Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 238 - 7. desember 2007 Skansavegur 7, Postrúm 1010, FO-110 Tórshavn, Tel 350200, Faks 350201, www.tunnil.fo Stjóri til TUNNIL Norðoyatunnilin og Vágatunnilin Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru vorðnir rakstrarfeløg burturav. Vit søkja tí eftir stjóra til Tunnil, sum er felagsheiti fyri partafeløgini. Tín uppgáva verður at leiða arbeiði á fyrisitingini. Tú skalt røkja samskiftið millum nevnd og felagið og vera andlit okkara úteftir. Tú skalt tryggja fíggjarviðurskifti felagsins og somuleiðis syrgja fyri, at ognir felagsins verða hildnar viðlíka. Hetta er eitt sera fl eksibult starv við stórari ábyrgd. Men tað er samstundis spennandi og persónliga mennandi. Undirsjóvartunlarnir til Vágoynna og Norðoyggjar eru avgerandi partar av samferðslukervinum í Føroyum, sum yvir 2000 føroyingar brúka dagliga. Tunnil selur fyri umleið 50 mió. kr. árliga og sendir 13.500 rokningar út um mánaðin. Samlaðu íløgurnar eru yvir 700 mió. kr., sum eru brúktar at gera 11,1 km av tunli og 3,6 km av vegi. Ognir felagsins hava eitt stórt virði, og viðlíkahald hevur hægstu raðfesting okkara. Bygnaðurin á felagnum er tvíbýttur: Fíggjarhald og rakstur. Fíggjarhald umfatar debitorrøkt og annað bókhald. Rakstur umfatar viðlíkahald av tunlinum. Fíggjargrundarlagið hjá feløgunum er nýtslu- gjald frá teimum, sum ferðast ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Nýtslugjaldið verður fyrst og fremst kravt fyri at gjalda niður lániskuld og í øðrum lagi at rinda fyri raksturin. Harumframt er arbeiðsuppgávan at reka tunnilsanleggini, t.e. vegir, brúgvar og tunlar við tekniskum installatiónum, umframt viðlíkahald og at syrgja fyri trygdini. Í felagnum starvast 7 fólk. Vit vænta: • at tú hevur hægri búskaparliga ella verkfrøðiliga útbúgving • at tú hevur royndir, sum leiðari á privata ella almenna arbeiðsmarknaðinum • at tú ert nærløgd/lagdur, fl eksibul, tolgóð/ur til skjalfesting Starvið krevur uml. 20 arbeiðstímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað til 4 ár. Lønin verður ásett eftir førleika og royndum. Starvið verður sett skjótast tilber. Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. desember 2007 og skal sendast til Bjarna Askham Bjarna- son, nevndarformann, á bab@kallnet.fo ella sum post til: Tunnil Postboks 1010 110 Tórshavn Merk brævbjálvan ella teldupostin ”Stjóri”. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til Bjarna Askham Bjarnason á 50 20 85 ella til Berg í Garði á 51 04 75. www.sansir.fo hotelforoyar.fo 4ELsHF HOTELFOROYARFO 5 rættir: s&’ROYSKURTALLERKUR s4OSKANAKKIVI¹SAFRANS˜SOGSAUTE s"ERBERIDUNNUBRINGAOGSV¤NALUNDIRVI¹LAKA¹UMBLOMMUMOGR˜TFRUKTUM POMANNAOGORANGESS˜S s/STAVOLAUVENT s-ANDLUR¤SVI¹KARAMELKREMIOGKANEL¤SI 0R¤SURFYRIHV’NNKR - ÙROKNA¹PR¤SINERRTTIR DRYKKIV’RUROGDANSUR "¤LEGGI¹BOR¹ÕTELELLAÕHF HOTELFOROYARFO *˜L¤'LASSTOVUNIDESEMBER DESEMBER DESEMBEROGDESEMBERBJ˜¹AR'LASSTOVANST˜RAJ˜LAMATSKRÕ T h e F a v o u r i t e R e s t a u r a n t G L A S S T O V A N Stríðist tú við vektina? Ring til mín, eg havi eitt sunt og effektivt "hjálpimiddel". Jana 51 71 00 / 31 88 19 lr@kallnet.fo www.lr.fo jólaborðhald føðingardagar konfirmatiónir familjuveitslur bindiklubbar hugnaløtur 1 . k l a s s a c a t e r i ngss er v i c e Vit gera alt: heitar rættir, kaldar rættir, buffét, fleiri rættirs menu, canapéir, siðbundið og ikki siðbundið. Ring til á tlf. 454100 ella tlf. 257448 og fá eitt tilboð. evagun@hotmail.com lýsingar