Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-06, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 6. desember 2007 35 Uppstillingarfundur og hugnakvøld Verður í Eiriksgarði í Dali 7. desember 2007 kl. 20.00. Við verður tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum. Møtið fjølment! Nýggir limir kunnu tekna seg. Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag Gjáarlon søkir eftir námsfrøðinGi oG avloysara Søkt verður eftir námsfrøðingi og avloysara til dagstovnin Gjáarlon í Vestmanna at byrja 1. januar 2008. Vit sóknast eftir • 1 námsfrøðingi 20 tímar um vikuna. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin. • 1 avloysara fyri hjálparfólk í farloyvi. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. januar 2008 til 1. januar 2009. Starvið er ásett til 30 tímar um vikuna fram til summarfrítíðina; síðan 20 tímar um vikuna fram til 1. januar 2009 Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og barnagarði – skipaður til íalt 84 børn. Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl. 17:15. Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent á at fara væl um umhvørvið inni sum úti. Umstøðurnar eru sera góðar bæði innan– og uttandura. Vit bjóða Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit stóran dent á trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum, og vit virka alsamt fyri at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur. Gerðandisdagurin er somu- leiðis merktur av, at vit eru ein grønur stovnur. Vit ynskja Vit leggja dent á, at tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt, ert ágrýtin og nýhugsandi. Tú tekur ábyrgd og virkar í góðum samstarvi við samstarvsfelagar og foreldur, og saman við okkum ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði. Vit vænta, at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um forðingar. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Morið A. O. Gardy, leiðara, á telefon 230134 ella Solveig Olsen, varaleiðara, á telefon 230154. Umsókn og freist Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 14. desember, kl 12:00. Setanarsamrøður verða í viku 51. Send eina umsókn við avriti av prógvum og viðmælum til: Gjáarlon Hornavegur 16 FO – 350 Vestmanna Umsóknir skulu merkjast »Gjáarlon«. DaGstovnurin Gjáarlon M/S Antares til sølu við fiskiloyvum Um hóskandi boð fæst, verður línu- og snellu- báturin Antares seldur við fiskiloyvum. Antares hevur egningarmaskinu umborð og kassalast. Báturin er júst komin av skipasmiðju og er í góðum standi. Høvuðsmaskinan er ein Grenaa Diesel frá 1978. Áhugað kunnu venda sær til Tor Shipping á telefon 35 85 31, 21 85 31 ella 21 85 30. Sp/f Tor Shipping • Niels Finsensgøta 23 • P.O. Box 1252 FO-110 Tórshavn • tel. 35 85 31 • fax 35 85 30 ww.torship.com • e-mail: torship@post.olivant.fo Stuðulsfólk Søkt verður eftir Stuðulspedagogi/hjálpara til 5 ára gamalt barn við serligum tørvi í Runavíkar kommunu, at byrja 01.01.08 ella skjótast gjørligt. Arbeiðið hjá stuðlinum er í samstarvi við Sosialu deild og familjuna at stuðla barninum í at fáa ein innihaldsríkan og mennandi dag. Arbeiðsstaðið er í heiminum hjá barninum. Arbeiðstíðin er seinnapart millum 15-20 tímar um vikuna. Sosiala deild skipar fyri, at starvsfólkið fær neyðuga ráðgeving. Ynskiligt er, at tann ið settur verður, hevur hóskandi útbúgving ella royndir. Setanin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Peda- gogfelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup H. Foldbo, sosialdeildarleiðara á tlf. 417000. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum verður at senda Runavíkar kommunu í seinasta lagi 19.12.07. Kl. 12:00 Runavíkar Kommuna Att. Sosiala deild Heiðavegur 26 Postrúm 139 610 Saltangará Runavíkar Kommuna Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo