fríggjadagur 7. desember 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 7. desember 2007
15
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá kæri maður mín, pápi, verpápi
og abbi og langabbi okkara
Martin Eliasen
Fuglafjørður
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til kirkjutænararnar, prest og sangarar.
Somuleiðis takk fyri tit, sum hjálptu til
við jarðarferðina og ervið, og tit sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Takk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar,
blómur, kransar.
Dinna, Halltóra, Jóngerð, Anna, Oda, Gunn, Dann,
Maria, abba og langabbabørn
Dagurin
8. desember. Gitnaðardagur Mariu. Mariumessa,
hildin til minnis um tá ið hon varð gitin í móðurlívi.
9. desember. Rólvur. Teir vita einki halgimenni at navni
Rólvur ella Rudolf. Komið upp í álmanakkan í 1727.
Navnið er týskt, sett saman av hrodr, ið merkir heiður
og wulf, ið merkir úlvur.
10. desember. Judit. Apokrýfiska bókin í Gamla testa
menti greiðir frá konubrotinum Judit, sum høgdi høvdið
av herhøvdinganum Holofernes. Navnið er bíbilskt og
merkir jødakvinna.
Jógvan Sofus er farin 94 ára gamal.
Jógvan var føddur við Gjógv, sonur
Jóhan Joensen í Blásastovu frá
Gjógv og Jørginu f. Mørkøre úr Skúl
anum á Eiði. Hann var elstur av
trimum systkjum. Tvær systrar komu
aftaná. Hann var fimm ára gamal, tá
ið næsta systirin kom. Eg spurdi
Jógvan Sofus einaferð, hví hann
altíð var so góður í sær og í góðum
humør. Hann svaraði nakað soleiðis.
Eg havi helst fingið nógva umsorgan
frá mammu míni tey fyrstu árini, vit
vóru tveyeini í húsi, meðan pápi var
til skips. Men, legði hann afturat, eg
fór at hjálpa henni og ganga henni til
handa, so skjótt eg var so frægur.
Skúlagongdin kom at vera við
Gjógv. Lærari hansara var Jóhan
Kallsoy, og gott fyri hann. Kallsoy
fekk so stóran tokka til henda fitta
og løgna smádrongin, at teir mangan
vóru á floti saman tveireinir. Eitt
sjáldsamt fyribrigdi fyri so mongum
árum síðani og helst eisini í dag.
Hugur hansara til sjógvin varð
soleiðis vaktur frá barnsbeini og
kom at vera tað alt lívið. Hann kundi
taka til, at kemur einki upp úr sjón
um, so er svangligt við Gjógv.
Jógvan Sofus fór til skips eftir
fermingaraldur, og blivu árini har úti
yvir hálvthundað. Væl lá fyri við
snørinum, tað tók væl í hjá honum
og var hann av allar bestu fiskimonn
um. Hann var burtur um summarið
og róði út um veturin sum vanligt
var tá á bygd. Tá slupptíðin fór at
halla, fór Jógvan Sofus at sigla við
trolara. Tá kom broyting í, tí menn
sigldu mest sum alt árið.
Sum aðrir dreingir fór hann at
finna sær gentu. Ikki fór hann langt.
Nei, tað bleiv ein gjáargenta hinu
megin ánna, sum hann fekk sera stór
an tokka til: Alt lívið var hann ongan
tíð í iva um, at hann hevði funnið ta
røttu gentuna. Hesi bæði løgdu ástir
saman, og tey giftust í Gjáar kirkju
ein vakran vetrardag í 1937. Presturin
Sand las tey saman.
Tey fingu eitt langt og eydnuríkt
hjúnalag, sum teirra lív saman var
besta prógv fyri.
Fimm fingu tey børnini, ein drong
og fýra gentur. Dinnafía kom at vera
heima um børnini, meðan Jógvan
Sofus stríddist á sjónum, fyri at for
syrgja sær og sínum. Jógvan Sofus
gav altíð til kennar, at hann hevði
fingið eina sera góða og vituga konu.
Hann umtalaði hana altíð við rósandi
orðum og hevði altíð sovorðna
umsorgan fyri henni. Hon hevði alt
at siga fyri hann. Tað komst eisini av,
at hon hevði børn og heim í sínum
hondum einsamøll, meðan hann var
til skips. Hon megnaði tað við mynd
ugleika og hegni sum fáur. Heimið,
tey bæði bygdu sær í Fornanum,
kom at vera eitt trygt og fjálgt heim
at vaksa upp og mennast í, á tremur
av føroyskari mentan og vísdómi.
Eg kom at kenna Jógvan Sofus,
eftir at hann var uppilagstur. Men
hann søkti sjógvin dúgliga við sjey
mannafarinum
»Norðhavinum«,
sum hann hevði ognað sær og røkti
so fyrimyndarliga. Eg minnist fyrstu
ferð, vit báðir fóru til útróðrar ein
veðurfagran morgun fullan av sól,
og tað stóð við klettin. Hann var sera
glaður henda morgunin og sang:
»Halt út, halt út á hav…« eini tvey
ørindi, so sigur hann: »Sum Mikkjal
á Ryggi kann yrkja«. Honum dámdi
so sera væl alt tað, sum Mikkjal
hevði yrkt um sjógvin. So varð farið
inn í bátin. Hann var hin seinni, sting
ur frá og sigur við mildari og innilig
ari rødd: »Jesus veri við okkum«.
Hetta var tann gamla føroyska ment
anin. Tey høvdu Jesus við sær bæði í
báti og í bjørgum. Vit fingu ein góð
an dag. Eg sá tá, hvussu væl hann
fiskaði. Jógvan Sofus var tá yvir 70
ár, at líta á sum ein unglingi, lættur á
føti og í sinni. Hetta andlitið, fult av
ró og lítillætni. Hetta vóru ókendar
leiðir fyri meg. Hann segði frá um
vandar, streymviðurskifti og fiski
leiðir hjá gjáarmonnum. Longu tá sá
eg, at hettar var skilamaður á sjónum.
Tað havi eg staðfest mangar ferðir
síðani, tá hann hegnisliga sum fáur
hevur sagt frá um vandaferðir har
úti. Hann hevði stóra virðing fyri
havinum. Tað lá í teimum gomlu
gjáarmonnunum, lærdir av sera
beiskum royndum.
Trúarlívið hjá Jógvan Sofusi var
einfalt. Hann hevði Harran við sær í
tí dagliga. Halgidagar varð farið í
kirkju. Var ikki farið í kirkju, varð
lisið lestur. Meg minnist fyrstu ferð,
eg hoyrdi heimalestur verða lisnan.
Tað var av Jógvan Sofusi. Vit komu
til Gjáar ein sunnumorgun. Tann
dagin varð lestur lisin. Hetta fór fram
í spísistovuni. Vit sessast runt borðið.
Jógvan Sofus tekur sálmabók og
lestrabók niður av einari hill. Hann
slær ein sálm upp, biðjur Jesus verða
hjá okkum og byrjar at syngja við
sera klárari rødd. Eg siti sum í øðrum
heimi. Tá ið sálmurin er at enda
komin, tekur hann J. Dahls lestrabók.
»Í lýsing« og blaðar upp við sínum
slitnu hondum. Ein sovorðin friður
legðist yvir lonina. Vit sita øll í
kvirru og nærveru, eisini okkara
smábørn, og lurta. Sum hann dugir
at lesa, hugsi eg. Tá lesturin er at
enda komin, verður aftur sungin ein
sálmur. Ein tignarløta er komin at
enda, sum setti seg og situr føst í mín
um minni enn. Jógvan Sofus hevði
sera gott mál og minni. Hann dugdi
væl at kvøða, dansa og syngja.
Mangt kvæði og manga vísuna hevur
hann skipað. Mangan sálmin og
mangan sangin hevur hann sungið til
gleði fyri okkum øll, sum høvdu
høvi at líða á.
Ferðafólk, sum koma til Gjáar í
stórum tali á sumri, hava so mangan
sæð henda blíða mannin undir reyð
ari húgvu úti á Gjónni. Altíð kom
hann á tal við tey. Kundi hann ikki
teirra mál, beyð hann sær at syngja
fyri teimum. Sangur og løg fara lætt
um landamørk. Væl er hann fagnaður
fyri hetta og nógvar myndir eru
tiknar av honum. Hann hevur fingið
bæði myndir og takkarkort úr fjar
skotnum londum fyri tað, hann gav
teimum. Eisini eru nógv, hann hevur
boðið inn á gólvið heima til okkurt
ábit.
Jógvan Sofus hevði nú fingið eina
stóra familju runt seg, heilt niður til
langabbabørn. Áhugi og umsorgan
fyri okkum øllum, sum stóðu honum
nær, var fyrimyndarligur og mark
leysur. Samband hevði hann við
hvønn einstakan, og altíð fregnaðist
hann eftir støðuni og bar góð ynskir
fram. Nú var Jógvan Sofus rokkin
94 ár, ein høgur aldur. Hann hevði
verið í hjúnabandi í næstan 70 ár.
Fyrireikingar vóru gjørdar til stórt
jarnbrúdleyp. Hann fylgdi væl við,
hvør ið hevði teknað seg til veitsluna
og gleddist sum vit øll, ið stóðu
honum nær. Hann sigur við meg við
einum brosi: »Eg kann byrja at skipa
brúðarvísuna, so kunnu teir yngru
taka yvir, tá ið eg ikki orki meir«.
Soleiðis skuldi ikki blíva. Boð vóru
eftir honum. Fjørðurin var rógvin,
árarnar lagdir inn fyri seinastu ferð.
Vit sita spyrjandi eftir. Tann stóra
veitslugleðin var brádliga skift til
sakn og stóra sorg. Ein stór bygdar
mynd er horvin úr Gjáarbygd, sum
gjørdist fátækari henda dag. Jógvan
Sofus varð borin til sítt seinasta
hvíldarstað. Ongantíð havi eg sæð
ein so stóran líkskara í eini so lítlari
bygd, sum henda góða vetrardag, tá
ið vit skiltust fyri seinastu ferð her á
fold.
Jólahalgan stundar til og uttan teg
millum okkum. Tú verður sáran
saknaður.
Góða vermóðir, nú situr tú eina
eftir við sakninum og sorgini. Má
Harrin styrkja og troysta teg í hesum
døgum.
Mín góði vinur og verfaðir
Hvíl í friði
Arnold
Minningarorð um
Jógvan Sofus Ferjá
Tøkk
Eina hjartans tøkk veita vit okkara børnum
og barnabørnum við familjum og tykkum,
ið annars hjálptu til.
Takk fyri heilsanir, telegramm,
blómur og kort.
Tøkk fyri stórfingnar gávur. Og tøkk fái
tit gestir, sum gjørdu kvøldið hugnaligt og
ógloymandi. Tøkk fyri solosang og røður.
Orð megna ikki at lýsa okkara takksemi.
Tøkk, at okkum untist at sanna og njóta
danska orðafellið: »Giv mig en blomst
mens jeg lever«, uttan at hava biðið um
tað. Hjartans tøkk øll somul við ynskjum
um eini gleðilig jól við Guds signing.
Diamantbrúðarparið
Hannimia og Jens Juel Sólbjørg
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801