Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 7. desember 2007 13 viðmerkingar Hugflogið er ikki serliga høgt hjá sitandi samgongu og raðfestingarnar hjá politikarunum eru út av lagi vánaligar. Tað sær út til, at tað er eitt, ið melur í høvdinum á politikarunum at bora hol, ið alt tað, sum til ber at bora í. Sagt verður, at tað er umráðandi at halda virk­ seminum í landinum í gongd, men er tað ikki nógvar aðrar íløgur, ið hava ligið á láni leingi, sum eisini hevði kunnað hildið virkseminum í landinum uppi? Vit fáa ikki nakað væl­ ferðarsamfelag við bara at hugsa um samferðslukerv­ ið, vegasambandið o.s.fr. Tað sær út til, at øll hol og allir vegir skulu gerast, áðrenn vit yvirhøvur kunnu gera okkum tankar um nakað annað. Vit eru øll samd um, at samferðslu­ kervið áhaldandi má menn­ ast, og at tunnlar skulu gerast, men er tíðin ikki komin til at hugsa um onnur mál, ið hava við vælferðina hjá føroyingum at gera? Um vit vilja, at tað skulu búgva 70.000 føroy­ ingar í Føroyum er tað ikki gott nokk bara at hugsa um samferðslukervið. Nýmót­ ans føroyingurin setur nógv størri krøv enn bara góðir vegir, tunnlar og skip. Nýmótans føroying­ urin vil eitt nú hava góðar og tryggar karmar til sína familju, ein góðan fólka­ skúla við høgari góðsku, ein miðnámsskúla, har karmarnir eru í lagi, eitt ríkt mentanarlív, trygg og góð viðurskifti til tey veiku og rørslutarnaðu, góðar umstøður til tey sálarsjúku og eg kundi hildið áfram. Ein av orsøkunum til, at føroyingar uttanlands ikki velja at flyta heim aftur til Føroyar er, at teir hava vant seg við eina vælfungerandi vælferðarskipan, sum teir ikki síggja aftur í Føroyum. Vit kunnu taka familju­ viðurskiftini sum eitt dømi. Danski barnastuðulin er 3300 kr kvartalið netto, danir hava bústaðarstuðul, sum er ein góð hjálp til eitt nú láglønt og støk við børnum, danir hava eitt ára barnsburðarfarloyvi og ikki minst eitt lágt kostnað­ arstøði samanborið við tað føroyska. Hesi vælferðar­ tilboð, ella vit kunnu siga minstamark fyri, at nógv kunnu yvirliva gerandis­ dagin er ikki rúm fyri við einari so risastórari íløgu­ ætlan sum undirsjóvar­ tunnilin til Sandoynna vil viðføra. Eg haldi sjálv­ sagt, at Sandoyggin og Suðuroyggin eisini skulu tengjast at meginøkinum javnsett við hinar oyggjar­ nar, men tíðin er ikki tann rætta. Harumframt haldi eg tað vera gott gjørt av politikarunum, ið sita við valdið at fyrst brúka 1 milliard til suðuroyar­ leiðina, her hugsi eg um Gomlurætt, Teistan, Smyril og Krambatanga og síðani gera ein undir­ sjóvartunnil beint aftaná til 700 mio. krónur, tað er at gera gjøldur við fólki. Vælferðarmálaráð Ìstaðin fyri bert at hugsa um hol, kundi vit roynt at fylt hini holini, ið ikki at eiga at vera í okkara sam­ felag. Eftir mínum tykki kundi Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið verið lagt saman í eitt aðalráð, hetta hevði givið rúm fyri einum aðalráði, ið arbeiddi við vælferð burturav. Eitt tílíkt væl­ ferðarmálaráð, kundi eitt nú fevnt um familjupoli­ tikk yvirhøvur, barsils­ skipan, barna og ung­ dómspoltikk, ið vit í grundini yvirhøvur ikki hava, eldrapolitikk, viðurskifti hjá rørslutar­ naðum, sálarsjúkum, mentan og javnstøðumál. Alt tað, sum hevur við vælferð at gera, liggur spjatt kring øll aðalráðini, og tískil síggja vit ongan yvirskipaðan vælferðar­ politikk í Føroyum. Eitt vælferðarmálaráð hevði sostatt eisini givið hinum aðalráðunum størri rásarrúm, av tí at nøkur av teirra málsøkjum vildu verðið flutt til vælferðar­ málaráðið. Vit mugu leggja á annan bógv og gera lívið lagað hjá øllum at liva í í Føroyum, bæði illa støddu barnafamilj­ uni, hjá teimum støku við børnum, teimum sálar­ sjúku, teimum rørslutarn­ aðu, teimum eldru, teim­ um ungu, ið alsamt seta størri krøv til útbúgving og karmar til teirra virk­ semi og ikki minst eigur tónleika og mentanarøkið at fáa nógv størri játtan fyri alsamt at menna sítt virksemi. Stundin er komin, at vit mugu síggja skriftina á vegginum – vit søkka afturúr, um vit ikki seta ferð á okkara vælferðarpolitikk. Vælferð ístaðin fyri undirsjóvartunnil Valevni Fólkafloksins AnnikA Olsen Val Tað eru tvey stór mál til viðgerðar í samfelagnum í løtuni. Tey mugu loysast sum tvær síður av somu søk, tí tey hanga óloysiliga saman. Annað stórmálið snýr seg um at búskapurin er ov heitur. Hitt stórmálið er, at okkum vantar arbeiðsmegi. Avleiðingarnar av ovur­ hitaðum búskapi kenna vit tíverri alt ov væl. Okkum nýtist bert at minnast aftur á 1992, tá ið Føroyar fóru av knóranum. At Føroyar fóru á húsagang í 1992 var ein beinleiðis avleiðing av, at búskapurin í alt ov langa tíð hevði verið ov heitur. So ring er støðan ikki í dag, men tað fer at ganga út yvir nógv fólk, um vit einki gera við hesi bæði stóru mál. Tí tað er ein sannroynd, at í einum upp­ hitaðum búskapi veksur gjógvin millum rík og fátøk. Ein onnur avleiðing av ovurhitaðum búskapi er, at vinnuni eins og tí almenna tørvar arbeiðsmegi. Tað eru ov fá fólk, ov fáar hendur og ov fá høvd til at loysa allar tær uppgávur, sum leika á í senn í tí heita búskapinum. Øll hjól – bæði almenn og privat ­ mala við fullari ferð, og tað skal ikki nógv til, áðrenn ketan leypur av. Tað er tí alneyðugt at køla búskapin niður, um man ikki velur at loysa hin trupulleikan, nevniliga at økja um arbeiðsmegina við t.d. at lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. Tá ið man hvørki kølir búskapin niður, og heldur ikki setur tiltøk í verk til tess at økja um arbeiðsmeg­ ina, tá kann man siga, at man koyrir við spitaranum í botni, samstundis sum hin fóturin stendur á bremsuni. Ger man tað leingi, er einki at ivast í at bilurin brennur saman. Sjálvandi eiga vit at taka øll neyðug fyrivarni, tá ið tað snýr seg um at lata tann føroyska arbeiðsmarknaðin upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. Hin vegin má man tálma búskaparvøkstr­ inum, so leingi sum tørvur er á arbeiðsmegi. Hyggja vit at øllum teim­ um íløgunum, sum landið og føroysku kommunurnar standa fyri, so stendur rimmarfast, at tað almenna ber alt ov nógv brenni til tann heita búskapin. Tað hevur altíð verið góður javnaðarpolitikkur, at føra konjunkturtálmandi fíggjar­ og búskaparpolit­ ikk. Tá ið lítil ferð er á búskapinum, setur man neyðugar íløgur í gongd, og tá ið nógv ferð er á búskapinum, tekur man ferðina av við at tálma tær almennu íløgurnar. Gera vit tað, so verða bæði skúlar, stovnar og tunnlar bygdir í øllum góðum ­ og í rættari raðfylgju. Skulu vit framtíðar­ tryggja føroyska búskapin, og sostatt eisini góð livi­ líkindi fyri okkara eftir­ komarum, er neyðugt at finna aftur á hesa slóðina. Um at koyra við spitaranum í botni og fótinum á bremsuni HelenA DAm á neystAbø Val Í samband við pisakann­ ingina eru tað fólk sum siga, at vit mugu styrkja skúlabókasøvnini, so lesi­ førleikin hjá børnunum kann betrast. Eg haldi ikki, at tað, at styrkja skúlabókasavns­ økið fer at loysa nakran lesitrupulleika. Skúla­ bókasøvnini eru fyrst og fremst eitt amboð, sum børnini eiga at brúka í samband við teirra virki innan skúlagátt, og skúla­ bókasøvnini eiga sjálvandi verða útstýrd til hetta endamálið. Um ein ynskir at taka hond um lesitrupulleikan, so eiga bæði land og kommunur heldur at bera so í bandi, at vit fáa nøkur dygdargóð fólkabókasøvn kring landið. Dygdargóð fólkabókasøvn, sum standa opin hvønn dag, allan dag­ in, eisini aftaná skúlatíð. Dygdargóð bókasøvn, har børnini og tey vaksnu sam­ an ella hvør sær finna frí­ tíðarlestnað, og heinta sær vitan og upplivilsi gjøgn­ um teir mongu miðlanar og møguleikarnar, sum bóka­ søvnini eiga at bjóða almenninginum. Tað er ein stórur trupul­ leiki, at vit ikki hava eitt einasta fólkabókasavn í landinum, sum stendur mát við nútíðar bókasøvn í okkara grannalondum. Her hugsi eg m. a. um fysiskar og tøkniligar karmar, um upplatingartíðir, og ikki minst um breidd í tilfari og tilboðum. Bókasavnsøkið hjá okkum er á steinaldarstøði. Haldi at tað er heilt burt­ urvið, at tey fáu oyruni, sum verða brúkt á bóka­ savnsøkinum í stóran mun fara í nøkur smá skúlabóka­ søvn, sum standa stongd tað mesta av degnum í onkurm avlopskróki í skúlunum. Haldi at hetta er fullkomiliga meiningsleyst. Foreldur sum lesa, eiga børn sum lesa, siga fleiri kanningar. Og eitt er so heilt vist, og tað er, at vit fáa ikki fleiri foreldur og børn sum lesa, við at leggja orkuna í at styrkja smáu skúlabókasøvnini. Vit eiga heldur at byggja og reka nøkur fá, men tíðarhóskandi og dygdar­ góð fólkabókasøvn. Fann hetta í pisafrá­ greiðingini: "Ved afslutningen af PISA­Færøerne 2005 blev der fremsat følgende mulige forklaringer på de relativt dårlige resultater: De relativt små lokalsamfund betyder, at de offentlige biblioteker råder over beskedne samlinger, der ikke er udfordrende eller attraktive for unge mennesker". Bókasøvnini og Pisa mOrtAn Hentze Í hesum tíðum verður tosað og skrivað nógv um umhvørvi. Tíbetur verður eisini gjørt nógv fyri, at natúran skal verða varð­ veitt fyri okkara eftirkom­ arum. Runt heimin eru flestu raknað við, og øll meta at týdningarmikið er, at okkurt verður gjørt beinanvegin. Eg hugsi eis­ ini, at politikarar síggja at nakrar atkvøður eru at vinna í hesum. Men vit vita, at langt er eftir á mál, tí Harrin gav okkum ikki hesa vøkru verð í teirri meining, at hon skuldi oyðast við kríggi, óndskapi ella dálking. Tað gleðir meg at síggja, hvussu vøkur og vælhildin tey eldru húsini niðri á Reyni og Bakkahellu eru vorðin, eftir at tey eru umvæld. Men vandi er altíð í vælferð. “Elisabeth Minde”, ið kendi havna­ maðurin Jakku Danielsen bygdi í 1938, sum var eitt satt prýði í mong ár, men sum sær út, sum hon ongan góðan eigur. Og sama er við hjallinum, sum stendur við E. M., sum Christian Didriksen átti í sínu tíð. Hetta er eitt vónbrot at síggja. Hetta skuldi kommunan gjørt nakað við, um eigararnir ikki kunnu finna útav tí. Eg vil bert nevna eitt dømi afturat, av fleiri. Húsini í Bringsnagøtu, “Í Fjósi”, har krambúðin hjá Villa Simonsen lá, seinni Magnus Bærentsen, og har Brugsan av fyrstan tíð sá dagsins ljós, eftir kríggið. Og í hinum endanum av húsinum, nærri Skansa­ stovu, eitt skraddarapar (úr Nólsoy?). Í hinum enda­ num hevði Fía í Smiðju­ stovu handil við toy. Húsini “í Fjósi” blivu flutt, helst áðrenn 1938, niðan á Grips­ veg, har Kamilla í Fjósi og Hans búgva í teimum. Eg fari at spyrja Komm­ ununa og tey ella tann, ið hava ábyrgdina av býnum, og hvørjum standi hann er í, um tit vilja kennast við hetta? Hetta hevur jú sæð soleiðis út í mong ár og er ikki nøkur vøkur sjón fyri ferðafólk. Eg vil eisini í hesum sambandi, nú umhvørvi er í hásæti, heita á Tvøroyrar Kommunu, um tað ikki hevði verið eitt gott hug­ skot, um at tað bleiv ruddað í Trongisvági, ávegis til Hvalba. Hetta er als ikki nakað prýði fyri ferðafólk heldur. Kommunan, vit og umhvørvi Hvalba JógvAn elis DAnielsen