fríggjadagur 7. desember 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 238 - 7. desember 2007 ]
Fer tað at eydnast VB
at halda tætt og vinna
móti Neistanum, ella
skal Neistin draga frá
og leggja seg longur
á odda, hetta er
stóri spurningurin,
og svar fæst um
vikuskiftið, tá enn eitt
umfar av hondbólti
á hægsta støði fer av
bakkastokki
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Neistakvinnurnar, ið liggja
á øðrum plássi í Sunset-
kappingini, taptu heldur
óvæntað móti Kyndli, síðsta
vikuskifti, og skulu tær tí
royna at menna seg og
standa ímóti, tá VB-kvinnur
koma á vitjan.
Spurningurin hesaferð er,
um Neistin veruliga kunnu
skræða seg leysar av VB og
hinum, ella um VB hinvegin
klárar at halda lív í vónini
um at gullkampurin skal
vera millum útjaðaraliðini
VB og Stjørnuna.
Hjá VB verður tað vónað
at Daiva Toumaite, enn eina-
ferð kann vísa hvør dugur
er í henni. Hon hevur verið
ein sannur fongur hjá VB,
og ferð eftir ferð hevur hon
prógvað tað. Seinasta dyst
varð hon mansvard nærum
allan dystin og megnaði
hóast hetta at bombardera
14 mál ígjøgnum, og tað
sigur ikki heilt so lítið um
sterku litavisku kvinnuna.
Spenningur í hjá
monnunum
Neistin hevur ein á pappíri-
num, lættari dyst enn hitt
oddaliðið StÍF, men sum
øllum kunnugt er tað ikki á
pappírinum, at dystirnar
verða avgjørdir.
Neistin taka ímóti einari
særdari KÍF bjørn, og vinna
teir hendan dystin, sam-
stundis sum at VÍF knúgvar
StÍF, kunnu Neistamenn
draga frá og økja um spenn-
ingin í kappingini um annað
plássið, har H71 og VÍF
liggja og lúra, klár at taka
av, um nakað av hinum liðu-
num byrja at fara av kós.
Spurningurin er so, hvar
Kyndil
flýtur
hesaferð.
Higartil hava teir ikki havt
bestu gongdina at vísa á, og
hava tapt fýra dystir á rað.
Hesa ferð er mótstøðan
H71, ið gjarna ynskja at
blanda seg meira uppí stríð-
ið um heiðursmerkini. Hin-
vegin er tað púra vist, at teir
grønu úr Havn fara at
kempa sum úlvur á skóg
fyri at rætta uppá keðiliga
gongdina, og fyri at vísa, at
teir eru eitt lið, ið kann
spæla hondbólt á hægsta
støði.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
Dagur
Klokkan
Dystur
8.12
14:30
Neistin-VB
9.12
14:30
VÍF-StÍF
9.12
14:30
Kyndil-Stjørnan
Atlantic Airways-kappingin
8.12
16:00
Neistin-KÍF
9.12
16:00
VÍF-StÍF
9.12
16:00
Kyndil-H71
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
8.12
14:00
Dráttur-SÍ
8.12
14:00
ÍF-Mjølnir
9.12
15:00
TB-Fleyr
Meistaradeild menn
7.12
18.45
Mjølnir-SÍ
8.12
16:00
Fleyr-ÍF
9.12
16:00
Fram-ÍF
VB eltir Neistan
Dysturin um annað plássið er harður, og eitt týðandi slag í hesum verður um vikuskiftið, tá Neistin tekur móti VB
KÍ hevur gjørt avtalur
við fimm ungar
spælarar, sum skulu
verða partur av For
mulahópinum hjá
felagnum næstu tvey
árini
FÓTBÓLTUR
Tíðindaskriv
KÍ hevur gjørt avtalur við
fimm
unglingaspælarar,
sum skulu verða partur av
Formulahópinum hjá felag-
num. Spælararnir hava allir
spælt á ungdómslandsliðum
hjá FSF, og avtalurnar við
spælararnir eru galdandi
fram til 2009.
Spælararnir, sum hava
skrivað undir avtalur við
KÍ, eru John Hammer (18),
Álvur Christiansen (18),
Ári Samson (18), Jógvan
Isaksen (17) og Dánial
Pauli Lervig (16). John
Hammer hevur longu spælt
regluliga á besta KÍ-liðnum,
og Álvur Christiansen hev-
ur eisini fingið debut á
besta liðnum. Hinir tríggir
hava fyrsta dystin til góðar,
men KÍ væntar sær nógv av
hesum spælarum í fram-
tíðini.
– Samstundis sum vit
hava fingið nakrar profilar
til felagið, sum kunnu
styrkja Formulaliðið her og
nú, so vilja vit eisini arbeiða
langsiktað og skapa eina
spennandi og vónandi gylta
framtíð hjá KÍ, sigur Aksel
Johannesen,
nevndarfor-
maður í Sp/f KÍ.
– KÍ hevur gjørt eitt gott
ungdómsarbeiði
seinnu
árini, og tí eru vit í tí hepnu
støðu, at vit hava nógvar
ungar og evnaríkar spælarar
at taka av. Nú hava vit gjørt
avtalur við hesar fimm ung-
lingarnar, men tað eru eisini
fleiri aðrir ungir spælarar í
felagnum, sum kunnu
koma upp á tal til 1. liðs-
hópin næstu árini, sigur
hann.
KÍ gjørt avtalur við ungar spælarar
Við at knýta yngru spælararnar at sáttmálum undirstrikar KÍ
langsiktaðu ætlanir felagsins
35