mikudagur 5. desember 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 236 - 5. desember 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Veðrið hevur altíð
havt stóran týdning
fyri føroyingin. Tann
stóri spurningurin
hevur tó altíð verið,
hvussu tað tíggjaði
sær. Tað hevur Hanus
Kjølbro á Viðareiði
nú gjørt sítt til at lýsa
við nýggju bókini
“Veðurlæra”. - Eg helt
tað vera neyðugt, at
vit hava føroyskt tilfar
til undirvísingina í
veðurlæru, sigur nýggi
rithøvundurin
Veðrið
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðareiði: - Bara tað, at nú
kemur ein bók á føroyskum
í einum so týdningarmiklum
faki sum veðurlæra, er í
sjálvum sær ein stórhending,
sigur Ólavur á Heygum, fyrr-
verandi sjómansskúlalærari
um nýggju bókina hjá
Hanusi Kjølbro.
Dagliga arbeiðir Hanus á
Sjóvinnudeplinum í Havn,
umframt at hann hevur siglt
úti og hevur verið lærari á
sjómansskúlanum í Klaks-
vík í fleiri ár, millum annað
í veðurlæru.
Sum tilfar til undirvísing-
ina í veðurlæru bað hann tá
teir komandi skipararnar um
keypa eina tjúkka danska
bók.
Henda bókin var í roynd
og veru ov stór til tað, sum
teir skuldu læra. Tí var neyð-
ugt hjá lærara og næmingum
at pilka rættiliga fitt burtur
úr bókini.
- Hetta órógvaði sum vera
man undirvísingina. Og so
kom tankin til mín: Hví
skrivar tú ikki sjálvur eina
lærubók í veðurlæru á før-
oyskum?!, hugsaði Hanus.
Sum sagt so gjørt. Tað
tók sína tíð frá hugsan til
veruleika, men nú er bókin
útkomin. Hóskvøldið verð-
ur móttøka á Klaksvíkar
Sjómansskúla kl. 19, tá
bókin verður løgd fram.
- Eg skilji nú, hvat ið
krevst fyri at geva út eina
bók, staðfestir Hanus fyri
Sosialinum.
Hentur orðalisti
Hanus Kjølbro er sjálvur
sera áhugaður í veðrinum,
og hetta roynir hann eisini
at fáa teir komandi skiparar-
nar at gera.
At hetta veruliga hevur
eydnast honum, bera orðini
hjá einum av sjómansskúla-
næmingum hansara besta
prógvið um.
- Bókin er skrivað á ein
sera væl skiljandi hátt. Hon
er góð og áhugaverd – ja,
ein fongur fyri føroyingin,
sigur Andras Samson, næm-
ingur.
Nýggja bókin, sum stutt
og greitt kallast “Veðurlæra”
er ætlað at verða nýtt í undir-
vísingini, men hetta er eisini
ein sera hent bók til onnur,
sum hava áhuga í veður-
frøði.
Rithøvundurin staðfestir,
at tey seinastu 100 árini eru
gjørd
stór
frambrot
í
veðurfrøði, ikki minst hava
fylgisveinar gjørt sítt til tað.
Í bókini roynir Hanus tí at
greiða frá ymiskum veður-
frøðiligum fyribrigdum, og
við løttum máli verður sagt
frá, hví veðrið tíggjar sær
soleiðis sum tað nú einaferð
ger.
Hanus hevur gjørt sær
rættiliga stóran ómak við
bókini alla tíðina, meðan
hon so við og við er vorðin
veruleiki.
- Eg havi brúkt alt tilfarið
í undirvísingini, og her havi
eg fingið viðmerkingar og
hent ráð, bæði frá næming-
um og frá lærarum.
- Soleiðis havi eg justerað
alt til tað úrslitið, sum
henda bókin so líðandi er
vorðin til, slær Hanus fast.
Bókin er eitt rættiliga ný-
brot, tí aftast í bókini er ein
listi við orðum, sum ofta
koma fyri, tá tosað verður
um veðurfrøðilig viðurskifti.
Bókin
Veðurlæra
er
útgivin av forlagnum Sil-
vitni, hevur 180 síður og
kostar 348 krónur.
Bók um veðrið útkomin
kr. 60,-
Gløgg &
holukøkur
hvonn.fo
Tórsgøta 4
100 Tórshavn
Tel 350035
hvonn@hvonn.fo
www.hvonn.fo
Opið hvønn dag kl. 12-24
Frí & ley til kl. 02.00
Hanus Kjølbro við nýggju bók síni
“Veðurlæra”. Hon er ætlað bæði
næmingum á Vinnuháskúlanum og
øðrum, sum hava áhuga í veðrinum
Mynd: Jens Kristian Vang
”
Hví skrivar tú ikki sjálvur eina
lærubók í veðurlæru á føroyskum?!
Maria Poulsen
RØRSMIÐJUR
Vit sóknast eftir einum rørsmiði
Tín førleiki
Vit vóna, at tú ert dugnaligur, íðin, nærlagd ur
og sjálvstøðugur. Harafturat skalt tú skilja týdn-
ingin av góðum handverki.
Afturfyri bjóða vit
Tú fært góðar arbeiðsumstøður og eitt menn-
andi fakligt arbeiðsumhvørvið.
Stutt sagt – eitt starv í einari spennandi og
fjøltáttari fyritøku í støðugari menning.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógv-
um er mánadagin, 17. desember.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til okkara á tel. 312 000.
Maria Poulsen pf
Postmoga 182
FO-110 Tórshavn