fríggjadagur 7. desember 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 7. desember 2007
21
tíðindi
hava lisið handritið máls
liga.
– Svenning er komin við
sera viðkomandi ráðum og
hevur gjølla sett seg inn í
eitt fakøki og tilfar fyri síð
an at veita málsliga ráð
geving.
Hon segði, at Svenning
hevur gjørt eitt stórt og gott
arbeiði fyri Føroya Skúla
bókagrunn og fyri skúla
verkið.
–
Teknararnir,
Astrid
Andreassen og Bente Ole
sen Nystrøm, smæast ikki
burtur. Tekningarnar hjá
Astrid hanga í gongini, og
eg fari at heita á tykkum
um at njóta hesa framsýning
og tað nærlagni, sum er lagt
í hvørja einastu mynd.
Hon legði aftrat, at Bente
Olesen Nystrøm, sum hevur
hjálpt til við at tekna, er
kend sum framúr góður
teknari í nógvum norður
lendskum fiskabókaútgáv
um seinastu árini.
– Rolf Mouritsen hevur
gjørt skitsutekningarnar, og
hann hevur víst síni evni.
At enda í síni takkarrøðu
vendi Helena sær til Føroya
prent
fyri
dygdargott
arbeiði.
Gott samstarv
Leiðarin á Føroya Skúla
bókagrunni helt fyri, at
Fiskar undir Føroyum er
eitt fyridømi um gott sam
starv millum stovnar og per
sónar.
– Bókin er eitt prógv um,
hvat kann spyrjast burtur
úr, tá ið vit draga somu línu
og eru saman um stórar
verkætlanir.
Helena Dam á Neystabø
vendi sær síðan til rithøv
undan:
– Heiðurspersónurin í
dag er Rógvi. Bókin hjá tær
er eitt megnarverk, sum tú
eigur alla æru fyri. Vit hava
í nøkur ár verið gjøgnum
eina skapandi prosess sam
an – eina tilgongd, sum hev
ur verið bæði lærurík og
gagnlig
fyri
endaliga
úrslitið. Rógvi hevur verið
arbeiðssamur og opin fyri tí
nýggja, sum er komið inn í
handritið.
At enda takkaði leiðarin
á Føroya Skúlabókagrunni
Rógva fyri sera gott sam
starv.
– Eg vil ynskja tær hjarta
liga tillukku við bókini,
segði hon.
Rógvi Mouritsen handar
landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum,
Bjørn Kalsø, eina bók.
Í miðjuni stendur Niels
Petersen, ritstjóri á Føroya
Skúlabókagrunni
Tey skoða snotuligu bókina hjá Rógva Mouritsen, Fiskar undir Føroyum
Mamma Rógva, Gigga, sum er farin um tey níti, var eisini við
til móttøkuna
Hann setti seg í trappuna at hyggja eftir vøkru myndunum,
sum prýða bókina
Uppgongd í toskastovninum
Svensku fiskiveiðimyndugleikarnir halda, at toskastovnurin í
Norðsjónum er á veg uppeftir aftur – fyri fyrstu ferð í sjey ár. Hildið
verður, at orsøkin til uppgongdina er avmarkaða toskaveiðan seinastu
sjey árini. Hinvegin halda fiskiveiðimyndugleikarnir ikki, at positiv tekin
í sama mun eru at síggja í Kattegat og í Eystursjónum
Ætlan fyri Eystursjógvin
Tey tíggju londini, sum eru rundan um Eystursjógvin, eru samd um
eina ætlan fyri hetta havumhvørvið. Fyri 2021 skal Eystursjógvurin
aftur verða í einari økologiskari javnvág, sum tað verður rópt. Fyri at
náa hesum máli, er neyðugt, at londini kring Eystursjógvin ansa betur
eftir tí, sum fer í havið.