann siga tær frá einari gávu, sum eg keypti til Beintu, sum ikki fall í góða jørð. Tað var einaferð eg hevði verið í Hirtshals, og keypti ein stóran pakka heimvið. Beinta var øgiliga spent. Men tað var ein baðivekt í, og hana varð Beinta ikki glað fyri, haha. Beinta: - Men vit keypa eisini onkuntíð tað sama til hvønn annan. Til dømis ætlaðu vit okkum einaferð at fara at ganga meiri, og tá keyptu vit hvørjum øðrum regnklæðir. Men eg haldi ikki, at tey nakrantíð eru brúkt, haha. Eru tað egin hugskot ella fáa tit ein nágreiniligan ynskilista við frá makanum? - Tað er ymiskt. Nær verða jólagávurnar keyptar? – Nú orna vit altíð jólagávurnar í góðari tíð. Tað var verri fyrr, tá vóru vit seinni á veg. Hvør keypir jólagávurnar, ið verða latnar frá tykkum? Anja: - Tað geri eg! Dia: - Ja, tað kann gott vera, men tú mást eisini siga hvør tað er sum betalir, haha. Hvussu nógvar gávur keypa tit tilsamans? – Umleið 25. Plaga tit at keypa stórar gávur til hvønn annan? – Ja, eg haldi, at vit keypa rættiliga stórar gávur til hvønn annan. Onkuntíð hava vit eisini keypt okkurt saman, sum vit manglaðu. Einaferð fyri langari tíð síðani keyptu vit okkum eitt video saman. Eru tað egin hugskot ella fáa tit ein nágreiniligan ynskilista við frá makanum? Anja: - Eg finni altíð gávuna til Dia sjálv. Men tað er verri við Dia. Onkuntíð havi eg lagt okkurt av, sum hann so bara kann fara og keypa. Dia: - Ja, hjá mær eru tað meiri avheintningsgávur. Anja: - Tað er líka frægt, tí so sleppi eg frá at skifta tað umaftur, haha. Nei tað skal sigast, at onkuntíð havi eg fingið onkra góða gávu frá honum. Nær verða jólagávurnar keyptar? Anja: - Eg plagi at keypa einaferð í desember. Dia: - Eg plagi altíð at keypa 23. desember. Mær dámar betur at keypa gávurnar beint undan jólum, tí tá er man komin í veruligan jólastemning, og tú hittir altíð nógv fólk í býnum. Vit plaga eisini altíð at gera alt jólainnkeypið 23. av somu grund. Jólagávukeyp Hvussu gera føroysk pør, tá ið jólagávur skulu keypast? Vit hava tikið pulsin í havnargøtum Birna og Kári Beinta og Eiler Anja og Dia Tekstur: Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Myndir: Sunva Eysturoy Lassen