týsdagur 4. desember 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Rákið
Sosialurin desember 2007
Gerandisdagurin hjá Berit Heinesen
er fyltur við telefonsamrøðum,
telduskriving og øðrum skrivstovu
arbeiði. Men tá langi føroyski vet
urin smoyggir sítt myrkur yvir land
ið, tekur Berit seymimaskinuna
fram og seymar pløgg, sum einki
hava við sjógv, seyð ella aðra sið
bundna føroyska mentan at gera.
Hon seymar pløgg, sum líka so væl
kundi verið ætlað til Oscarshowið í
Hollywood sum til eitt lítil tiltak í
Føroyum.
Seymingin hoyrir frítíðini til, og
hóast hon hevur útbúgving sum
sniðgevi, hevur hon ikki roynt um
tað ber til at liva av tí fulla tíð. Ikki
enn í øllum førum.
– Tað er ymiskt, hvussu nógv eg
seymi, tað er næstan sum hugurin
er. Eg havi ikki gjørt nakað fyri at
reklamera, og teir kundar eg havi,
eru vinir og kenningar og onnur,
sum hava hoyrt um meg frá onkr
um øðrum, sigur Berit. Men hon
hevur hug at gera meira við tað, og
tað hevur eisini givið henni mót, at
tað ber til hjá øðrum føroyskum
sniðgevum.
Á góðum skúla
Avgerðin at fara á designskúla var
ikki úrslit av langari og vælumhugs
aðari planlegging.
– Eg hevði brúk fyri eini broyting
í lívinum. Vinkonan segði, at hon
fór niður á designskúla, og eg hugs
aði, at tað var akkurát nakað fyri
meg. Eg havi altíð seymað nógv,
greiðir Berit frá. Hon hevði tá fingið
við nógv ymiskt, millum annað at
arbeiða í blómuhandli.
Á skúlanum lærdi hon at gera
grundmynstur og tilpassa mynstur
til allar støddir, so plaggið situr, júst
sum tað skal. Útbúgvingin verður
ofta brúkt sum grundútbúgving til
aðrar designútbúgvingar, men Berit
ynskti at flyta heimaftur og helt eis
ini, at hon hevði fingið nóg nógv
burtur úr til at framleiða tað, sum
henni dámdi best, gallaklæðir til
kvinnur.
– Vit høvdu ein fantastiska góðan
lærara á skúlanum, Lars Andersen,
sum visti alt um gallakjólar og sum
dugdi væl at geva sína vitan og sín
eldhug víðari, sigur Berit. Hesin
lærarin var sjónvarpsviðmerkjari til
gallakjólarnar í brúdleypinum hjá
Mary og Fredrik.
Beint eftir at Berit og vinkonan,
Randi Olsen, fluttu heim, tóku tær
lut í serframsýning hjá Glugga
glæmu. Tær høvdu gjørt tveir kjólar
saman, sum komu við í framsýning
ina í Norðurlandahúsinum og
seinni eisini við í somu framsýning
í Íslandi undir heitinum, Granna
glóðir.
Klassiskt heldur enn serligt
Men Berit brennir meira fyri tí klass
iskt flotta, sum øll kunnu brúka enn
fyri tí fullkomiliga serliga og unika,
sum bara nøkur fá hava dirvi at
fara í.
– Eg elski at lata fólk væl í, og tá
kjólin er liðugur og verður pass
aður, er tað líka stuttligt at vera eg,
sum tað er at vera nøgdi kundin.
Hon fær millum annað íblástur úr
gomlum filmum, har kvinnurnar
eru í flottum viktorianskum kjólum.
– Allar kvinnur kunnu síggja gott
út í einum vælseymaðum kjóla, og
korsagir geva ein heilt serligan
holdning, sum framhevur tað rætta
og slættar alt hitt út, sigur Berit
flennandi.
Eftirspurningurin eftir korsagum
og gallaklæðum er ikki so stórur í
lítlu Føroyum, men Berit heldur, at
fleiri og fleiri ynskja sær spesial
seymað klæðir í dag. Og tað er
vorðið nógv meira útbreitt at lata
seg í gallaklæðir – eisini til smærri
tiltøk sum brúdleyp og rundar
føðingardagar.
– Tað byrjaði kanska við Planet
Awards, og í dag skipa størru fyri
tøkurnar ofta fyri stórum tiltøkum,
har starvsfólkini hava høvið at lata
seg flott í og vísa seg frá síni allar
bestu síðu. Eisini til jólafrokostar
gera fólk nógv meira burtur úr nú
enn fyri bara fimm árum síðani. Og
tað er at fegnast um, heldur Berit.
– Tað er bara gott, at øll ikki altíð
bara eru grá og keðilig, men at tað
er loyvt at fara í veitslu og síggja út
sum wauw, sigur føroyski galla
sniðgevin.
Hondarbeiði í heimsklassa
Flott og lekkurt
Myrk vetrarkvøld taka vit stokkarnar fram og binda okkurt litríkt og vakurt, so vind
urin og regnið hvørva inn í gloymskuna. Føroyar eru íðandi fullar í skapandi fólki,
sum seta lit á gerandisdagin. Rákið hevur hitt tríggjar kvinnur, sum leggja meira í
kreativitetin enn bara hugna. Berit sniðgevur og seymar galla, Guðrun bindur og
ger bindiuppskriftir, og Marjun brúkar hugflogið til at skapa stuttligar skapningar
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Eg elski at lata fólk væl í, og tá kjólin er liðugur og verður passaður, er tað líka stutt
ligt at vera eg, sum tað er at vera nøgdi kundin, sigur sniðgevin Berit Heinesen, sum
hevur spesialisera seg í galla
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen
Føroyingar eru til meira enn skipstroyggjur og
covboybuksur. Tað má gjarna vera fínt og unikt, ikki
minst til jólafrokostir, føðingardagar og brúdleyp.
Ein av teimum, sum seymar korsagir og gallakjólar í
Føroyum, er 28 ára gamla Berit Heinesen