Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 236 - 5. desember 2007 Tað var eitt mistak, tá Al­man­n­astovan­ um dagarn­ar strik­ aði avsl­átturin­, sum pen­sjon­istar higartil­ hava fin­gið við tyrl­un­i. Nú skal­ arbeiðið gerast umaft­ ur, og n­ýggj avsl­áttar­ kort sen­dast pen­sjon­­ istum. MISTAK Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Tað elvdi til høvuðbrýggj, bæði hjá pensjonistum, Út­ oyggjafelagnum og lands­ stýrismanninum í almanna­ og heilsumálum, tá Alman­ nastovan um dagarnar sendi út nýggju avsláttarkortini til pensjonistar. Í nógv ár hevur ein skipan verið galdandi, har pensjón­ istar fáa 50% í avsláttri, tá ið teir ferðast við Strand­ ferðsluni, Bygdaleiðum og tyrluni hjá Atlantsflogi. Men í nýggjstu kortunum var orðið “tyrlan” strikað út við svartari tyssj. Tað fekk pensjonistar at undrast og harmast, og formaðurin í Útoyggjafelagnum, Óla Ják­ up úr Dímun, gjørdist ikki sørt kløkkur, tá Rás2 gjørdi hann varugan við broyting­ ina. Tá hevði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna­ og heilsumálum, longu reagerað: ­ Hetta góðtaki eg ikki utt­ an víðari og tí má tað kann­ ast til botns, segði Hans Pauli Strøm við Portalin í vikuskiftinum. Hjá Atlantsflog hvukku tey eisini við: ­ Vit hava ikki gjørt nakra broyting í avsláttarskipanini, segði Theodor Joensen, deildarleiðari hjá Atlants­ flog, við Rás2 mánadagin. Bara fyri­tíð­ar­ pen­sjon­i­star Petra Jónsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, viðgongur, at talan er um eitt mistak. ­ Almannastovan fekk eina áheitan frá Atlantsflog fyrst í oktober, har felagið kunnaði okkum um, at tey høvdu trupulleikar av okk­ ara avsláttarkortum. Ein tru­ pulleika, sum stendst av, at vit nýta somu avsláttarkort til fyritíðarpensjonistar, tvs. fólk sum eru undir 67 ár, sigur Petra Jónsdóttir Joen­ sen. Trupulleikin liggur í, at Atlantsflog bara gevur fól­ ki, sum eru 67 ár og eldri, avsláttur við tyrluni. Og tí vildi felagið hava Almanna­ stovuna at gera avsláttar­ kortini, ið verða send pen­ sjonistum, greiðari. ­ Tað, sum so hendir er, at vit strika avslátturin uppá 50 prosent við tyrluni á kort­ unum til allar pensjonistar, tvs bæði fyritíðarpensjonis­ tar og fólkapensjonistar. Avleiðingin av tí er, at øll tey, sum hava fingið pen­ sjónskort eftir 3. oktober hava fingið eitt kort, har avslátturin við tyrluni er strikaður, sigur Petra Jóns­ dóttir Joensen. Hon leggur afturat, at praksis síðstu árini hevur verið, at fólk undir 67 ár hava ikki fingið avslátturin. Verð­ur rættað­ Stjórin á Almannastovuni metir, at tilsamans er talan um 52 fólkapensjonistar og 30 fyritíðarpensjonistar, sum hava fingið skeivu kort­ ini. ­ Nú fara vit at senda øll­ um hesum eitt bræv og eitt nýtt kort, soleiðis at mistak­ ið verður rættað, og at tað verður heilt greitt, hvør hev­ ur rætt til avsláttur við tyrlu­ ni, sigur Petra Jónsdóttir Joensen og leggur afturat: ­ Tað, sum hendir nú, er at vit fara at broyta okkara kort, so fólkapensjonistar fáa eitt kort, sum eisini gev­ ur rætt til avsláttur við tyrl­ uni, meðan fyritíðarpensjon­ istar fáa eitt annað avsláttar­ kort, sum ikki er galdandi fyri tyrluna. Stjórin á Almannastovuni viðgongur, at íkomna støð­ an er sera óheppin. ­ Jú, tað er óheppið. Og tað hevði verið betur, um okkara avsláttarkort hevði verið greiðari. Og tað er tað, sum vit nú fara at broy­ ta, sigur Petra Jónsdóttir Joensen. Alman­n­astovan­ vi­ð­gon­gur mi­stak Heðin­ Morten­sen­ vís­ ir aftur, at Tórshavn­ar Kommun­a hevur n­akra ábygd av umstríddu bin­gjun­­ um við fýrverki hjá sp/f Skot. Tvørturímó­ ti hjál­ptu vit teimum við ein­um trupul­l­ei­ ka, sigur borgarstjór­ in­. UMSITING Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Kommunan hevur handlað rætt í hesum máli. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, er avgjørdur í umstríd­ da fýrverksmálinum, sum er umrøtt í Sosialinum síðs­ tu dagarnar. Bingjurnar hjá smáparta­ felagnum Skot elvdu herfyri til, at ein onnur fyritøka, partafelagið Borg, var í van­ da fyri at missa sítt góðken­ da loyvi til at goyma sprein­ gievni á Bøllureyni í Havn. Kommunan kravdi av Skot, at fyritøkan flutti sín­ ar bingjur við fýrverki úr kommunala salttunnlinum við Oyggjarvegin, niðan á økið á Bøllureyni. Men tá Arbeiðseftirlitið seinni stað­ festi, at frástøðan millum bingjurnar og spreingi­ goymsluna bara var 34 metr­ ar, og ikki kravdu 190 metr­ arnar, hótti Arbeiðseftirlitið við at taka loyvið frá Borg, sum eigur goymsluna. ­ Vit fluttu okkara bingjur niðan á økið á Bøllureyni, við verandi dynamittgoyms­ lu, eins og kommunan gav okkum skrivlig boð um. Vit settu bingjurnar á einasta slættan, sum er á økinum, segði Rói Poulsen við Sosialin í vikuni. Hansara fyritøka, sp/f Skot, hevur fingið skrivligt fyribilsloyv at hava bingjurnar standandi á Bøllureyni, til 7. januar 2008. Men Heðin Mortensen er ikki samdur í, at kommunan hevur ábyrgdina av, at P/F Borg kom í trupulleikar við síni góðkenning. ­ Kommunan vísti á økið við Bøllureyn. Men tað er ábyrgdin hjá fyritøkuni, sum eigur bingjurnar, at syrgja fyri, at hon heldur all­ ar galdandi lógir og reglur, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Úr tun­n­li­n­um Tórshavnar kommuna hevur lagt stóran dent á og orku í, at fýrverkið skuldi burtur úr tunnlinum við Oyggarvegin, sjálvt um hvørki Brunaumsjónin ella aðrir myndugleikar høvdu trupulleika av, at fýrverkið stóð har. ­ Mín trupulleiki er, at økið er eitt arbeiðspláss. Um so er at bingjurnar stan­ da inni avbyrgdar inni í tunnlinum, so er sjálvandi eingin trupulleiki við trygd­ ini. Men tað ber jú ikki til í praksis. Ætlanin við fýr­ verkinum er væl, at tað skal seljast. Tað merkir, at tað skal pakkast um. Og tá er tað ikki longur ein avbyrgd goymsla, men eitt arbeiðs­ pláss. Og hvussu tá við trygdini, spyr Heðin Mort­ ensen, og heldur fram: ­ Harumframt sleppa vit ikki framat okkara egnu goymslu, um so er at økið skal standa avbyrgt, sigur borgarstjórin og vísir á, at á økinum er bæði Brandstøð og eitt stórt verkstað hjá vegdeildini. Og inni í tunnli­ num er bæði saltgoymsla, umframt at jólabýurin hjá kommununi stóð har, til hann varð settur upp í mið­ býnum. ­ Tað, sum hendi var, at Brunaumsjónin og politiið hildu tað vera í lagi, um so er at fýrverkið stóð avbyrgt í tunnlinum. Men hvør hevði fingið ábyrgdina, um so er at har hendi ein van­ lukka, spyr Heðin Morten­ sen og svarar sjálvur: ­ Tá hevði Tórshavnar Kommuna og í síðsta enda borgarstjórin fingið ábyrgd­ ina. Og tað taki eg ikki ábyrgdina av. Tí skuldi fýr­ verkið burtur úr tunnlinum, sigur Heðin Mortensen. Skjýtur aftur Í Sosialinum í gjár helt Høgni Mikkelsen, býráðs­ limur, lítið um handfaringina hjá býráðnum í hesum máli. ­ Her er talan um ungar menn, sum royna at byrja eina fyritøku. Sum komm­ una kann man ikki ganga og renna eftir teimum alla tíðina. Hetta minnir mest um jagstran, og tað er skeivt, haldi eg, sigur Høgni Mikkelsen. Høgni Mikkelsen við­ gekk, at sjálvandi er tað altíð eigararnir, sum hava ábyrgdina av, at øll síni við­ urskifti eru í lagi. ­ Avgjørt. Og tað var eisi­ ni eitt mistak, at fýrverkið nakrantíð kom at standa á Hálsi. Men tá fýrverkið seinni bleiv flutt niðan í grótbrotið Undir Varða, og bæði Brunaumsjónin og Arbeiðseftirlitið mettu bingjurnar standa væl har, so átti kommunan ikki at gjørt meira við málið, sigur Høgni Mikkelsen. Heðin Mortensen er púra ósamdur: ­ Her er ikki talan um nak­ ra jagstran. Tvørturímóti. Vit hava roynt at hjálpa teimum, eftir at teir fingu ein akuttan trupulleika, tí fýrverkið jú ikki kundi stan­ da á Hálsi. Gamaní kunnu teir halda fram við sínum virksemi, men so mugu teir eisini fáa síni loyvi og onn­ ur viðurskifti í lagi. Tað er teirra ábyrgd, ikki ábyrgdin hjá Tórshavnar Kommunu, sigur Heðin Mortensen. Kommun­an­ on­ga ábyrgd - Vit jagstra ikki nakran. Tvørturímóti hava vit roynt at hjálpa eini fyritøku, sum fekk ein akuttan trupulleika, sigur Heðin Mortensen um fýrverksmálið Pensjonistar, men kortini ikki fyritíðarpensjonistar, sleppa eisini í framtíðini at ferðast við tyrluni fyri hálvan prís.