fríggjadagur 7. desember 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 238 - 7. desember 2007
Um ein persónur sigur, at
karikaturteknarar skula
drepast bert fyri at tekna
ein mann, sum livdi fyri
1400 árum síðani, høvdu
flest okkara hildið hann
fyri gjøldur. Men um
persónurin sigur, at hetta
er partur av hansara
religión, verða vit
deyðakvirr...
Er tað trongskygt at háða
ein politikara vegna hans
ara religiøsu sannføring?
Takkað veri alskinum til
“mentanarligt fjølbroytni”
og uppfinningarsomum
mannamunsgreinum, hvørs
mál og mið er at gera seg
inn á fullkomiligt talu og
skrivifrælsi, er hesin
spurningur nú av
munarligum týdningi.
Í USA hava tey mor
monsk forsetavalevni, ið
tala fyri kærkomna rætt
inum at buka konur og
børn til sættis. Í Bretlandi
eru opus deifylgisneytar í
undirhúsinum, ið av øllum
alvi royna at hindra upp
skotum miðandi ímóti at
veita samkyndum full
komna javnstøðu. Í Føroy
um hava vit fanatisk sam
komufólk, ið halda seg
síggja eitt menniskja í
einum 7 daga gomlum
fostri og soleiðis forða
læknavísindaligari
menning.
Og seinastu árini hava
vit vassað ígjøgnum ein
‘multikulturellan’ greyt um
hvussu vit eiga at virða
einhvørja religiøsa sann
føring, at vit hava mist
førleikan at svara aftur.
Serliga her, í okkara
glansbílætskristna landi,
har vaksið fólk enn trýr
uppá helviti, einglar og
ósjónligar sálir, eru vit
onnur vorðin ónatúrliga
bangin um at spotta trúnna
hjá einum øðrum persóni.
Um ein persónur sigur,
at hann trýr, at ein hvalur
svølgdi ein mann og ropaði
hann út frískan og ferðug
an fýra vikur seinni, høvdu
flest okkara hildið hann
fyri gjøldur. Og um ein
persónur sigur, at karikatur
teknarar skula drepast bert
fyri at tekna ein mann, sum
livdi fyri 1400 árum síðani,
høvdu flest okkara eisini
hildið hann fyri gjøldur.
Men um persónurin sigur,
at hetta er partur av hans
ara religión, verða vit
deyðakvirr.
So títt og knapt sum eitt
hugskot verður stemplað
religiøst, verður tað byrgt
inni við einum retoriskum
ravmagnshegni, bert fá tora
at fara yvirum. Til dømis
fái eg ikki ilt fyri hjarta
num at javnmeta eitt menn
ingartarnað barn og eina
naska sjimpansu—vísindi
er í parti við mær. Heldur
góðtaki eg, at ómodernað
fólk bebbarædd fyri etisk
um og teknisligum
kollveltingum fara at spilla
meg út og kalla meg líkt og
ólíkt.
Men tóað Karsten Han
sen umboðandi bókstava
trúgvandi Miðflokkin held
ur tað vera skeivt at gera
royndir við nýligum
fostrum, mannalív uttan
kenslur og tilvit, fer hann
ikki finna seg í at verða
háðaður fyri hesa djúpt
ómoralsku støðutakan
grundað á sunnudagsskúla
trúgv. Enntá vælvitandi, at
sannføringin hindrar
menniskjanum í at betra
seg sjálvt við at sleppa
undan óneyðugum sjúkum,
fleiri mongolum ella menn
ingartarni. Hví? Tí at
Karsten heldur seg halda
seg til skriftina, og tí má
Hann vera í parti við
Karsten.
So, beint ímóti hvat
upplýsingartíðin ætlaði við
hennara kravboði um full
komiligt talu og skrivi
frælsi, góðtaka sensitivir
og forkelaðir persónar 200
ár seinni, at so leingi sum
tín støðutakan er grundað á
eina religiøsa bók, kanst tú
ikki fordømast, haldast fyri
gjøldur ella háðast.
Nei, eg eri ikki blivin
ørur í høvdinum. Eg vísi
bert á, hvussu skjótt
læknafrøðilig frambrot í
fyrstuni fatað sum scifi
vanskepilsi verða viður
kend sum heiðurlig og
lívgevandi. Far ein túr
oman í Tilhaldið, ella
onkra losju, og fólk eru
útgjørd við tóli, ið stýrir
hjartasláttinum, sum
faktisk ger hesi fólk til
eina livandi blanding av
kjøti og maskinu. Støðga
maskinuni, og tú støðgar
framhaldandi lívi. Og á
somu støðum er óivað
onkur omma ella abbi, ið
framhaldandi spælir kort,
men bert tí at “køld” vestur
lendsk vísindi dugir at
flyta hjartað úr einum
kroppi í annan.
Hesi frambrot vóru í
byrjanini fyri ógvusligum
ágangi frá glansbílæts
kristnum av tí at tey vóru
“ónatúrlig” og “ómoralsk”.
So hvussu kann hesin
sannleiki smyrjast upp á
Mitt Romney, Ruth Kelly
og Karsten Hansen? Jú, vit
eiga at royna teirra relig
iøsu hugskot á marknað
inum fyri hugskot á presiss
sama hátt sum vit royna
teirra hugskot um, ja,
skatting.
Romney, guvernørurin í
Massachusetts og
wannabeforseti, er
fylgdarmaður hjá Church
of Jesus Christ of Latter
Day Saints, mormonar í
vanligari talu. Henda trúgv
smeltaðist í 1830 av einum
professionellum skatta
jekara búsitandi í norður
partinum av New York
státinum, Joseph Smith at
navni.
Smith vísti á hvussu
kirkjan, líka síðani Jesusar
tíð á foldum, hevur komið
sær í vana við óreinsku og
forfall, og at hann var
maðurin førur fyri at frelsa
henni. Hann syrgdi fyri
The Book of Mormon, ein
500 síðurs leiðvísari, ið
boðaði frá, at Jesus hevði
vitjað Amerika eftir sín
deyða av tí at Amerika er
hin veruligi brennidepilin
fyri bíbliusøgu.
Romney hevur megnað
at smeltað tey mest yvir
natúrligu brotini í sínari
religión til einkisigandi
metaforar, men sigur tó, at
mormonisma er hansara
mest “dramatiski
leiðvísari” í politikki.
Samsvarandi er Ruth
Kelly, fyrrverandi bretskur
ráðharri í javnstøðumálum,
limur í opus dei—ein
katólsk sekt grundløgd í
1928 av einum fjarskotnum
løgfrøðingi og presti
nevndur JoseMaria
Escriva. Hann skrivaði
bókina “The Way”, ið
millum annað krevur av
sínum fylgisneytum at
hússja sín limaskap:
“Tigið, og tú fert aldri at
angra tað!”
Opus dei, eins og
mormonisma, er uttan eitt
vet av liberalari siðvenju.
Av somu grund er sektin
ímóti homoseksualiteti,
fyribyrging og læknavís
indaligari menning sosum
gransking í upprunakykn
um, ið kunna fáa ristandi
kroppar at hvíla og rým
andi heilar at venda aftur.
Tess átrúnaðarliga lívs
áskoðan kann best lýsast
sum fullkomiliga myndug
leikatrúgvandi. Rætt, trúgv
andi eru oftani góð og
fólkalig, men tey eru góð
og fólkalig fyrst og fremst
aftaná at tey hava mennt
listilærdar mátar at lítils
virða læruna í teirra hall
usinerandi og formodern
aðu skriftstøðum.
Felags fyri Romney,
Kelly og Hansen er, at øll
trý eru bókstavatrúgvandi.
Og felags fyri tey er, at øll
trý hoyra til religiøsar
eindir, hvørs tilverurættur
er bókstavatrælkan. Men
har hin amerikanska og
bretska eru sertrúarbólkar,
er brøðrasamkoman, har
Hansen hoyrir til, bert
trúarbólkur. Tessvegna er
tað ikki vegna kravboðum
úr erva, men heilt av sínum
eintingum, at Karsten
hevur gjørt av at gerast
bókstavatrúgvandi eins og
Mitt og Ruth, og sostatt
kristnifanatikari.
So, er tað nú veruliga
trongskygt at spyrja garn
arnar úr teimum við treyta
leysari trúgv? Miðflokk
urin hindraði sum partur av
fullveldissamgonguni
Tjóðveldi at fremja veru
ligan javnstøðupolitikk við
hóttan um at slíta sam
gonguna, fór hesin tímiligi
flokkur niðan í tingið við
uppskoti um skrásett
parlag.
Miðflokkurin fer eisini
at hindra einhvørjari vón
um komandi ílegugransk
ing, fer hon at fevna um
gransking við nýligum
fostrum ella upprunakykn
um. Og skuldi onkur svak
lingur úr Jehova fingið
innivist í hesum ómodern
aða flokki, skal blóðhungr
andi barnið heldur doyggja
enn fáa “ónatúrliga”
blóðførslu.
Í Englandi hevði Ruth
Kelly ábyrgd av einari
lóggávu, sum skuldi banna
mismun ímóti samkyndum:
at eingin, grundað á sam
kynju aleina, sleppur at
sýta samkyndum møgu
leika at ættleiða. Katastro
falt bardist hon sum úlvur í
skóg fyri at geva katólsk
um ættleiðingarstovum
undantøku.
Men ímynda tær ta geyl
an, høvdu rasistar eisini
biðið um undantøku... av tí
at hjálpa foreldraleysum
myrkum børnum stríðir
ímóti teirra stinkandi
samvitsku!
Kortini, tá ið sekularistar
andøva ímóti at religiøsar
sannføringar so skamm
leyst og larmandi eitra
almenna rúmið, verða vit
av glansbílætskristnum og
multikulturellum javnmett
við rasistar og sexistar.
“Hvussu”, spyrja tey, “er
tað, at gera mismun á ein
um mormoni, opus dei
fylgisneyta og fanatiskum
baptisti øðrvísi enn at gera
mismun á einum myrkum
persóni ella konufólki?”
Men har er ein avgerandi
munur: tey religiøsu velja
sína trúgv!
Barack Obama, til
dømis, kann ikki velja sín
lit frá. Maðurin kann ikki
gera fyri, at hann er myrk
ur. Eitt annað forsetaval
evni, Hilary Clinton, kann
ikki velja sítt kyn frá.
Kvinnan kann ikki halda
uppat við at vera kvinna.
Men Mitt kann rýma frá
mormonunum, Ruth frá
opus dei, og Karsten Han
sen frá hasum fanatiska
staði í brøðrasamkomuni.
Um tey velja at verða
verandi, skula vit sjálvandi
hava loyvi til at fordøma
og háða teirra val.
“Men”, er vanliga kontra
svarið, “var John Kenne
dysa forsetavalstríð í
1960—tá ið hann fór í
verju fyri at vera
katolikkur—kanska ikki
ein sigur fyri tolsemi?”
Væl møguligt, men
Kennedy tryggjaði eisini
amerikonsku veljarafjøld
ini, at múrurin millum
kirkju og stát er
“absolute”.
Ávís sløg av átrúnaði eru
so fýrisligani barnslig, so
bókstavatrúgvandi, at tey
ikki kunna góðtaka handa
skilnaðin, sum Kennedy
stuðlaði. Tí er tað í lagi at
háða politikarar, sum
trúgva uppá einglar og
jólamenn; sum trúgva, at
kristni skal førast inn í
politikk—ístaðin fyri at
vera partur av tær í honum.
Vissuliga, tá ið tú kanst
háða hasi, ið halda seg
hava andaligt samband við
trø og plantur, átti tú eisini
kunnað háða religiøsar
sannføringar áðrenn hesar
dálka tingarbeiðið.
Eg hvørki virði ella
viðurkenni Mittsa, Ruthsa
ella Karstensa religiøsu
sannføring. Hetta slag av
trúgv, gift við eini sam
tykkjandi ‘multikultura
lismu’, fer við átrúnaðar
ligum minnilutum sum
vóru hesir ovursensitiv
børn ikki før fyri at megna
mismun og ósemju.
Peter Tatchell, heim
skendur mannarættinda
aktivistur, orðar seg best:
“All human beings are
worthy of accept, but not
all ideas deserve accept.”
Í hesum 266b, Kyoto,
eitt valdømisdøgum, har
serliga vinstrasinnað tvinga
hvønnannan at halda tað
sama um alt, hava vit tørv
á væl minni av falskari
viðurkenning fyri vána
ligum hugskotum og meira
opið kjak, áðrenn vit
multikulturalisera okkum
sjálvi til at svølgja upp
aftur meira av skaðandi
religiøsum sannføringum.
Tað er í lagi at háða politikarar fyri sína trúgv
meining@meyl.fo
AggA
NiclAseN
So eydnaðist tað umsíðir
hjá teimum trimum at
snara høvdið av Kaj Leo
formanni.
Royndirnar hesi fýra
árini hava verið fleiri,
tann seinasta royndin,
sum vit øll minnast var, tá
Kaj Leo var á veg yvir til
New York á ST fund og
teir tríggir svørtu hildu
seg hava møguleikan. Tá
vísti Lisbeth Petersen sína
styrki og snildi við at
halda teir við borðið í
fíggjarmálastýrinum til
Kaj Leo var lendur í New
York og fekk sett tingini
upp á pláss aftur.
Eg hevði ringt við at
skilja og trúgva mínum
egnu oyrum og eygum, tá
eg í gjár, tríggjar minuttir
áðrenn tingfundur skuldi
byrja, sá og hoyrdi
Edmund og Høgna plan
leggja, hvat skuldi fara
fram restina av degnum.
Tað var sjálvandi ikki
ætlanin, at nakar skuldi
hoyra hvat hesir planløgdu
aftan fyri ryggin á Kaj
Leo formanni. Flestu
fingu vit tó ein mistanka,
tá áheitanin frá Høgna á
formannin týsdagin um at
útseta 3. viðgerð av máli
num um tíðarfreistina til
val gekk so glatt ígjøgn
um, sjálvt um landsstýris
maðurin, sum varaði av
málinum, sat klárur til
viðgerðina í løgtinginum.
Tað var okkum í sam
gonguni greitt, at tá polit
iska kempan úr Vest
manna fór úr landsstýris
sessinum, og Kaj Leo
misti ein av sínum
høvuðsstuðlum, tá var
greitt, at trupult varð at
halda fram við samstarv
inum í samgonguni.
Tað sást beinanvegin, at
avloysarin hjá Bárði fór
yvir í svarta partin hjá
Sambandinum og greitt
mótarbeiddi tí nýskip
anarsinnaða Kaj Leo
formanni.
Sum ein av teimum,
sum ikki hevur tikið undir
við loysing og teimum
fylgjum, ið tað førir við
sær, má tó sigast, at loys
ingarrørslan í Føroyum
ongantíð hevur havt
nakran betri stuðul enn
Edmund Joensen.
Ótrúliga væl varð telvað
hjá Edmundi og Høgna at
velja røttu løtuna, tá
Marjus Dam, sterkasti
stuðul hjá Kaj Leo, eina
løtu var burturstaddur.
Sostatt má sigast, at teir
tríggir, sum umboða
svarta partin av samband
inum aftur einaferð vunnu
ein sigur, tíverri aftur
hesaferð til fyrimun fyri
loysingarrørsluna í
Føroyum.
Teir tríggir
HeNrik Old
viðmerkingar