fríggjadagur 7. desember 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 238 - 7. desember 2007
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Val sum væntað
Tað hevur leingi prutlað undir lokinum í
samgonguni og skrædlið í gjárkvøldið kann
ikki vera komið óvæntað á nakran. Síðan
persónskiftið í Sambandsflokkinum hevur
ein partur av hesum flokki miðvíst stýrt móti
einum broti við hinar samgonguflokkarnar.
Tað kunnu vera nógvar orsøkir eitt nú
persónligt agg og persónlig politisk vónbrot
hjá ávísum sambandsmonnum – altso eitt
slag av takk fyri seinast til løgmann og til
fólkaflokkin frá ”tjóðveldisvonginum” í
sambandsflokkinum..
Hinvegin er eingin orsøk at ivast um tey
reint politisku motivini hjá Sambandsflokk-
inum ella við øðrum orðum: flokkurin kundi
ikki liva við teimum sera útreiðslukrevjandi
málum, sum eru samtykt ella sum eftir
øllum at døma fóru at verða samtykt á tingi.
Afturat hesum kemur so tann ábyrgdarleysi
yvirbjóðingarpolitikkur, sum hevur eyðkent
ávísar samgongutingmenn seinasta
hálva árið. Hetta hevur ivaleyst argað og
ørkymlað sambandsfólk, sum gjarna vilja
síggjast sum tey fíggjarliga og búskaparliga
ábyrgdarfullu í føroyskum politikki.
Sjálvt um ein kann skilja “tjóðveldisvongin”
í sambandsflokkinum, so skerst ikki burt, at
slitið merkir eitt stórt vónbrot fyri ikki bert
teir landsstýrismenn, hvørs stórmál liggja á
tingborði, men eisini fyri fjøld av fólki, sum
hava sæð fram til nakrar týdningarmiklar
og harðliga tiltrongdar ábøtur á almanna-
økinum, útbúgvingarøkinum og vinnu-
økinum. Royndir frá øðrum valum í ótíð
vísa, at tað fara at ganga eitt til tvey ár,
áðrenn hesi mál verða avgreidd, um tey
yvirhøvur verða avgreidd. Tað kann jú
hugsast, at ein heilt onnur samgonga kemur
til og blakar øll hesi mál í pappírskurvina.
Stóri spurningurin er, um postalínið eftir
valið kann klinkast aftur ella skaðin er so
stórur og sárini so djúp, at her vendist ikki
aftur. Tað er ilt at spáa um, men tað tykist
sum løgmaður og formenninir í ávikavist
Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum
hava hug at halda fram, um valið gevur
teimum møguleikan. Teir høvdu í hvussu
so er ein forsónligan tóna í sínum
viðmerkingum. Hinvegin er tað almenn
vitan, at teir kanska ikki hava baklandið við.
Tað er í hvussu so er meira enn ivasamt, um
allur Sambandsflokkurin stendur aftan fyri
formannin. Livst so spyrst.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Hvat billa tit tykkum inn!!
Nógv kann ein siga um
føroyingar, men eg trúgvi
neyvan, at nakað land í
heiminum eigur so fittan
og eygagóðan ungdóm sum
vit- so kanst tú PISA hvat
tú vilt!!
At tey so ikki klára seg
so frammaliga sum øll hini
OECD londini í einari
kanning, har nógvir næm-
ingar fáa pening fyri at
luttaka, er onki undarligt í.
Eg fari ikki at samanbera
við ein urtagarð, men tað
er líkavið. Tað er eyðvitað,
at eingin blóma kann vaksa
uttan vatn, summar skulu
hava nógv vatn aðrar eitt
sindur minni, ímeðan
nakrar skulu hava heilt
lítið. Tær blómur, ið verða
ansaðar best, gerast eisini
tær vakrastu. Soleiðis er
tað eisini við okkara
ungdómi – alt kemur ikki
av sær sjálvum, karmarnar
MUGU vera har, fyri at
skapa menning.
Hetta hava vit vita leingi,
men tað er nógv fyri, at ein
útlendsk kanning av okkara
børnum, skal til fyri at
politikkarar rópa varskó.
Nógv undra seg yvir, at
so fáir lærarar eru frammi
og klaga sína neyð.
Tað má vera tí hugburð-
urin er, at einki hjálpir. Og
teir sum klaga, enda við at
gerast politikkarar og hava
illa nokk traðkað fótin
innum tingsins gátt, áðrenn
teir hava gloymt nærum alt
um kor fólkaskúlans.
Blívur tú við at blæsa
luft í eina ballón, so brest-
ur hon sjálvsagt til síðst- ja
lærararnir eru um at bresta
(nógvir eru brostnir), tí
arbeiðsuppgávurnar bara
vaksa og karmarnir fylgja
slettis ikki við.
So ein innilig áheitan, til
tykkum sum verða vald á
ting í januar, frá mær sum
lærari:
Gevi fólkaskúlanum tí
hægstu raðfestingina av
øllum málum!! Syrgið fyri
at lærarar fáa teir bestu
karmarnir at arbeiða undir-
m.a. góða eftirútbúgving,
góða løn og syrgið m.a.
fyri, at næmingarnir fáa
bestu hølisviðurskiftini at
mennast í - ikki lata næst-
ella triðbest vera best.
Vit eru so fá; vit eiga,
mugu og skulu megna
hetta stig. Okkara ungdóm-
ur hevur uppiborið betri
enn at verða kallaður fyri
sibbar!
Gera tit tað, so kemur
tað av sær sjálvum at geva
eina góða ringrás.
Glaðir og kveikjandi
lærarar skapa ofta glaðar
og dugnaligar næmingar
sum so aftur skapa glað og
vælnøgd foreldur. Voila!
PS Eg kann ikki lata
vera við at nýta høvið, at
heita á tykkum mammur,
ommur, langommur,
døtrar, systrar, svigar-
mammur og svigarinnur, ið
varða av okkara skúla, um
at velja eina kvinnu á ting.
Tær raðfesta øðrvísi enn
96% av mannfólkinum,
soleiðis er tað nú einaferð
og soleiðis fer tað nokk
altíð at vera!
Okkara ungdómar eru ikki sibbar
Tvøroyri
MALLA DAM
Í kjalarvørrinnum av PISA
kanningini verður gjørt
vart við at okkara nýtsla av
KT er minni enn í Dan-
mark. Einfalt, okkara børn
sita ikki nógv framman
fyri telduni í skúlanum!
Tað frøir meg, og haldi
eg, at vit skulu halda fast í
hesum!
Eg vóni, at vit halda fast
í eini leið ímóti altjóga-
gerðini og skapa okkara
egnu virðir.
Vegurin frá ”filetfabrik
til idefabrik” er ikki at
eksponera okkara børnum
fyri meira KT, men har
aftur ímóti at stimbra tey
við hugskotsmennandi
uppgávum og nýta okkara
umhvørvi nógv meiri í
undirvísingini.
Góðu tingmenn og
kvinnur. Eftir mínum tykki
skulu tit gera eina skila-
góða íløgu í tað, sum er í
millum oyrini og ikki so
nógv í tað, sum er ímillum
oyggjarnar!
Nýtið eina milliard upp á
undirvísing og royn at
traðka nýggjar leiðir, tí
tann, ið bert traðkar í
fótasporum annan mans
kemur aldri fram um hin.
Eru vit nøgd við at verða
aftast ella vilja vit verða
fremst?
Føroysk skúlabørn nýta tíbetur
ov lítið KT í skúlanum
KTráðgevi
intra@intra.fo
CHRIStIAN
VINCENtz
DALSgAARD
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.