Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 238 - 7. desember 2007 R E P R O Z HDYGD Í GEILINI 2 FO-385 VATNSOYRAR FAROE ISLANDS Tel.: +298 332177 Fax: +298 333166 www.hdygd.fo post@hdygd.fo Í hesum sambandi hevur HDYGD opið kl. 12–16 VinDeYGuni siGa alt Ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin 8. desember Kom inn á gólvið og síggj og royn okkara vørur, og fá eitt prát við okkum HDYGD umfatar ymsar vørur: vindeygu altanhurðar úthurðar úr ymsum tilfari: træ træ/alu plast Tórshavnar kommuna Vinnumennari Á nýggju Vinnumenningardeildini hjá Tórshavnar kommunu er eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv við nógvum tvørfakligum og fjøl- táttaðum uppgávum leyst at søkja. Størsti parturin av arbeiðinum á deildini er skipaður sum verkætlanir, og væntast kann, at hesar í stóran mun verða gjørdar í samstarvi við umboð fyri privatu vinnuna í kommununi. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu er eitt spennandi og dyna- miskt arbeiðspláss við góðum umstøðum og samanhaldi og nógvum felags tiltøkum. Harafturat bjóðar kommunan góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Lýsing av Vinnumenningardeildini Uppgávurnar hjá deildini eru í høvuðsheitum at skipa vinnumenning og vinnustrategi, fyri á tann hátt at skapa burðardyggar karmar fyri vinnuna í kommununi. Deildin byggir nógv á samstarv við vinnuna og aðrar stovnar, ið varða av vinnuni, eins og nógvar verkætlanir leggja upp til samstarv við aðrar kommunalar deildir. Vinnumenningardeildin húsast í Ráðhúsinum og vísir til kommunu- stjóran. Tvey fólk fara at starvast á deildini. Førleikakrøv Arbeiðið við vinnumenning í Tórshavnar kommunu er byrjað, men hetta er eitt nýtt øki í kommunalum høpi, sum framhaldandi skal skipast og mennast. Vit sóknast tí eftir einum fólki, sum dugir, dámar og hevur hug at fáast við vinnumenning og at verða við til at byggja upp og forma arbeiði hjá deildini. Ein partur av arbeiðnum er at gera skrivligar greiningar og størri kanningar av viðurskiftum, sum hava týdning fyri vinnumenningina. Tí má tað fella tær lætt at skriva og arbeiða við tølum. Vit hugsa okkum, at tú hevur eina útbúgving á kandidatstøði. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur. Vit hugsa okkum, at tú dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum, er framsíggin, framsøkin og vísir úrslit. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Møguleiki er fyri ráðgevaraløn, um førleiki og royndir eru til tess. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn ella sendast sum teldupostur til torshavn@torshavn.fo. Umsóknir skulu viðmerkjast „Vinnumenningardeildin“ og verða kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. desember 2007 kl. 12. Eftir ætlan verða setanarsamrøðurnar avgreiddar í viku 51. Meira fæst at vita um starvið við at venda tær til Randi Frederiksberg, vinnu- menningarleiðara, á telefon 21 20 00 ella randif@torshavn.fo. lýsingar