fríggjadagur 7. desember 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 238 - 7. desember 2007
Sethús – Reynsgøta 33, Argir
Húsini eru í 2 hæddum – niðara hædd á 114 m² og ovara
hædd 70 m² - í alt 184 m². Stórt stoypt bilhús á 40 m² er
við síðuna av og hjallur á 6 m² er omanfyri húsini.
Grundøkið er 523 m². Byggiár: 1986. Húsini eru dagførd
so við og við og alt er snøgt og í sera góðum standi. Í
niðaru hædd er inngongd, durur, gongd, stórur køkur,
borðstova / stova, hjúnarrúm, baðirúm, kamar, trappu-
rúm / skápsrúm og bryggers / vaskirúm / fýrrúm. Í ovaru
hædd er trappupallur / alrúm / arbeiðsrúm / sjónvarps-
stova og 2 kømur. Útigólv / terassa er aftanfyri og garður
/ urtagarður er runt húsini. Skálantennuskipan er til hús-
ini. Tey standa í barnavinarligum, friðarligum og veður-
góðum umhvørvi nær við dagstovnar og ítróttarøki og
hava avbera gott útsýni yvir Havnina. Prísuppskot: kr.
2.400.000,00.
Sethús – Steinagerði 1, Kvívík
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd 92,5 fermetrar.
Grundøkið er 110 fermetrar. Byggár: uml 1900. Húsini
verða nýtt sum summarhús, men eru eisini væl egnað til
heilársbústað.
Húsini
hava
laðaða
grótgrund,
klædningurin er timbur, vindeyguni ú træ og takið
aluminium. Tak og mest sum øll vindeyguni eru skift í
1999, og nýgg undirsløg eru sett upp undur miðhæddina
í 2006. Húsini eru í góðum standi. Í miðhæddini er durur,
gongd, baðirúm, køkur og stova. Í ovastu hædd er
trappupallur og 2 kømur. Í niðastu hædd er vaskirúm /
fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa væl fyri beint við
ánna og hava gott útsýni yvir bygdina og út á víkina.
Prísuppskot: kr. 850.000,00.
Virkis- og skrivstovubygningur
– A. C. Evensensgøta 1, Tórshavn
Í ognini eru 1 bygningur A í 3 hæddum á 85 m², 1
bygningur B í 2 hæddum á 100 m² og millumbygningur
á 50 m² - í alt 505 samanhangandi fermetrar. Grundøkið
er 304 m². Byggiár: 1948, umbygd í 1978 og annars
dagførd so við og við. Í niðara bygninginum er í mið-
hæddini inngongd, móttøka, køkur / alrúm og 2 stórar
skrivstovur. Í ovastu hædd er trappugongd, 3 skrivstovur,
fundarhøli og baðirúm. Í niðastu hædd er sjálvstøðug
íbúð. Har er inngongd, durur / gongd, køkur, baðirúm,
stova, 2 kømur og fýrrúm / vaskirúm. Í millumbygn-
inginum er inngongd, gongd, forhøli og 2 arbeiðsrúm. Í
erva er stór terassa og millumgongd. Í ovara bygn-
inginum er í neðra inngongd / stór hurð, stórt fram-
leiðsluhøli, goymslurúm og wc. Í ovaru hædd er inn-
gongd, vaskirúm / verkstaður, durur, gongd / trappu-
gongd, baðirúm, køkur, 1 stór skrivstova, 3 minni
skrivstovur, 2 goymslurúm. Húsini, sum standa sera væl
fyri 200 m frá Vaglinum í virknum fyrisitingarøki, er væl
egnað til umsiting, vinnuvirksemi og/ella íbúðir og hava
sera gott útsýni yvir Havnina og út á Nólsoyarfjørð.
Prísuppskot: kr. 4.500.000,00.
Randarhús – millum Gilja 83, Hoyvík
Endarandarhúsini eru í 2 hæddum á 65 fermetrar - í alt
130 fermetrar. Grundøkið er 282 fermetrar. Byggiár:
1990. Húsini er væl bygd, væl hildin og í góðum standi.
M.a. er nýtt tak og endaveggurin er klæddur av nýggjum.
Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, gongd / trappu-
gongd, matarkøkur, vaskirúm / bryggers og stór borðs-
stova / stova við útgongd. Í erva er trappugongd /
gongd, baðirúm, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur.
Húsini standa væl fyri í hugnaligum, friðarligum, trygg-
um og barnavinaligum umhvørvi og stutt er til spæli-
pláss, dagstovn og busssamband.
Prísuppskot: kr. 2.000.000,00.
Sethús – Kelduskákið 8, Klaksvík
Húsini er í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 270 fermetrar,
og harafturat er garaga á 25 m2. Grundøkið er 543 m2.
Byggiár: 1978. Loftshæddin er gjørd í 1984, og niðasta
hædd varð innrættað í 1989. Fleiri umvælingatr og dagfør-
ingar eru gjørdar seinastu árini. M.a eru fleiri vindeygu og
køkurin skiftur í 2005-2006. Í miðhæddini er durur, gongd,
køkur, 2 stovur, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur og hjallur. Í
ovastu hædd er trappugongd, sjónvarpsstova, 2 kømurog
wc. Í niðastu hædd er inngongd, durur, gongd, baðirúm, 2
kømur, garaga og vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Stórt
tún og rimagarður við urtagarði er runt húsini eins og góð
parkeringsviðurskifti. Húsini standa væl fyri við sera
góðum útsýni yvir Klaksvíkina. Húsini verða seld um
hóskandi boð fæst.
Sethús / 2 íbúðir – Bakkav. 43, Sørvágur
Húsini, ið eru í alt um 170 m², hava 2 sjálvstøðugar íbúðir
– onnur á um 90 m² og hin á um 80 m². Húsini eru bygd
í 80’unum, men umbygd og dagførd í 2007. Vestara íbúð
er nýggj. Har er inngongd, durur / gongd, køkur / alrúm
/ borðsstova / stova, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Í
eystaru íbúð er í neðra: inngongd, gongd / trappugongd,
baðirúm / vaskirúm og 3 kømur. Í erva er køkur / alrúm /
stova og wc. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum
umhvørvi og hava gott útsýni úr erva. Prísuppskot: kr.
975.000,00.
Sethús – Frammi í Gerði, Kvívík
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd 248 fermetrar.
Grundøkið er 561 fermetrar. Byggiár: 1989. Húsini hava
stoypta grund, klødd við timbur og hava aluminiumtak.
Stoypt trappa er runt húsið. so tað er sera væl atkomiligt
omanfyri húsini. Í ovaru hædd er durur, gongd, køkur,
stova, wc, baðirúm, 2 kømur, hjúnarrúm, skrivstova,
hjallur og 2 svalar. Í niðaru hædd er nýtt vaskirúm /
fýrrúm, og hartil er kjallararúm og garaga. Húsini standa
ovarliga í bygdini beint við skúlan og hava frítt útsýni út
á víkina og yvir bygdina. Prísuppskot: kr. 1.550.000,00.
Tvíhús – á Flatabø 13, Eiði
Húsini eru eini tvíhús í 3 hæddum - samlað búvídd uml.
135 fermetrar, umframt krúpikjalla á uml. 30 fermetrar
og hjall á 5 fermetrar. Grundøkið er 374 fermetrar.
Byggiár: 1959. Miðhæddin og stórur partur av ovastu
hædd er gjørd av nýggjum. M.a. eru innveggir, gólv,
køkur, baðirúm, el, ketil og bjálving skift. Vindeyguni eru
skift í 1988. Húsini eru í sera góðum standi og eru løtt at
halda við líka.Í miðhæddini er gongd, stórur køkur,
stova, og útigólv (terassa). Í ovastu hædd er gongd,
baðirúm, 2 kømur og hjúnarrúm. Í niðastu hædd er
goymslurúm, kjallararúm, fýrrúm / vaskirúm og
krúpikjallari. Húsini standa í hugnarligum umhvørvi í
Korndali og hava rimagarð / urtagarð runt húsini.
Prísuppskot: kr. 1.100.000,00.
Ráðhús í gerð – Kollshjallar 3, Eiði
Húsini, sum eru liðug uttan, eru í 2 hæddum. Búðøkið er
144 m2, og harafturat er bilhús við arbeiðsrúmi á 38 m2.
Húsini eru klødd við rotfríum timbri, takið er úr alu-
minium, vindeygu og hurðar eru úr plast, og húsini hava
hitapumpu. Innan er avskildrað, spartlað og klárt at
mála, leggja á gólvini, seta køkin upp og seta upp
fótlistar. Hurðar og allar hvítvørunar í køkinum eru við í
søluni. Í neðra er inngongd, durur, gong, grovkøkur,
køkur / alrúm / borðstova / stova, 2 kømur, baðirúm og
loftstrappa. Í erva er sjónvarpstova, 2 kømur, hjúnarrúm
og baðirúm. Gólvhiti er í durinum, baðirúmunum og í
grovkøki. Húsini standa beint omanfyri Hotel Eiði og
hava gott útsýni. Tey verða seld um hóskandi boð fæst.
Íbúðir, raðhús og vinnuhøli – undir Kongavarða, Argir
Her kanst tú vera við, tí enn eru nakrar íbúðir á 102 m² og á 131 m², nøkur vinnuhøli í
stovuhædd á 130 m² og nøkur raðhús á 209 m² eftir til sølu. Øll kunnu keypa. Talan er
uttan iva um bíligasta fermetraprís, tú kanst byggja fyri í dag, so talan er óivað eisini um
eina góða íløgu. Tú kanst sjálv/ur gera av, hvat slag av gólvi, tú vilt hava og snið og lit á
køki og baðirúmsinnbúgvi. Set teg í samband við okkum og fá meira at vita.
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum.
Hevur tú hug til at selja?
– Vinaliga, set teg í samband við okkum.
Sethús – Torkilsvegur 16, Sandavágur
Húsini eru í 2 hæddum á 120 m² - í alt 240 m². Grundøkið
er 524 m². Byggiár: 1981. Øll yvirhæddin er dagførd í
2007. Tilfar til nýtt baðirúm og og nýggj vindeygu fylgja
við. Húsini eru í góðum standi. Í neðra er inngongd /
trappugongd, handilshøli, hjallur, 3 størri og minni,
goymslurúm og baðirúm. Tekniskur streymur við eyka
mátara er í niðastu hædd. Í erva er trappugongd /
garderoba, gestawc, matarkøkur, stór borðsstova / stova
við útgongd til altan, gongd, hjúnarrúm við klædnarúmi,
baðirúm og 3 kømur. Runt húsini er snøggur garður /
urtagarður við vøkrum trøum og runnum, 2 p-plássum
og góð parkeringsviðurskifti. Húsini standa í friðarligum,
veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi við frálíkum
útsýni nær við barnagarð og vøggustovu. Góðir møgu-
leikar eru fyri vinnuligum virksemi í niðaru hædd.
Prísuppskot: kr. 1.300.000,00.
Summarhús – Hagavegur 20, Skálavík
Húsini eru í 2 hæddum á 60 + 20 fermetrar í alt 80
fermetrar og hartil er lágur kjallari. Upprunabyggiárið er
ókent, men húsini eru bygd um og høvuðsumvæld í 2004.
Alt er umvælt og dagført innan, men hildið í upp-
runasniðið. Túnið er komið í helvt, og restin av flísunum
fylgja við. Húsini eru væl hildin og í góðum standi. Fólk
hava búð fast í húsunum til í 2006. Í miðhæddini er
inngongd, gongd, køkur / stova við brenniovni, kamar og
baðirúm. Á loftinum er 1 kamar og hemsur. Í kjallaranum
er fýrrúm / vaskirúm / kjallararúm. Húsini standa í
friðarligum, barnavinaligum og veðurgóðum umhvørvi.
Fleiri summarhús eru beint við, og barnagarður og skúli
er 100m frá. Handil, pylsuvognur / kiosk og rúsa eru
nærhendis, og gott skrubbumið er á molanum.
lýsingar